mánadagur 29. juni 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 121 - 29. juni 2009
13
Skattakrónurnar minka.
Vinnulívið mennist ov
lítið. Talentini hvørva av
landinum og koma ikki
aftur. Nú mugu vit
handla. Líkt er til, at
Tórshavnar kommuna
má ganga á odda
Ein dynamiskur høvuðsstaður
Føroyingar hugsa eins og øll
onnur nútímans fólk sum heil
menniskju. Vit verða eggjað av
spennandi professionellum
avbjóðingum og trívast best í
framtíðarstrembandi fyritøkum
og størvum. Hinvegin raðfesta
vit eisini høgt tey virði og tað
virksemið, sum geva allari
familjuni spennandi upplivingar
uttan fyri arbeiðslívið.
Tí hava allir flokkar í Tór
shavnar kommuna í fleiri ár
lagt stóran dent á sosialmál,
útbúgving og mentan eins væl
og á meira siðbundin vinnu
viðurskifti. Vit hava ment
barnaansingina munandi við
nógvum nýggjum dagstovnum.
Vit eru í holt við risastórar
skúlaætlanir, og vit hava ment
ítróttaøkið nógv. Kommunan
hevur styrkt ungdómstilboðini á
Margarinfabrikkini. Kvøld
skúlin hevur fingið nýggj høli,
og vit fyrireika í løtuni ein
nýggjan musikkskúla.
Kommunan arbeiðir eisini
miðvíst við at leggja til rættis
ein meira spennandi og attrak
tivan miðbý. Vit miða heilt
einfalt móti at skapa ein meira
dynamiskan høvuðsstað til heil
menniskju. Umfatandi trivnað
arkanningar vísa eisini, at
borgarar í kommununi eru bara
heilt væl nøgdir við tilboðini í
høvuðsstaðnum.
Vøkstur heldur enn
niðurlaging
Samstundis noyðast vit at viður
kenna, at føroyska samfelagið
hevur stórar avbjóðingar fyri
framman. Vit verða ikki bara
rakt av somu altjóða fíggjar
kreppu sum øll onnur. Vit
mugu eisini taka støðu til nógv
meira serføroyskar vinnuligar
og búskaparligar avbjóðingar.
Ítøkiliga kunnu vit stað
festa, at verandi vinnur hava
sítt at dragast við. Fleiri
týdningarmiklir fiskastovnar
eru undir hørðum trýsti ella
beinleiðis illa fyri, samstundis
sum stórir partar av vinnuni eru
búskaparliga og fíggjarliga hart
raktir. Høvuðsvinnan er
harafturat eyðkend av nógvum
handaligum arbeiði, ið sum
kunnugt hevur lyndi til at flyta
til fjarskotin lond. Meira
generelt ber okkum heldur ikki
til at skáka okkum undan
teimum greiðu vegleiðingunum
frá bæði heimsmarknaðinum og
vinnufrøðingum um, at vit
mugu dúva uppá vitanartyngri
og meira nýskapandi vinnur.
Vit kunnu kenna hesa støð
una sum eina so stóra hóttan
móti okkum, at vit missa pippið
og motivatiónina til at gera
nakað. Ella vit kunnu halda
avbjóðingina vera spennandi og
lata hana inspirera okkara
politiska og fakliga ítróttaanda.
Vit kunnu enntá síggja brotið
við gomul mynstur sum nýggjar
og ótroyttar vinnuligar møgu
leikar. Í Tórshavnar kommunu
ivast vit ikki í, at vit skulu
leggja dent á avbjóðingarnar og
møguleikarnar.
Vit velja vøkstur fram um
bera niðurlaging, nú tað síður
saman um verandi vinnur, og
skattakrónurnar fækkast. Vit,
sum vara av skattakrónunum
hjá borgarunum, skulu sjálv
andi vísa ábyrgd og tryggja, at
so nógv sum tilber fæst fyri
hvørja teirra. Men vit vísa
eisini ábyrgd, tá vit bretta upp
um armar til tess at fáa nýggjan
vøkstur og nýggjar
skattakrónur.
Vit mugu hava fatur
á talentunum
Vit mugu leggja nógv størri
dent á framtíðartryggjaðar
vinnur, sum byggja á servitan
og kreativitet. Hesar vinnur
skulu sjálvandi byggja á teir
kjarnuførleikar ella serligu
fortreytir, sum vit longu hava.
Men tær krevja eisini, at vit fáa
eina nógv størri tilgongd av
talentum við hollum altjóða
royndum, góðum útbúgvingum,
skapandi huglagi og sterkari
drívmegi. Vit hava tí tørv á eini
nógv størri tilgongd av føroysk
um útisetum eins væl og øðr
um, sum av fakligum ella
persónligum orsøkum eru til
reiðar at røkja sína karrieru her
hjá okkum.
Hetta krevur tó broytingar og
menning av føroyska sam
felagnum. Tær umfatandi
útisetakanningarnar í ávikavist
Keypammanhavn og London,
sum Tórshavnar kommuna er
partur av, vísa, at útisetarnir
raðfesta spennandi og avbjóð
andi størv við regluligum sam
bandi við altjóða samfelagið
saman við góðum frítíðar
umstøðum hjá allari familjuni.
Hetta samsvarar væl við úrslit
frá nýggjari vinnugransking í
framkomnum londum.
Tað hevur í nógv ár verið gott
latín, at eitt vælrikið vinnulív
skapar tað meirvirðið, sum ger
okkum før fyri at gjalda fyri ein
varieraðan lívsstíl við góðum
mentanarligum og øðrum til
boðum. Men í einum nútímans
samfelagi vendir pílurin eins
nógv hinvegin. Eitt fjøltáttað
samfelag við ríkum mentanar
tilboðum og góðum sosialum
virðum er eins væl sjálv for
treytin fyri vinnuligari og
búskaparligari framgongd. Tað
er heilt einfalt hetta slagið av
samfelag, sum dregur talentini
til sín, og tað eru talentini, sum
menna nýggjar eins væl og
verandi vinnur.
Skipað vakstrarætlan
Føroyum tørvar av álvara ein
meira virknan vinnupolitikk.
Lata vit bara standa til, mis
eydnast tað okkum at fáa teir
talentfullu útisetarnar heim
aftur, eins og vit eru í vanda
fyri at missa tey dugnaligastu
her heima av landinum.
Tórshavnar kommuna er til
reiðar at ganga á odda í roynd
unum at forða fyri eini tílíkari
ússaligari gongd. Bæði tí, at vit
hava neyðuga viljan til tess, og
tí at útisetakanningarnar geva
greiða ábending um, at møgu
ligir tilflytarar at kalla bert vilja
búgva í høvuðsstaðnum, sum
millum føroyskar kommunur
minnir teir mest um útlendsku
stórbýirnar. Vit mugu minnast
til, at høvuðsstaðurin í hesi
støðu ikki kappast við aðrar
føroyskar kommunur, men við
útlendskar metropolar sum
Keypmannahavn, Århus,
Reykjavík, Stockholm ella
London, har nógvir føroyingar
trívast væl og standa seg væl
við góðum størvum.
Okkum nýtist eina samlaða
strategiska vakstrarætlan fyri
høvuðsstaðin. Vit ynskja eitt
tætt samstarv við vinnuna,
nýskapanarumhvørvini,
arbeiðsmarknaðin, útbúgvingar-
og granskingarstovnar, mentan
arlívið og onnur. Vit hava sein
astu mánaðirnar fyrireikað
ætlanina við at savna betri
vinnuhagtøl, gjørt trivnaðar
kanningar, tikið lut í útiseta
kanningum, verið við á
JobMatch í Keypmannahavn og
á annan hátt.
Endamálið er, at fleiri og
fleiri av talentunum skulu hitt
ast og virka í tí alsamt meira
dynamiska føroyska høvuðs
staðnum – øllum landinum at
gagni.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Viljin til vøkstur
Tíðargreinin
tíðargreinin
Heðin Mortensen, borgarstjóri,
Bogi Andreassen, varaborgarstjóri
Sjúður Olsen, 2. varaborgarstjóri
»Vit velja vøkstur fram um
bera niðurlaging, nú tað síður
saman um verandi vinnur, og
skattakrónurnar fækkast«
»Okkum nýtist eina samlaða strategiska vakstrar
ætlan fyri høvuðsstaðin. Vit ynskja eitt tætt
samstarv við vinnuna, nýskapanarumhvørvini,
arbeiðsmarknaðin, útbúgvingar- og granskingar
stovnar, mentanarlívið og onnur«
»Eitt fjøltáttað samfelag við
ríkum mentanartilboðum
og góðum sosialum virðum
er fortreytin fyri framgongd.
Tað er heilt einfalt hetta slagið
av samfelag, sum dregur
talentini til sín, og tað eru
talentini, sum menna nýggjar
eins væl og verandi vinnur«
»Vit kappast ikki við aðrar føroyskar kommunur, men við útlendskar
metropolar, har nógvir føroyingar trívast væl og standa seg væl við
góðum størvum«