Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 121 - 29. juni 2009 Francesca Migotti úr Italia leggur einki í sól og summar. Tað upplivir hon hvønn dag. Í frítíðini vil hon sum onnur ferðast, men tað skal verða norður í »kuldan« FERÐAMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Mær hevur altíð dámað so sera væl londini norðanfyri. Heitu londini við Miðal­hav­ ið siga mær ikki so nógv, tí tey upplivi eg hvønn dag. Tað sigur Francesca Mig­ otti, sum í eina viku hevur ferðast kring oyggjarnar og sogið til sín av hugnámum av øllum tí, sum er henni so ókent frá sólríka Italia. Hon kemur frá einari lítl­ ari bygd – einir 5.000 íbúgv­ ar – beint uttan fyri Udine. Hon roknar tó ikki hendan býin sum nakað, ið fólk van­ liga kenna, og nevnir tí eis­ ini Trieste sum stóra býin í økinum. Teir mongu føroyingarnir, sum fylgja við italskum fót­ bólti, kenna helst nógv betri Udine og liðið í býnum, Udi­nese, enn teir kenna Tri­ este og liðið har, Triestina. Hon starvast dagliga í ein­ um klædnahandli í heim­bý­ num, har hon selur undir­ klæðir og annað til kvinnur. Men tá frítíðin nærkast, byrjar longsulin norður eftir at uppliva alt tað, sum ein italiumaður ikki upplivir í sínum gerandisdegi. - Eg havi altíð verið drig­ in norður eftir. Eg havi vitj­ að í Noregi, Svøríki, Írlandi, Skotlandi, Íslandi og nú eisini í Føroyum, sigur Fran­ cesca Migotti. Hon heldur, at londini hava nógvar líkleikar, hóast tey eisini eru ógvuliga ólík. Ferðast saman Vit prátaðu eina løtu og gjørdu so av at hittast aftur mánamorgunin, tí hetta var fyrsti dagur hennara í Før­ oyum, og hon hevði ikki tá fingið gjørt sær eina mynd av okkara oyggjum. Eftir eitt sindur av trupul­ leik­um hittust vit so aftur í Miðla­húsinum, og tá hevði Sám­al Bláhamar eisini ein týsk­­an professara í mate­mat­ ikk við í bilinum. Tey bæði høv­du verið á mest sum somu útferðum sein­astu vikuna. Hesin maðurin, Jost Hay­ den, hevur ferðast í øllum heimspørtum, tó ikki sum ferðamaður, men fyri tað mesta sum vísundamaður. Hann er við í arbeiðinum at kanna altjóða upphitingina. Víða um Francesca Migotti hevur ferð­ast víða um í Føroyum ta vikuna, hon var her. Um­framt túrin undir Enni­ bergi, ið Sosialurin sum nevnt eisini var við til, hev­ ur hon verið í Eysturoynni, Sandoynni, á Sornfelli tvær ferðir – fyrru ferð var támut og ringt sýni – og sjálvandi eisini í Kirkjubø. Hon var ovfarin av Kirkju­ bø, eins og henni dámdi sera væl túrin í Sandoynni. Men eitt undraði hana. - Kirkjurnar eru stongdar, so tú sleppur ikki inn í tær. Soleiðis er tað als ikki í Italia. Har standa kirkjurnar altíð opnar og fólk vitja tær allar tíðir av døgninum, sig­ ur Francesca Migotti. Annars hevði hon, sum flestu onnur ferðafólk, bara gott at ber Føroyum og ser­ liga føroyingum. - Eg hevði slett ikki torað at fari út einsamøll um kvøldið í Italia, heldur ikki í tí lítla býnum, har eg búgvi. Men her í Føroyum hugsi eg als ikki um tað, her kenni eg meg púra trygga. Føroyingar eru ser­stak­liga blíðir og fyri­ kom­­andi, og tú kennir teg veru­­liga væl her. Øll hava tíð og eingin strýkur bara fram­ við, sigur Francesca Migotti. Vitjað 106 lond Sum nevnt hevur týskarin, ið gjørdi Francescu ferðalag fleiri av túrunum, ferðast sera víða og hevur vitjað allar heimspartarnar. - Fyrr sá eg bara flog­vøll­ in, hotellrúmið og fundar­ hølið í teimum londum, eg vitjaði, men nú havi eg sett í meg, at eg skal taka mær betri tíð. Tí hvat nyttar at siga, at tú hevur verið í ein­ um landi, tá tú slettis einki hevur sæð av landinum, spyr Jost Hayden. Hann hevur tí sett sær fyri, at hann skal brúka nakr­ ar dagar at síggja seg um, tá hann ferðast í einum landi. Í Føroyum hevur hann tó ikki nakra arbeiðsuppgávu, men hevur bara valt at koma higar at ferðast og at síggja sum mest av oyggj­ unum. Og eisini hann er full­ur av lovorðum um Før­ oyar og føroyingar. Og hóast hann tey mongu fyrstu árini ikki sá serliga nógv av teimum londum hann vitjaði, so hevur hann kortini higartil vitjað í 106 londum í heiminum, og hev­ ur tí eina ávísa barlast, tá tað ræður um heimsvísund. Eins og Francesca er Jost sannførdur um, at hetta verður ikki seinasta ferðin, at hann vitjar okkara vøkru oyggjar. Tað var bert av tilvild, at tey komu at ferðast saman, og tað var somuleiðis av tilvild, at tey bæði fóru við sama flogfari av landinum aftur týsdagin. Hon heim til Italia, og hann víðari til Sval­bard í arbeiðsørindum. Á dagstúrinum á Sandoynni ótu tey matpakka í Søltuvík Mynd: Sámal Bláhamar Suðurlendingur elskar Norðurlond Francesca Migotti var sera hugtikin av Ennibergi. Her er hon avmyndað umborð á Alpha Pilot undir túrinum Mynd: Jens Kristian Vang Tey bæði, Francesca Migotti og Jost Hayden, ferðaðust saman á fleiri av útferðunum kring í oyggjunum Mynd: Jens Kristian Vang Trónarvingar skriva bók Teir tríggir norðurlendsku trónarvingarnir, Fríðrikur krúnprinsur í Danmark, Haakon krúnprinsur í Noregi og Victoria krún­prin­s­ essa í Svøríki, eru í ferð við at skriva eina bók um tað, sum tey sóu, tá tey í fjør vitjaðu Svalbard og í ár Grønland. Tað skrivar Aftenposten. Bókin er um veðurlagsbroytingarnar og um gransk­ ing­ina og lívið í tí arktiska økinum. Tey trý skriva hvør sín part av bókini, sum tey annars skriva saman við trimum um­hvørv­is­ granskarum, Pål Prestrud úr Noregi, Minik T. Rosing úr Grøn­ landi og Anders Karlqvist úr Svøríki. Norska forlagið, sum stend­ur fyri útgávuni, sigur, at tann ikki sørt sjáldsama bók­in kemur í bókabúðirnar í Danmark, Noregi og Svøríki í oktober. Nógv rúsevni í Iran Iransku myndugleikarnir viðganga, at rúsevnamisnýtsla er vorðin ein fast­ ur partur av lívinum hjá altsamt fleiri iranum, sum brúka evnini sum heili­ vág ímóti strongd. Hetta hendir, hóast iranska lóggávan er sera strong á júst hesum økinum. Eitt nú sigur lógin, at tann, sum hevur fimm kilo av opium ella 30 gram av heroini uppi á sær ella við hús, kann fáa deyða­revs­ ing fyri tað. Ein tænastumaður í iranska rúsevnaeftirlitinum sigur við fjøl­ miðlarnar, at meginparturin av rúsevnunum kemur um markið úr Afgh­an­ istan, hóast 10.000 iranskir trygdarhermenn eru á varðhaldi fram við tí 800 kilometrar langa markinum. Í fjør fekk eftirlitið fatur á 1.050 tonsum av rúsevnum, men tað er bara ein triðingur av tí, sum kemur inn í landið á hvørjum ári, sigur tænastumaðurin.