mánadagur 29. juni 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 121 - 29. juni 2009
Jaspur Vang, ting
maður fyri Sam
bandsflokkin, vil nú
hava landsstýrið at
samráðast við donsku
stjórnina um at tiðna
ríkisveitingina úr
Danmark upp aftur
so at hon hækkar og
so skal meirinntøkan
markast til at sanera
kommunuskuld við
Kommunuskuld
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skal ein partur av
donsku ríkisveitingini úr
Danmark brúkast til at
sanera skuldina hjá teimum
ringast staddu kommunun
um í Føroyum við.
Tað heldur Jaspur Vang,
tingmaður fyri Sambands
flokkin.
Hóast alt skuldi vera so
loyniligt, er meiri og meiri
likið út um ætlaða kreppu
pakkan hjá samgonguni, og
tess meiri ið er likið út, tess
fleiri hava meiningarnar um
hann verið.
Eisini Jaspur Vang hevur
sítt hugskot til kreppu
pakkan, serliga tann partin,
sum umfatar vakstrarpakk
an.
Hann vil nú hava lands
stýrið at taka samráðingar
upp við donsku stjórnina
um at tiðna ríkisveitingina
úr Danmark uppaftur.
Ríkisveitingin úr Dan
mark er eitt fast krónutal og
hann verður sostatt ikki prís
talsviðgjørdur. Men ting
maðurin fyri Sambands
flokkin vil nu hava blokkin
tiðnaðan uppaftur, so at
hann hereftir eisini verður
prístalviðgjørdur.
Men tær inntøkur, sum
landskassin so fær meiri í
kassan, skulu markast til at
sanera skuldina hjá teimum
ringast staddu kommunun
um við.
Fleiri fáa, men
ongin missur
Hann sigur, at hetta er ein
asti mátin, sum tað ber til at
sanera tær mest kreppuraktu
kommunurnar, uttan at taka
nakað frá øðrum.
Og tað heldur hann er eitt
avgjørt
pluss
í
hesum
krepputíðum.
Hann heldur eisini, at
just kommunuskuldin er
størsta forðingin fyri eini
kommunusamanlegging.
- Kommunur, ið eru hampi
liga væl fyri, vilja ikki leggja
saman við kommunum, sum
eru so tyngdar av skuld, at tá
ið ein samanlegging er
framd, ber ikki til at gera
nakað sum helst, tí skuldin
er so stór.
Nú landsstýrið hevur sett
eina nevnd at kanna allan
kommunubygnaðin, hevur
tað eisini ligið í kortunum,
at vit skulu ikki hava meiri
enn einar sjey kommunur í
Føroyum.
Í hesum sambandi hevur
tað verið nevnt, at kommun
urnar fáa høvi til at leggja
saman sjálvbodnar, men
tær, sum ikki finna út av tí,
skulu leggjast saman við
makt.
Men Jaspur Vang heldur,
at tað ber ikki til at tvinga
kommunur, sum eru hampi
liga væl fyri, at leggja sam
an við kommunum, sum
eru í botnleysari skuld, tí
tað fer at binda kommunur
nar á hond og fót.
Hann
nevnir
Suðuroy
sum dømi.
- Har hava vit Hvalba og
aðrar minni kommunur,
sum eru so mikið væl fyri
fíggjarliga, at tær hava eitt
ávíst virkisfrælsi.
- Tað ber illa til at tvinga
tær at leggja saman við
Vági og Tvøroyri, sum eru
so skuldarbundnar, at verð
ur skuldin ikki sanerað, fær
tann samanlagda kommunan
at kalla onki virkisfrælsi.
- Tí er ein sanering næst
an ein fortreyt fyri eini sam
anlegging, heldur hann.
Og hann heldur, at danska
ríkisveitingin er eitt gylt
høvi til tað, tí so ber til at
fáa fíggjarligu viðurskiftini
hjá teimum ringast staddu
kommununum í rættlag,
uttan at nakar annar situr
við eini kenslu av, at nakað
er tikið frá teimum.
Hann heldur sostatt eisini,
at hetta er ein loysn, sum
kann forða fyri, at ríkar og
fátækar kommunur verða
settar upp ímóti hvørjum
øðrum.
Men hann leggur sam
stundis dent á, at verða
kommunur saneraðar, eigur
kommunala
eftirlitið
at
verða styrkt og tað tað eigur
eisini at vera eitt krav, at
landsstýrið fær eina neyvari
fíggjarstýring av kommun
unum, so at tær ikki aftur
koma sær í óføri.
Skuldin hjá kommu-
num sanerast við
ríkisveitingini
Jaspur Vang, tingmaður fyri
Sambandsflokkin, heldur, at
tað eigur at verða ein partur
av ætlaða kreppupakkanum
hjá samgonguni, at
ríkisveitingin verður tiðna
aftur og at meirinntøkurnar
verða markaðar til at sanera
kommunuskuld við
Hevur tú handilstalent?
– handilslærlingur til Svend Krosstein
Hevur tú hug til handil, so hava
vit pláss fyri einum lærlingi (m/k) í
fyritøku okkara.
Vit bjóða tær eitt avbjóðandi starv í eini
spennandi vinnu, har tú verður partur
av einum góðum toymi og fært góðar
møguleikar fyri persónligari menning.
Lærutíðin er ávikavist 2 ella 3 ár,
og til at fáa starvið krevst HH- ella
FHS-prógv. Løn og setanartreytir eru
sambært sáttmála við S & K. Starvið
verður sett eftir avtalu.
Er hetta nakað fyri teg, ert tú vælkomin
at senda eina umsókn við prógvum og
viðmælum til:
P/F Svend Krosstein
Postboks 3229
FO-110 Tórshavn
Viðm.: Lærupláss
Umsóknarfreistin er 1. juli 2009.
Meira at vita?
Meira fæst at vita um starvið við at
ringja til Anniku Krosstein, stjóra, tlf.
34 46 02, ella til Jógvan Magnussen,
handilsleiðara, tlf. 34 46 16.
P/F Svend Krosstein er ein fyritøka í
støðugari menning og hevur í løtuni 17
fólk í fulltíðarstarvi. P/F Svend Krosstein er
einasta HVS-heilsøla í Føroyum og hevur
harafturat størsta HVS-handil í landinum. Vit
selja alt tilfar til vatnveiting, hitaverk, sanitet
og ventilatión. Eisini selja vit byrsur, patrónir,
fi skireiðskap og annað.
Pf. Svend Krosstein s Falkavegur 6 s Postboks 3229 s FO-110 Tórshavn
Tel. +298 344 600 s Fax +298 344 601 s www.krosstein.fo s krosstein@krosstein.fo
Leggja sak ímóti Royal Greenland
Stjórnin í grønlendska fiski- og veiðimannafelagnum KNAPK vil vera við, at
Royal Greenland hevur brotið høvuðsavtaluna millum partarnar við at stovna eitt
nýtt fiskivinnufelag. Tí hevur KNAPK gjørt av at leggja málið fyri ein gerðarrætt,
sigur grønlendska kringvarpið KNR. Í høvuðsavtaluni stendur, at partarnir skulu
vísa atlit fyri hvør øðrum, og hesa regluna breyt Royal Greenland við at bjóða 11
limum í KNAPK at stovna eitt nýtt felag, sigur Leif Fontaine, formaður í fiski- og
veiðimannafelagnum. Leif Fontaine leggur afturat, at tað nýggja felagið ger, at
KNAPK missir pengar, tí limir fara í tað nýggja felagið.
Skatturin kann reka fólk úr Íslandi
Íslendska stjórnin eigur at ansa eftir, at hon ikki økir
útreiðslurnar hjá fólki so nógv, at tey heldur velja at flyta av
landinum enn at knossa undir teimum øktu byrðunum. Tað
sigur hagfrøðingurin Benedikt Jóhannesson við Morgtunblaðið.
Stjórnin hevur longu framt ymsar hækkingar og hevur boðað
frá, at hon fer at hækka skattin hjá háinntøkum, og at hon fer at
hækka avgjaldið á tubbaksvørum og rúsdrekka. Benedikt
Jóhannesson sigur, at tá allar hækkingarnar eru komnar í gildi,
fara tær at kosta einum hjúnum við tveimum børnum 90.000
íslendskar krónur eyka um mánaðin. Tað er so nógv, at tað
kann fáa fleiri at flyta av landinum, sigur hann.