Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 120 - 26. juni 2009 Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, er bangin fyri, at ymisku frískúlarnir, sum stinga seg upp, kunnu skapa eliterar tilstandir í samfelagnum. – Mær hóvar illa, tá tey vaksnu í sjálvdrátti fonglast við skúlar fyri gudiligar ella stættarligar elitur Frískúli Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Sambært Eyðuni Joensen, sálar­frøðingi, eru bæði fyrimunir og vansar við at skipa frískúlar kring landið. Teir kunnu vera øgiliga vanda­miklir, tí hetta kann skapa snævurskygni og elit­ er­ar tilstandir. men fakligu avbjóðingarnar kunnu ger­ ast rættiliga góðar, umframt at hann heldur at onkrir ser­ ligir vandar eru við skúl­an­ um í Kelduni, hóast hann ikki ivast í, at nógv gott kann spyrjast burturúr. - Nunnuskúlin var í mong á frískúli og seinni kom Adventistaskúlin, umframt annan frískúla, sum rigga væl uttan trupulleikar við almenna lóggávu. Og sum er síggi ætlanirnar úr Keld­ uni, um skúla í teirra sam­ komu­hølum. So er fleiri, sum helst koma at arbeiða í skúlanum, longu virkin í fólkaskúlanum og hava fleiri góð hugskot, so eg rokni ikki við, at tey koma upp á tvørs av almennu mynd­ugleikunum, sigur Eyðun Joensen. - Fakliga kunnu frískúlar væl vera ein hent avbjóðing fyri almenna fólkaskúlan, síð­ ani lærarar jú hava metodu­ frælsi. Men betri hevði mær dámað, um ný­frambrotini fóru fram innan fólkaskúlans karmar, og dugi eg ikki har at síggja nakrar forðingar fyri tí, staðfestir hann. Fólkaskúlan besta loysnin Út frá einum fakligum sjón­ ar­horni, metir Eyðun Joen­ sen, at frískúlarnir kunnu standa øgiliga sterkir fak­ liga, men hann er veruliga bangin fyri menniskjansligu fylgjunum. - Sjálvur havi eg í ung- dómsins blóma roynt ein gudi­ligan studentafrískúla, har foreldur kundu keypa seg inn vegna sítt syndafulla avkom. Well, fakliga skarst bara væl, men annars vóru tað 3 ár í sosialari og menn­ iskju­ligari niðurbinding, sigur hann. Og leggur afturat, at fólka­ skúlin er samfelagsins og okkara veruliga sam­halds­ fasta amboð til tess at fyri­ reika uppvaksandi ættarlið til frægast gjørligt at møta síni samtíð í øllum síni fjøl­ broytni og harvið møta og samvirka við øllum kom­ andi samfelagsborgarum, met­ir sálarfrøðingurin, og stað­festir, at fólkaskúlin í veruleikanum er einasta kravda lívsskeið okkara, har vit øll tvørs av øllum mørkum kunnu vera saman og kunnu læra at vera sam­ an, læra tolsemi, sína mill­ um virðing og samljóð und­ ir skipaðum umstøðum. Keldan ongan einkarætt Eyðun Joensen hevur somu­ leiðis ilt við at skilja, at Keld­an skal gera tað til sítt egna at skapa tolsemi, dugna­skap og allar aðrar fyri­treytir, sum flestu okk­ ara síggja sum dygdir. - Fólkaskúlin er ikki bara fyri øll, men er eisini djúpt forankraður í kristnari lívs­ áskoðan, so eg ivist í, um hasi væl saktans so »bók­ stavatrúgvu« Keldufólkini hava tráðlisið enda­máls­orð­ ing fólkaskúlans nóg væl, síðani so mangar av teirra góðu visjónum longu eru niður feldar í verandi fólka­ skúlalóg, sigur Eyðun Joen­ sen. Tó leggur hann dent á, at børn í Føroyum hava skyldu at lata seg undirvísa í 9 ár, men hava sum so ikki skyldu at ganga í almenna fólkaskúlan. Ongin annar torir Hóast Eyðun Joensen ikki ræðist skúlan í Kelduni so illa, sum nógv onnur kanska gera, so er hann sannførdur um, at tað finst onkur orsøk til at til dømis brøðra­sam­ kom­an ongantíð hevur skip­ að egnan skúla. - Tað er ein styrki og tekin um andaligt kjølfesti, tá fólk við so ymiskum sjón­ armiðum hóast alt standa saman við øðrum um felags níggju ára skúla fyri síni børn, sigur hann, og vísir á, at tað er besta loysnin, at børn koma saman við ym­isk­um børnum og ikki bara teimum við eini ávísari tankagongd. Hetta var vandin Katrin Dahl Jacobsen, ting­kvinna, sum sat í men­t­ anarnevndini hjá tinginum, tá frí­skúla­lógin kom, greiðir frá, at skúlar sum tann, ið tey í Kelduni ætla at skipa, eru ein partur av vandanum við at hava frískúlar. - Eg eri av tí sann­føring, at tað eigur at bera til at hava ein góðan skúla fyri øll. Tí eigur fólkaskúlin at vera sterkur. Hinvegin kann mann ikki nokta fólki at nýta sín pening, sum tey vilja. Men veru­ligi vandin er tá ser­áhuga­ mál eru við til at diffir­entiera í samfel­ag­ nu­m, sigur ting­kvinnan. Hon vísir somuleiðis á, at fólkaskúlin er eitt av tí, sum heldur sam­fel­agnum saman, tí har eru øll børn saman, og tað er ein vandamikil leið, tá stættarligir ella aðrir munir verða gjørdir á børn­um í einum samfel­agi, sum er eins lítið og okkara. Hin vegin staðfestir hon eisini, at ein og hvør frískúli skal góð­kennast sambært lóg­ini, og tí kann mann kenna seg rímiliga trygg an. - Men tað týdningar­mesta er, at vit nýta orku til at styrkja fólkaskúlan, so vit ikki verða splittað í ymisk sløg av borgarum, sigur hon. Frískúlar gera mun á børnum Dóttirfelag hjá Eik lænir 300 milliónir úr Bankapakka II Dótturfelagið hjá Eik Banka í Danmark hevur fingið tilsøgn um slakar 300 milliónir krónur úr Bankapakka II. Hetta styrkir um kapitalgrundarlagið og solvensin hjá Eik-samtakinum. Lánið er á 295,3 milliónir krónur, harav 27,5 milliónir kunnu umleggjast til partapening. Lánið verður upptikið 30. juni 2009 við eini effektivari rentu á 11,5 prosent. Forstjórin í Eik Banka fegnast um lánið hjá dótturbankanum. - Vit eru nøgd við, at kapitalgrundarlagið í samtakinum er styrkt, tí tað gevur tryggleika og økir vakstrarmøguleikarnar, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka. Solvensurin hjá Eik Bank Danmark styrkist og verður væntandi 16,4 prosent tann 30. juni. Kjarnukapitalurin er 12,3 prosent. Fyri samtakið merkir lántøkan, at solvensurin uppgjørdur fyri 1. ársfjórðing styrkist við 1,8 prosentstigum upp í 11,8 prosent, sum er 3,8 prosent omanfyri lógarkravdu 8 prosentini. Til sammetingar kann nevnast at Føroya Banki hevur ein solvens á 20,8 prosent. Eyðun Joensen, sálafrøðingur, ber ótta fyri, at frískúlarnir kunnu skapa ójavnar, og tí vera við til, at býta fólkini í landinum sundur Katrin Dahl Jacobsen metir, at tað hevði verið nógv betri at styrkja fólkaskúlan enn at fokusera so nógv upp á frískúlar Mynd: Sonja I. Jacobsen