Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 121 - 29. juni 2009 og sum heild eini rúgvu av konventiónum, ið skulu haldast. Tað kann vera fínt, men eg haldi eisini tað kann vera ein stoppiklossur, sum kann halda fólki burturi, sum annars kundu fingið okk­urt burturúr tónleik­in­ um. Tey fimm stykkini í mínari konsert kunnu spæl­ast hvørt fyri seg og summi teirra eru eisini framførd sum sjálvstøðug verk. Grund­leggjandi hugskotið snýr seg um tað, at kunna hugsa um tvey ting í senn. KP: Tað er sum við hasum fig­ ur­inum hjá danska sálar­ frøðinginum Edgar Rubin, sum antin vísir ein vasa í miðjuni ella tvey andlits­umhvarvi, ið forma vasan. Tað er ógjørligt at uppfata bæði mynd­evnini í senn. TB: Ja, men tankin fas­cinerar meg. Eri eisini sera áhugaður í gomlum stereo­grammum, har tú við at stara og skeita brádliga sært tann trýdimensionella form­ in, sum er goymdur í mynd­ini. Tað snýr seg jú í stóran mun um per­ceptión. Tað er ymiskt hvussu vit eru fyri og tað er kanska ikki altíð vit megna at uppliva júst klikk­ið og tá er tað umráð­andi, at fólk allíka­væl fáa nak­að burturúr mín­ari kon­sert. Hetta er ein grund til, at eg havi broytt tann fyrsta partin av konsertini. Eg havi hugsað um hetta sama hugskotið áður, og eg havi gjørt royndir við tí, men tað er ikki eydnast mær at gjøg­num­føra tað ordiliga fyrr enn nú. Heit­ið á verkinum Bábel sipar til, at verkini eru sera ymisk og tala hvørt við sínari tungu. Til dømis verða eitt rímiliga straight con­ tem­perary verk og ein wiener­ klass­isk strúki­kvar­tett, sum jú heilt týðiliga eru tvey sera ymisk tón­leika­mál, sett upp móti hvørjum øðrum. Crossover verkætlanir KP: Tú hevur eisini arbeitt við so­nevndum crossover verk­ætl­ anum, har fleiri lista­greinir sam­ starva við tón­leiki, dansi, performance, t.d. tað absurda verkið »Investigations of a Dog« TP: Ja, Rannvá Káradóttir, Marianna Mørkøre, Andras Olsen og eg gjørdu »Inve­stiga­ tions of a Dog« (2007), sum var ein audio­visuel kon­sert fyri messingblásara, dansarar og video, ið er grundað á eina stuttsøgu eftir Franz Kafka. Men so er tað eisini verkið »Bar­bara«, sum seinni í ár verð­ur framført í Norður­landa­hús­inum í Havn, í Mentanar­húsinum í Runavík, í Íslandi og í Danmark. - Hetta er eitt verk, sum er bílagt av einum donskum dansihópi, sum eitur Saga Dance Company, og sum verður eitt samstarv millum dansararnar og kórið Mpiri. Nakað av tí mest áhugaverda við hesum verki haldi eg vera dentin, ið verður lagd­ur á improvisatión. Hetta verður ikki nøkur opera ella eitt sum soleiðis dramatis­er­að verk av skaldsøguni hjá Jørgen Frantz-Jacobsen, men nógv meira einfalt og stiliserað. Vit ætla at royna at fáa tað klaustro­ fobiska í einum oyggjasamfelag fram, á hendan hátt verður evnið eitt sindur meira al­ment og nýtist ikki bara at snúgva seg um Føroyar. Verkið verður myndað av upplestri, elektronikki, per­ cussion og kingosálmum, har eg havi tikið støði í lýs­ing­unum hjá einum antropo­logi, sum var í Føroyum fyri langari tíð síðani og sum helt, at føroyingar sungu so ljótt: “..hver fugl synger med hver sit næb”. Her havi eg gjørt ymsar mel­odi­ir, sum liggja og snúra rundanum lagið í kingo­ sálminum, og tað haldi eg riggar nokkso væl. Improvisatiónin er sentral í hesum verkinum, sum kann variera frá at vara ein hálvan til fimm tímar. Eg haldi im­provisatión vera grund­leggj­ andi áhugaverda, sam­stundis sum hon er ógvuliga vandamikil. Sjálvt um tað skal eitast at leggja upp til púra fríar tónar, ið verða uppfunnir í løtuni, so vísir tað seg ofta, at fólk gera tað, sum er behagiligt fyri tey, og tað vil siga tað sama sum tað, sum tey eru von at gera. Fyri meg er tað tí um­ráð­andi, at improvisa­ti­ón­irnar verða stýrdar. Tóroddur og Tarira Verkini hjá Tróndi Bogasyni eru umframt, at tey sjálvandi eru sera ymisk, fleirtýdd og artistisk og ofta eisini sera humoristisk, t.d. kórverkið “Møsnúlin” við teksti eftir Tórodd Poulsen. Tóroddur er eisini á skránni í nærm­astu framtíð, tá Tróndur fer at taka upp yrkjaran, meðan hann lesur upp egnar tekstir. Upptøkurnar skal hann brúka í onkrari av teimum mongu verkætlanunum, sum eru í stoypiskeiðini. Tróndur er yvirhøvur sera áhugaður í yrkingum, og uppruna­ liga hugskotið til at gera hesa samrøðu kom av lyriska og minimalistiska verk­inum »Noc­ turne 1«, sum Tróndur hevur skrivað eftir bílegging frá kórinum Tarira, sum veruliga er eitt einastandandi verk, ikki minst orsakað av mátanum, sum kompositiónin full­komi­liga samsvarar teirri løgnu, brota­kendu yrking­ini, har ein kvinnu­lýsing og ein landslagslýsing tykjast eitt sindur tilvildarliga sam­an­settar. - Men tað er júst tann at síggja til óstortsliga samansetingin, sum ger, at yrkingin skapar sín egna alter­ nativa veruleika í stað­in fyri bert at herma eftir teim­um verandi veruleik­un­um, sum t.d. í eini land­s­ lags­yrking við kvinnu­meta­forum ella eini kvinnulýsing við landslagsmetaforum. Á onkran hátt er tað eins og tín komposi­tión á sama hátt skapar ein triðja veruleika? TB: Ja, eg gjørdist rætti­liga hugtikin av hasi yrk­ing­ini hjá Róa Paturssyni. Fyrst helt eg hana vera stutt­liga við løgnu orða­saman­set­ingunum, men so las eg hana betri og uppdagaði tað fantastiska, sum hendir, at summi orð gerast ótrúliga sterk í hesu nýggju saman­set­ing­ini, og hetta havi eg roynt at fingið fram í kom­positiónini. Føroyskt tónaskald við viðburði KP: Tvær DVD-fløgur eru á veg út, har tú hevur gjørt útseting­ar­nar hjá ávikavist Teitur og Choir of Young Believers, sum spæla saman við DR Underholdningsorkesteret. Greið frá sam­starv­inum og framtíðar ætlanum. Eru bí­legg­ing­ ar strævnar, tí tær eru bundnar? TB: Samstarvið við DR Uderholdningsorkesteret er komið í lag orsakað av sam­starvinum við Teitur. Tað hevur verið ómetaliga áhuga­vert, og fólkini hava sýnt mær stórt álit á tann hátt, at tey hava verið við uppá tey allarvillastu av mín­um hugskotum. Eg eri bookaður til einaferð í mars næsta ár til at gera ógvuliga ymisk ting. Eg havi bílegg­ingar úr Nor­ egi, Danmark, Svøríki og møgu­ liga eina her úr Før­oyum. Bílegg­ ing­arnar eru í grundini lut­fals­liga opnar, men eg má sjálv­andi taka atlit til bólkin, ið bíleggur og hvat slag av instru­mentum myndar við­ kom­andi bólk. Men eftir­hond­ini eru næstan øll við uppá at brúka ele­ktr­onikk, sum gevur nakrar klangligar møguleikar, sum mær dámar. KP: Samanblandið av stíl­um í Bábel kundu týtt uppá, at tú ert postmodernist? TB: Altso tað veit eg ikki. Hatta haldi eg í grundini er fyri komandi tónleikasøgu­frøðingar at finna út av. Sjálv­andi skal eg vera tilvit­aður og umhugsa míni hug­skot osfr., men eg eri ikki tann, sum skal plasera mín tónleik. KP: Men umframt Sunleif Rasmussen ert tú einasta tónaskald í Føroyum, sum hevur formliga útbúgving í kompositión frá konserva­tori­inum. Sært tú teg sjálvan sum eitt føroyskt tónaskald TB: Tað er ein góður spurn­ ingur. Føroyska hevd­in við kontemporerum tón­leiki er jú rættiliga ung og fáment. Tað var William Heine­sen, sum byrjaði eina­ferð í 1950´unum, og so skulu vit heilt fram til sjeyti­árini, áðrenn Pauli í Sanda­gerði og síðani Bjarni Rest­orff osfr. fara í gongd. Eg haldi, at danska tónaskaldið Vagn Holmboe hevur havt stóran týdning fyri føroyskt tónasmíð og fyri sjálva upp­ fatanina av tónleiki í Før­oy­um heilt fram til í dag við verkunum, sum hann hevur gjørt, og sum Ólavur Hátún hevur fingist við. - Men fyri at koma aftur til spurningin, so eri eg sjálvandi bæði tónaskald og føroyingur. Tónleikurin hjá mær er ávirkaður av øllum tí, eg havi upplivað, og eftir­sum eg eri vaksin upp her, hava Føroyar stóran týdn­ing. Eg haldi eisini, at nær­leikin við náttúr­ una hevur eina serliga ávirk­an. Men tað hevur MTV so sanniliga eisini, og tað hevur fyllt minst líka nógv sum Ólav­­søku­sangurin. Har er okk­urt við Waagstein, sum hoyr­ ist aftur í nógvum før­oyskum tón­ leiki, okkurt mel­ank­olskt kanska. Men deyðin kennist øgiliga tætt í Før­oy­um. Eg hugsaði um tað í dag, tá eg sat í flogfarinum og las avís­ina. Har var ein krossur á síð­ uni, eg las ikki minning­ar­orðið, men eg hugsaði: ja, nú eri eg á veg til Føroya aftur. Floytulát ella fuglatrilla Vit práta nokkso leingi aft­ur og fram um føroyskan tón­leik. Eg greiði frá, at eg minnist fyri 20- 25 árum síð­ani, hvussu øðrvísi sangurin hjá Sunleif Rasmussen “Sig mær hví er foldin føgur” ljóð­aði og sangirnir hjá Paula í Sandagerði, sum eisini vórðu mettir at vera ógvuliga modern­ aðir. Tað er merkiligt, at hesir vakru sangir tá megnaðu at pro­ vok­era sjálvt tey hampi­lig­astu kórfólkini. Tað er næst­an ómøgu­ ligt at ímynda sær hetta í dag, men vísir, at ein menning hóast alt er farin fram í føroysku tón­ leika­fat­an­ini. Eg nevni, at eg haldi meg hoyra stóran mun á tónleikinum hjá Sunleif og Tróndi. TB: Beint í løtuni arbeiði eg nógv við ávísum skip­an­u­m, m.a. við einum skala­systemi, sum er ein ógvuliga fleksibul skipan, ið eg brúki í staðin fyri tonalitet og so eisini rútmiskar skipanir. Sun­ leif arbeiðir á sama hátt, bara við nøkrum øðr­um skipanum. KP: Jú men í hansara tón­leiki hómi eg elasmáar glott­ar av føroysku náttúruni, og tað geri ikki í tínum verkum. TB: Tað ørkymlaði meg eisini nokkso nógv á kon­ser­vatoriinum, tá fólk partú skulu assosiera eina floytu, ein floytutóna ella eina floytu­trillu við fuglalát. Eg royndi at greiða teimum frá, at ein floyta í mínum tón­leiki í grund­ini bara er ein floyta, that´s it! Men sjálv­andi, fólk mugu assosi­era, sum tey vilja. Og nú er seint og lotið kalt, og sjálvt um oman­fyri­standandi setningur við floytu­trilluni neyvan var tað sein­asta, sum varð sagt hetta kvøldið, so riggar hann sum yvirskrift og av­rund­an av hesi sam­ røðu við týdningar­mikla samtíð­ar­ listamannin Trónd Bogason. Á Summartónum í kvøld klokkan 20 fer Aldubáran at framføra debutkonsertina hjá Tróndi Bogason í Listaskálanum ” Deyðin kennist øgiliga tætt í Føroyum ” Tað er kanska ikki altíð, vit megna at uppliva júst klikkið, og tá er tað umráðandi, at fólk allíkavæl fáa nakað burturúr mínari konsert »We are sailing« hjá Tóroddi Poulsen. Skemtiliga og poetiska huglagið í myndum Tórodd Poulsens gongur aftur í summum verkum hjá Tróndi Bogasyni.