Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 29. juni 2009 – Nr. 121 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 3 rnir nakrantíð Aksel H. Poulsen og Durita Sigmarsdóttir Davidsen bóru ávíkavist Merkið og føroyska vatnið inn til setanina Allir smálutir skulu sjálvandi fáast í rættlag. Her eru ÍSF-forsetin í ferð við onkra fyrireiking undir setanini Per Holm Andersen, sum hesa ferð við sum liðleiðari hjá føroyska liðnum í bogaskjóting, verður ofta roknaður sum ein av føroysku humørbumbunum Veðrið er av tí allarbesta, nú Oyggjaleikir eru á Álandi Spania vann bronsuna Suðurafrika var um at vinna bronsuna í Confederations Cup- kappingini í gjár. Evropeisku meistararnir úr Spania tryggjaði sær tó sigurin í tíðini longdu leiktíðini. Elrio van Heerden legði Suðurafrika á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki, men tá tríggir minuttir restaðu í, javnaði innskifti Daniel Guiza fyri Spania. Minuttin seinni legði sami Guiza sítt lið á odda, men í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat var Mphela á blettinum fyri Suðurafrika. Men í longdu leiktíðini tryggjaði Xabi Alonso sigurin fyri Spania, tá hann skoraði til endaliga úrslitið 3-2. Vit vinna skjótt gull Michael Johnson, miðvallarin hjá Manchester City, væntar, at liðið skjótt fer at vinna ensku Premier League. – Sjálvsagt er tað realistiskt. Vit hugsa fyrst og fremst um at liggja so væl fyri sum gjørligt, men tá alt kemur til alt, vilja vit helst vinna landskappingina, sigur 21 ára gamli Michael Johnson við enskar miðlar. Manchester City hevur ikki vunnið eitt gullheiðursmerki, síðan felagið vann Liga Cuppina í 1976.