fríggjadagur 26. juni 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 26. juni 2009 OYGGJALEIKABLAÐIÐ 7
arðari mótstøðu
Hóast Sigrun Smith síðst
vann gull á alternativu
oyggjaleikunum í
badminton, sum vóru í
Grønlandi, er hon ikki vís
í, at tað verður líka lætt
at vinna gull hesa ferð. –
Fleiri av teimum sterkastu
vóru ikki við tá, so tað
verður kanska torførari
hesa ferð, heldur hon
Lítið man vera at ivast í, at ein av
nýggjaru spælarunum á badmin
tonlandsliðnum er ein, ið kann vera
hinum til fyrimynd og íblástur. Tað
hevur víst seg í eitt nú FM-kapping
unum, og vónin er nú, at tað eisini
kann síggjast aftur í tí størra høpin
um, eitt nú á Oyggjaleikunum.
Sigrun Smith hevur føroyskan
pápa, sum er føddur og uppvaksin í
Havn, og her býr eisini øll hansara
familja.
– Eg eri komin higar, frá tí at eg
var lítil, og eg havi altíð elskað at
komið til Føroya, sigur Sigrun.
At hon endaði á føroyska lands
liðnum í badminton, komst av
einum øðrum, ið hevði ættarbond
hendavegin. Tað var Tobias Effersøe,
sum hevur verið venjari hjá bæði
Havnar Badmintonfelag og Bad
mintonsambandinum, sum kom í
samband við Sigrun, og soleiðis
gjørdist tað til, at hon kom á
føroyska badmintonlandsliðið.
Skal verja gull
Tá Oyggjaleikirnir vóru á Rhodos
fyri tveimum árum síðani, var
badminton ikki við, men nøkur av
oyggjasamfeløgunum funnu upp á
ráð og høvdu alternativar leikir í
Badminton í Grønlandi. Tað var
samstundis fyrstu ferð, at navnið
Sigrun Smith gjørdist kent í
føroyskum badminton, tí hon gjørdi
ikki mætari enn at vinna gull.
– Tað var øgiliga stuttligt og ein
góð uppliving at vera við í Grøn
landi, og nú gleði eg meg til eisini
at sleppa við til Álands. Vit hava
høgar ambitiónir og venja hart og
miðvíst, og tað er spennandi at vera
ein partur av hesum, sigur Sigrun,
tá vit hitta hana millum venjing
arnar fyrr í vikuni.
– Hvussu tað verður við gullinum
hesa ferð, tori eg ikki at siga so
nógv um, hóast eg veit, at fleiri
munnu vænta, at eg kann endur
taka sigurin. Men so skal eisini
sigast, at onkrar av sterkastu
oyggjunum ikki vóru við í Grøn
landi, so helst er mótstøðan eitt
sindur harðari hesa ferð. Men eg
fari at gera mítt besta, og kanska fer
at eydnast at endurtaka gullið.
Óvon við kapping
Heima í Danmark spælir Sigrun
Smith við einum liði, sum er í
næstbestu deildini, men tá hon
kappast í einstaklingakappingum,
er hon við í meistaradeildini.
– Um nakrir av føroysku bad
mintonspælarunum kundu gjørt
seg galdandi í donsku kappingini,
er eitt sindur torført at siga, tí her
eru fleiri avmarkingar. Tey somu
spæla ímóti hvørjum øðrum alla
tíðina, meðan vit niðri alla tíðina
spæla ímóti ymsum mótstøðu
fólkum, sigur hon.
– Stórt sæð alt er øðrvísi niðri, so
tí kundi tað kanska verið eitt sindur
torført. Eg merki eisini á føroysku
spælarunum, at teir kanska ikki eru
so vanir við at kappast í størri høpi.
Men tá havt verður í huga, at tey
eru so fá, so haldi eg, at tey fáa sera
nógv burturúr.
Nú farið verður til Álands, er
Sigrun kortini við gott mót, tí hon
heldur, at ein góð breidd er í hópin
um. Hóast spælarar sum Niclas
Eysturoy og Ragnar Rasmussen ikki
eru við, tí teir eru skaddir, heldur
hon eitt nú, at føroyska liðið er væl
fyri á kvinnusíðuni.
– Vit gleða okkum øll til at sleppa
til Álands, og so fáa vit at síggja,
hvat kemur burturúr. Vit fara at
royna okkara besta, sigur hon.
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Sigrun Smith vann gull á alternativu oyggjaleikunum
í badminton, sum var í Grønlandi, tí badminton ikki
var við á Rhodos fyri tveimum árum síðani. Nú skal
hon royna at verja gulli á Álandi
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Nú sleppa føroysku badmintonspælararnir aftur at royna seg á
Oyggjaleikum. Eftir hampuliga góð avrik fyri fýra árum síðani, slapp
badminton ítróttin als ikki upp í part á Rhodos fyri tveimum árum
síðani. Vónir eru um, at onkrir av føroysku badmintonspælarunum
kunnu vinna heiðursmerki.
BADMINTON
Elektron sendir Rás2 avstað
Elektron og Rás2 hava gjørt sponsoravtalu, sum er við til at tryggja
fíggjarliga grundarlagið fyri manssterka oyggjaleikaliðnum hjá
Miðlahúsinum. 9 fólk fara at umboða miðlarnar hjá Miðlahúsinum á
Álandi. Hesi fólk fara at senda á Rás2 allan dagin, skriva tíðindi til
Portalin, framleiða sjónvarpsinnsløg til Kykmyndir og skrivar greinar og
taka myndir til Sosialin.
- Vit halda, hetta ljóðar sera spennandi, og vit eru ein frísk fyritøka, sum
gjarna vil spæla við í hesum, sigur Dánjal Samuelsen,
marknaðarsamskipari hjá Elektron
Hesi umboða Føroyar í
badminton á Oyggjaleikum
Sigrun Smith
Gurið Poulsen
Brynhild Carlsson
Rannvá Carlsson
Aksel Poulsen
Absalon Eysturoy
Rógvi Poulsen
Magnus Gaard
Bjartur Lamhauge
FAKTA