fríggjadagur 26. juni 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6 OYGGJALEIKABLAÐIÐ Sosialurin 26. juni 2009
Falklandsoyggjarnar
Falklandsoyggjarnar gjørdust heimskendar í 1982, tá Argentina og Bretland vóru í kríggi um valds
rættin yvir oyggjarnar, sum argentinar nevna Malvinurnar. Bretland vann tað kríggið, men enn ger
Argentina krav uppá oyggjarnar. Falklandsoyggjarnar liggja 4.800 kilometrar eystanfyri argentinsku
strondina. Talan er um tvær høvuðsoyggjar, Eystur-Falkland og Vestur-Falkland, harumframt eru 776
smærri oyggjar. Stanley á Eystur-Falklandi er høvuðsstaður.
Falklandsoyggjarnar eru eitt sjálvstýrandi øki í tí bretska ríkinum.
Nógv seyðahald hevur verið á oyggjunum, men seinastu árini hava
fiskivinnan og ferðavinnan tikið dyk á seg. Oyggjaríkið er rættiliga
stórt, 12.200 ferkilometrar, men einans 3.140 fólk búgva á
Falklandsoyggjunum.
Sigrun væntar ha