Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 121 - 29. juni 2009 Hann hevur havt ein fingur við í spælinum hjá so ymsum tón­leik­ararum sum Teiti, MC Hár og Guðrið Hansdóttir. Í kvøld fáa vit høvi at uppliva Aldubáruna framføra próvtøkukonsertina hjá nýútbúna tóna­skaldinum Tróndi Bogason Portrett Kinna Poulsen Hann er sonur Boga Hansen og Berg­tóru Hanusardóttur, føddur í Havn í 1976, her hann gekk síni fyrstu skúla­ár í Nonnu- og síðani Komm­unuskúlanum, áðr­enn hann fór niðan í Hoy­dalar. Hann byrjaði at lesa tónleik á uni­versitetinum í Keyp­manna­havn, men skifti í 1999 til konservat­ori­ið, har hann í 2005 gjørd­ist kandi­datur í kom­posi­tión, og har hann til nú hevur hann gingið í einum serligum komponistaflokki. Tróndur er búsitandi í Keyp­manna­havn, har trý ára gamla dótturin Tóra eis­ini býr. Eitt hitt fyrsta, eg ør­minn­ist um hann, stavar frá eini hugnaløtu einaferð síðst í hálvfemsunum, tá undir­rit­aða og tónaskaldið í einari av mongum góðum veitsl­um í Keyp­ mannahavn hjá útiseta­kór­inum Mpiri, bils­in gjørdust greið yvir, at bæði eru limir í sama eks­ klusiva klubba av børnum, sum av misgáum komu til at bera skrelli­posan við sær í skúla, og sum í grundini alt ov sjáldan fingu rós fyri hesi herligu evni teirra til hugspjaðing og til at vera burturi í øðrum heimi, sum mang­an eru hent, ikki minst í sambandi við listina. Eitt summarkvøld herfyri hitti eg 33 ára gamla tóna­skaldið væl seinni á kvøldi enn ætlað. Summar­mjørki er í Vágunum, men hetta tyk­ist ei darva Trónd Boga­son, sum sær út at kenna seg sera væl á uttandura­caféini í Vágsbotni, glaður um høvið at greiða frá, so eg spyrji, hvussu tað kennist at vera endaliga liðugur við Det Konge­lige Danske Musik­kon­serva­torium Tróndur Bogason (TB): Tað følist frálíkt. Ikki so­leiðis at skilja, at tað ikki var gott á konserva­tori­inum, tí tað vóru ómetaliga læru­rík ár. Men nú var tað eisini gott at koma víðari. Eg havi eisini fingið nokkso nógv at gera, havi fingið bílegg­ingar av verkum, eins og verk­ætlanir og ymiskt sam­­starv er í gongd, so eg eri glaður og til reiðar. Spennandi at eg tók feil Kinna Poulsen (KP): Hvað­an stav­ar áhugin fyri tón­leiki? TB: Eg veit ikki rættiliga, men mamma spældi klaver, og tey lurt­ aðu nógv eftir klassiskum tónleiki heima. Tað er ikki fyrr enn nógv seinni, eg havi hugsað, at hetta óivað hevur havt týdn­ing. Eg sat og klimpraði og byrjaði at ganga til klaver nokkso tíðliga, tá eg var eini tíggju ára gamal. Klav­ er­lær­arin, Bjarni Restorff, var fínur og dugdi at gera frá­læruna áhuga­verda fyri meg við hóskandi avbjóð­­ing­um, so at eg gjørdist al­samt meira áhugaður í tónleiki. Bjarni fekk eisini eitt sindur av ástøði inn í frálæruna á tann hátt, at vit diskuteraðu og tulkaðu tón­leikin upp á ein sera peda­gog­iskan máta, so at eg spakuliga fekk eina kenslu av, hvat tónleikur er. Síðan lærdi eg meg at spæla gitt­ara – ikki at eg dugi øgiliga væl, men eg fann í hvussu er útav, hvussu gittarin fung­erar í mun til klaverið. Eg og Fríði Øster spældu nógv saman og seinni eisini sam­an við øðrum, og hetta at spæla í bólkum vant upp á seg, og tónleikurin bleiv eisini spakuliga betri. KP: Og so vart tú mað­urin handan legendariska bólkin MC Hár við óskikki­ligu tekstunum og rættiliga ambitiøsu kompositi­ón­ un­um, men tá vart tú vorðin nokk­ so vaksin? TB: Nei, eg haldi ikki, at eg var nógv meira enn fimt­an, tá tað byrj­aði við Niels Una, Allan og øll­um møgu­ligum. MC Hár var ein øgiliga skiftandi forsamling av nógvum fólkum, sum kend­ust, og sum komu sam­an at spæla. Í grundini var tað heilt frá byrjani, at eg skrivaði sangir, og tað bara vant upp á seg. Tað mesta av tí er ongantíð blivið spælt, men tað hevur allíkavæl verið góð trening, og áhugin gjørdist alsamt størri. KP: Men tað er nokkso langt ímillum vanligan tón­leikaáhuga og at spæla við ymiskum bólkum og so tað at fara á konservatoriið. Nær kom tann avgerðin? TB: Eg haldi, tað var, tá eg gekk í studentaskúla, at áhugin fyri nýggjum tón­leiki kom. Eg hevði verið til onkrar konsertir og helt tað vera tað reina pling­ plong. Eg skilti als ikki ein pinn av tí, men eg var for­vitin og í grundini áhugaður í at fáa staðfest hendan var­hugan av, at tað var nakað tvætl. Men eg fann útav, at eg tók feil, og tað var altso spennandi. »Le Sacre du Printemps« KP: Var tað nakað serligt, sum gav tær hesa ásannan av, at tú fórt skeivur? TB: Ja, tað var »Le Sacre du Printemps« (Várhalgan) hjá Stra­ vinski. Eg hevði lisið um hetta verkið frá 1913 í einum tónleika­ leksi­kon, har tað stóð hvussu fanta­s­tiskt og progressivt tað var og um øgiligu gøl­una, sum var, fyrstu ferð tað varð framført í Paris. So eg koyrdi tað frá, og tað var ræðuligt og strævið at lurta eftir og eg skilti einki av nøkrum. Men tá eg so hevði hoyrt verkið einar fýra ferð­ir, skilti eg ikki meir hvat tað var, eg ikki hevði skilt. So var tað knapp liga nakað tað besta, eg nakrantíð havi hoyrt. KP: Hvussu gamal vart tú tá? TB: Seytjan ella átjan haldi eg. Tá var Sunleif (Ras­mussen) eisini byrjaður at hava kompositiónsskeið í Føroyum, og vit vóru nøkur, sum gingu har. Tað gav mær ómeta­liga nógv. Eg gekk til privat­undirvísing hjá Sunleif og helt fram við tí, tá eg kom niður. Eftir eini tvey ár søkti eg inn á kon­servatoriið. Sunleif hevur sostatt havt stóran týdn­ing fyri meg, men tað hava Summartónar, sum Fel­ag­ið Føroysk Tónaskøld byrjaðu í 1992 í grundini eisini. Nýggjur tónleikur er jú ikki nógv at hoyra í út­varp­inum, so tað er um­ráðandi at hava ein tílíkan festival. Eitt av enda­málunum við Summar­tón­um er fáa gongd á skriv­ing­ina av føroyskum tónlista­verk­um, og tað hevði jú øgiliga stóran týdning fyri meg, at eg slapp at skriva til teir ymisku tónleikararnar, ið vitjaðu hendan vegin sum t.d. ís­lendski bólkurin Caput, ið spældi eitt av mínum verkum. KP: Hvat annað hevur havt týdn­ing? TB: Eg havi havt nógvar ótrúliga dugnaligar lærarar á konser­vatori­inum, t.d. hevði eg Hans Abra­ham­sen í kompositión, og hann lærdi meg eina rúgvu um at vera ná­greiniligur og at gera arbeiðið lið­ugt. Merete Westergaard var fram­úr­skar­andi lærari í hoyrilæru, og hon lærdi meg t.d. at lesa frá blaðnum. Eg haldi eis­ini, at eg lærdi okkurt ser­ ligt av tíðini í Hol­landi á The Royal Conservatoire í Den Haag, tí har vóru tey meira strang. Alt gott um danska kon­serva­toriið, men tey eru rættiliga liberal. Ráð­ andi sjónarmiðið tykist vera, at øll hava rætt og at alt er loyvi. Tað gekk als ikki í Hollandi, tí har mátti tú veruliga arbeiða og halda teg til reglurnar. Tað var iva­leyst gott fyri meg, og eg lærdi nógv av at vera noydd­ur at opp a meg og arbeiða meira disiplinerað. Somu­ leiðis hava tey tíggju árini í Mpiri eisini lært meg nógv t.d. um kontrapunkt. At síggja hvussu kórleiðarar ar­beiða við tilfarinum, at upp liva hvussu t.d. Gorm (Lar­ sen – kórleiðari hjá Mpiri) arbeiðir við renes­ansu­­tilfari er fantastiskt. Eis­ini var tað læruríkt at upp­liva, hvussu Sunleif ar­beiðir við at fáa tað at stemma. Bábel – debutkonsertin Í kvøld verður konsertin fram­ førd, sum var endaliga próv­tøkan hjá Tróndi á kon­servatoriinum. Eg undr­ist á, hvussu hann byrjar upp á eitt tílíkt verk, um tað er ein melodilinja ella eitt hug­skot? TB: Tað byrjar allarhelst við eini ljóðmynd, sum eg havi inni í høvdinum, men eg haldi í grundini tað rigga best, tá tað liggur í sjálv­um hugskotinum, hvussu verk­ið verður framført. Eg havi longu broytt okkurt, sum eg ikki helt fung­eraði so væl á debutkonsertini. Men kon­septið er grundleggjandi tað sama og tað er serligt við tað, at fleiri bólkar spæla í senn í fleiri rúmum. Tey spæla hvør sítt indi­ viduella stykki bæði í senn og viðhvørt hava tey steðgir, so tað kann kanska rópast eitt slag av installatión við tónum. Meiningin er, at áhoyr­arin sjálvur ger av, hvar hann stendur ella um hann gongur runt millum bólkarnar. Á henda hátt gerst ljóðupp livingin inter­akt­iv, og haldi eisini, at tað er sum um, at sjálvar kon­sert­ ramm­urnar blotna onk­urs­vegna. Klass­iskar kon­sert­ir eru so øgiliga sið-bundnar við smoking Ein floyta er ein floyta... ” Tað var ræðuligt og strævið at lurta eftir Stravinski, til tað knappliga var nakað av tí besta, eg havi hoyrt - Nærleikin við føroysku náttúruna hevur eina serliga ávirkan á mín tónleik. Men tað hevur MTV so sanniliga eisini, og tað hevur fyllt minst líka nógv sum Ólavsøkusangurin, sigur Tróndur Bogason, sum júst hevur lokið prógv sum tónaskald á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium ” Nýggjur tónleikur er jú ikki nógv at hoyra í útvarpinum, so tað er umráðandi at hava ein festival sum Summartónar