mánadagur 29. juni 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 29. juni 2009 – Nr. 121
Enn einaferð seta Oyggja
leikirnir met. 2.700 ítróttar
fólk kappast hesa vikuna
um at vinna sær gull á
leikunum
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Størstu og longstu Oyggjaleikirnir í
søguni vórðu settir á Wiklöf Holding
Arena í Mariehamn á Álandi leygar
dagin.
Hetta eru trettandu leikirnir, sum
verða hildnir, og fyri fyrstu ferð yvir
høvur spenna hesir nú um heila
viku.
Áður hevur annars verið vanligt,
at setanin hevur verið sunnukvøld,
tó at einstakar kappingar so smátt
eru byrjaðar longu undan hesum.
Og fríggjakvøld hevur verið vanligt
at hava endahátíðina.
Stóra talið av luttakarum til ymsu
kappingarnar hevur tó gjørt, at leik
irnir hesa ferð vórðu settir leygar
dag, soleiðis at sunnudagurin allur
sum hann var kundi brúkast sum
kappingardagur. Og hesa ferð verða
seinastu finalurnar leygardagin, so
leiðis at talan samanlagt er um sjey
heilar dagar, har kappast verður í
teimum 14 ítróttargreinunum, sum
eru á skránni.
Drúgvur dagur
Hóast setanin í longd ongan tíð
kom í nær námind tí, sum føroysku
íðkararnir upplivdu á Rhodos fyri
tveimum árum síðani, so var ikki
frítt, at talið av føroyskum íðkarum
fækkaðist, so hvørt sum minuttirnir
gingu á setanini.
Partvíst hevði talan verið um ein
sera drúgvan ferðadag, har fyrsta
flogfarið fór úr Vágum klokkan 5.30,
og partvíst skuldu fleiri av føroysku
ítróttarfólkunum í kapping dagin
eftir.
Hitin í bakandi sólini, sum ger um
seg í Mariehamn hesar dagarnar, var
hartil í yvirkantinum av tí, sum
verður tilrátt ítróttarfólkum, sum
bara eitt samdøgur seinni skulu út í
harða kapping, og samanlagt fekk
hetta fleiri venjarar at mæla sínum
fólkum til at fara heim á hotellið,
heldur enn at treiskast í sólini.
Føroysku beraranir
Ein partur av hátíðarhaldinum kring
setanina er sjálvandi eisini tey bæði,
sum verða vald at bera ávíkavist
Merkið og føroyska vatnið.
Merkið er sjálvsagdur partur av
setanini, tá hetta jú er løtan, har lið
ini vísa seg fram fyri bæði mót
støðufólkum og áskoðarum. Og
hesa ferð var tað badminton-spæl
arin, Aksel H. Poulsen, sum bar
merkið.
Vatnseremoni’in er somuleiðis
fastur partur av oyggjaleikasetanini.
Vatnið er tað elementið, sum allar
oyggjarnar eiga í felag, og tí er fastur
siður, at luttakandi oyggjarnar hvør í
sínum lagi hava vatn við heiman
ífrá.
Hetta verður latið í eitt gosvatn,
soleiðis at samleikin hjá øllum
oyggjunum kann sjóvast saman,
meðan leikirnir eru, og á endahátíðini
fylla luttakararnir sínar krukkur aftur.
Hesa ferð við vatni, sum er ein sam
renning frá øllum oyggjunum.
Hjá føroyska liðnum var tað hesa
ferð fimleikarin, Durita Sigmarsdóttir
Davidsen, sum bar vatnílætið.
Myndir: Álvur Haraldsen
Størstu leikir
Durita Sigmarsdóttir Davidsen letur føroyska vatnið í listarverkið,
sum nú er flutt inn til sonevnda Game Street í Mariehamn
The Friendly Games verða Oyggjaleikir eisini róptir, og longu við setanina var sjónligt, at vinarbond
verða knýtt
Rannvá Eiriksdóttir, sum býr á Álandi, skuldi ætlandi vera partur
av føroyska skjótiliðnum, men hesum mátti hon sleppa, tá
undirtøkan á kvinnusíðuni var ov lítil
Løgmaður, Kaj Leo Johannesen, er verji hjá ítróttinum, og hann
gekk á odda fyri føroyska liðnum á innmarchinum
Jacklin skiftir til Neistan
Jacklin Durhuus spælur í komandi kappingarári við
Neistanum. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum. Hon
royndist sera væl hjá Kyndli í fjør, hóast liðið flutti niður í
næstbestu deildina. Jacklin Durhuus, sum áður hevur spælt
við VÍF, er serliga eyðkend fyri sín stríðsvilja og
gjøgnumbrotsstyrki.
City vil hava Eto’o
Joan Laporta, forseti í FC Barcelona, staðfestir sambært Team Talk,
at Manchester City fegin vil hava Samuel Eto’o í hópin til komandi
kappingarárið. – Vit hava fingið eitt óhoyrt tilboð frá City, soleiðis,
at Eto’o verður heimsins best lønti fótbóltsleikarin í heiminum.
Hann vil fegin verða verandi, men tað er trupult at vísa einum
tílíkum tilboði aftur, sigur Laporta, sambært Team Talk.