mánadagur 29. juni 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 121 - 29. juni 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
80 ár
Týsdagin 30. juni verður
Solveig Paulina
Steinhólm 80 ár.
Dagurin verður hildin í
Missiónshúsinum Tabor
á Toftum millum 10 og
14. Øll eru hjartaliga
væl komin.
Dagurin
29. juni. Pætursøka.
Tíðliga í fornkirkjuni
varð 29. juni hildin til
minnis um, at bæði
Pætur og Paulus vórðu
tiknir av døgum henda
dag.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í
álmanakkanum, 2. broytta útgáva
2008)
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá elskaði maður, pápi, verpápi og abbi okkara
Erik Lund Eriksen
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri heilsanir, vitjanir, uppringingar, blómur,
kransar og peningagávur til frítíðararbeiðið
í Ebenezer.
Takk fyri góð orð í kapellinum og í Ebenezer.
Takk tit øll, sum hjálptu okkum so væl við
jarðarferðini og ervinum.
Guð signi tykkum øll.
Gunnvør, Høgni, Maiken og Sverri
Hárfríðkarar
Hárfríðkarar. Fremra rað f.v.: Anna á Hædd Stampe,
Hoyvík, Beinta Müller, Vestmanna, Heidi C. Nielsen,
Argir, og Jóna Jacobsen, Klaksvík.
Aftara rað f.v.: Marta Nolsøe Hansen, Tórshavn, Petra
H. Juul Johannesen, Funningur, Petsy Norðberg,
Strendur, Sólvá Ó. Johannesen, Fuglafjørður, og Súsanna
D. Hentze, Tórshavn.
Anny Maria Davidsen, Sandavágur, og Kitty Madsen,
Kollafjørður, vanta á myndini.
Myndir av hárfríðkarum og SIT-næmingum,
sum hava tikið prógv á Tekniska Skúlanum í
Tórshavn
Myndir: Jens Kristian Vang
Í morgin 30. juni verður Sol
veig Steinhólm av Toftum
80 ár.
Solveig er bóndadóttir av
Regni á Toftum, dóttir til
Kristian Jóhannus og Annu
Malenu Højgaard. Pápin
var sonur Dánjal Jákup,
bónda á Regni, og Hansinu
f. Petersen, ættað úr Salt
nesi. Mamman var dóttir
Líggjas Joensen við Gjógv
ará og Kathrinu Toftegaard
í Fuglafirði.
Í bóndahúsunum á Regni
var nógv at gera, so at
arbeiðsdagurin longu frá
barni av gjørdist langur.
Konufólkini gingu til neytar
summarhálvuna
yvir
til
Toftavatn, teirra millum í
mong ár - eisini einsamøll
- var Solveig.
Sum ung genta arbeiddi
hon mest í Oyrahandlinum
á Toftum. Var á Føroya
Fólkaháskúla eitt skeið, har
hon í serligan mun fekk
alsk til føroyska stavseting.
16. septembur 1956 gift
ist Solveig við Sørin, f. Han
sen, í Gerðinum á Nesi. Tey
búsettust ytst á Toftum. Tey
fingu 11 børn í 14 ár, so har
var almikið at gera heima.
Hesum arbeiði stóð Solveig
fyri við góðari hjálp frá
manninum, ið syrgdi fyri
inntøku og innløgu til húsið.
Har nógv eru koma nógv.
Hetta er í serligan mun gald
andi fyri heim teirra, sum
altíð hevur staðið opið fyri
fólki - øllum fólki.
Sangur hevur altíð fylgt
nógv hjá Solveig. Frá tí at
hon var smágenta til í dag
hevur hon sungið í kóri.
Fyrst hjá pápabeiggjanum
Hans Jacob Højgaard so
leingi hann hevði Tofta
kórini. Seinni undir leiðslu
av Kristin Højgaard og
Mikael J. Heinesen. Síðan
og samtíðis skipaði maðurin
Sørin Tofta
Streingjakóri
við góðari hjálp frá Solveig,
sum hevur sungið við øll
árini líka til í dag.
Kærast hevur henni verið
at verið við í sangbólkinum
»Tær 4« sum hevur sungið
líka frá sjeytiárunum. Tær
eru virknar enn.
Eftir at børnini vórð kom
in undan, fór Solveig at
arbeiða á kontóri eina tíð
og eitt skifti á Nyki. Fyri
nøkrum árum síðani gjørd
ist maðurin sjúkur og er nú
á Ellisheiminum í Rúnavík.
Men Solveig steðgar ikki
upp enn. Hon ferðast nógv
til børnini her heima og utt
anlands har nøkur av teim
um búgva. Solveig eigur nú
35 barnabørn og 5 lang
ommubørn.
Dagurin verður hildin í
Thabor á Toftum í morgin
kl. 10 – 14.
Solveig Steinhólm 80 ár