Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. juni 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 120 - 26. juni 2009 7 tíðindi anin at nýta nógv tilfar, sum fólkaskúlin eisini nýtir til undirvísingina í søgu og samfelagslæru fyri at raka so breitt, sum er neyðugt fyri at næmingarnir vera upp­lýstir, men kanska um tey lesa kirkjusøgu, so taka tey okkurt tilfar afturat, sum gevur eina uppaftur betri uppfatan av hvør til dømis Calvin ella Luther var. Men kristni fer ikki at fylla meira á tímatalvuni, enn tað ger í fólkaskúlanum, men heldur verður dentur lagdur á at skapa eitt kristi­ ligt umhvørvi, og hetta verður gjørt við at seta nøkur virðir á dagskránna, sum eru við til at fremja hetta. Somuleiðis leggur Jastrid Høj dent á, at tey ikki skulu uppfostra næmingarnar til eina ávísa mentan. - Vit skulu ikki fostra okk­ara næmingar til eina aðra mentan í so máta. Tað er umráðandi, at næming­ ar­nir fara ígjøgnum alt slag av tekstum, eins og tað verð­ur gjørt í fólkaskúl­an­ um, staðfestir hon. Foreldrini skulu við Somuleiðis vísa fyrireikar­ ar­nir á, at tey fara at leggja stóran dent á foreldra­sam­ starv og vilja taka foreldrini við uppá ráð í ymiskum støð­um, sum hava við skúl­ an at gera. Foreldrasam­ starvið skal eisini innibera einstaklinga menningar­ samrøður fyri og við ein­ staka barni, har næmingurin setur sær mál at klára fram til jóla og eftir jól fram til summarferiuna. Tey koma so­statt at verða við í til­ gongdini av innlæringini hjá teirra børnum. Í leinging av tí sama fara tey at taka støði í tí ein­ staka. - Í støðum, har næmingar ikki klára at fylgja vanligu lesiætlanini, vilja vit gera einstaklinga lesiætlan fyri at møta tørvinum hjá hvørj­ um einstøkum barni, stað­ festir Jastrid Høj. Lesið meira á síðu 8 - Vit hava ikki fingið nakra umsókn enn, men eg skilji, at tey arbeiða við tí, sigur Jenny Lydersen í Mentamálaráðnum. Hon vísir tó á, at tá ein frískúli skal skipast, so skal landsstýriskvinnan taka støðu til, um tað er rúm fyri skúlanum. Tað, at skúlin sprettur úr eini samkomu, hevur tó ikki so nógv at siga í sambandi við góðkenningina, tí tað er ikki tað átrúnaðarliga sum er grundarlagið fyri góðkenningini, men at frískúlin skal verða ein fakligur og námsfrøðiligur valmøguleiki í mun til fólkaskúlan. Undirvísingin í kristnikunnleika í fólkaskúlanum skal samsvara við fólkakirkjunnar evangelisk-luthersku læru, og tað hevur Mentamálaráðið at fyrihalda seg til. - Adventistaskúlin er eisini úr eini samkomu, og tað eru nógv onnur dømi um tað í Norðurlondum. Landsstýriskvinnan skal eisini hava undirtøku í landsstýrinum fyri sínum avgerðumm staðfestir Jenny Lydersen. Hon greiðir eisini frá, at tað eru øðrvísi krøv til frískúlar, sum kunnu tykjast eitt sindur harðari. At landsstýriskvinnan skal góðkenna viðtøkurnar fyri frískúlan, og hevur tí eitt ítøkiligt eftirlitsamboð. Eisini skal landsstýriskvinna góðkenna undirvísingarætlanina hjá skúlanum. Hon leggur dent á, at tað hevur sera stóran týdning, at skúlin er eitt skikkað fakligt alternativ til fólkaskúlan, fyri at hann skal verða góðkendur. At lærararnir skulu taka undir við visjónini hjá skúlanum, er heldur ikki nøkur forðing, tí áðrenn lýst verður eftir lærarum, skal landsstýrsmaðurin hava góðkent skúlan, m. a. fakligu og undirvísingarligu visjónirnar og viðtøkurnar fyri skúlan. - Sjálvandi mugu lærararnir góðtaka grundarlagið undir einum skúla, fyri at kunna arbeiða har, men fyrsta fyritreytin er altíð tað fakliga, staðfestir undirvísingarleiðarin fyri fólkaskúlan í Mentamálaráðnum. Landsstýrið skal góðtaka skúlan Búskaparráðið loksins sett Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur valt nýtt búskaparráð. Meðan fíggjarkreppa hevur herjað kring heimin og í Føroyum, hevur einasti óhefti ráðgevandi myndugleiki hjá Fíggjarmálaráðnum, Búskaparráðið, verið uttan formann. Hetta eftir at Jørn Astrup Hansen tann 8. Desember 2008 gavst sum formaður í Búskaparráðnum vegnar truplar arbeiðsumstøður. Jørn Astrup Hansen segði tá soleiðis við Rás2: - Ongastaðni er so neyðugt við einum búskaparráði sum í Føroyum. Her er brúk fyri einari rødd, sum rópar í oyðimørkini, tí vit vita, hvussu skjótt øll kunnu taka feil samstundis. Jørn Astrup Hansen helt tá, at Búskaparráðið als ikki hevur umstøður at arbeiða undir. Antin mugu fleiri pengar latast Búskaparráðnum, so tað kann gera sítt arbeiði til lítar, ella skal tað takast av. Síðan tá hevur Búskaparráðið verið meir ella minni óvirkið. Sjey mánaðir eftir at formaðurin legði frá sær, hevur landsstýrismaðurin valt eitt nýtt búskaparráð. Tey valdu eru Durita Tausen, cand. scient. oeceon., Gunn Danielsen, cand. polit. Og Thomas Dam, MSc Financial Management and International Trade. Búskaparráðið skipar seg sjálvt við formanni. Tað er í nýggjara partinum av Kelduni, at skúlin skal halda til Skúlastovurnar í Kelduni hava verið nýttar til undirvísing, men frá august 2010 er ætlanin, at børn skulu hava møguleika at ganga í frískúlanum í Kelduni Mynd: Sonja I. Jacobsen