Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 29. juni 2009 – Nr. 121 Rás2 hevur heima í einum konferansurúmi í tí álendska løgtinginum Manningin hjá Miðlahúsinum hevur fingið hølir í politiska valds­ deplinum í Álandi. Partur av tí snotuliga tinghúsinum í Maria­ hamn eri konferansuhølir. Fremst er tað størsta rúmið, sum er høvuðs­ pressusentrið til oyggjaleikirnar. Rob Watkins úr Wales er pressu­ sjefur í samband við trettandu oyggjaleikirnar, sum eru á Álandi í hesum døgum. 165 pressufólk Rob Watkins, sum hevur arbeitt 10 ár á tí stóra walisiska blaðnum ”Wales on Sunday” hevur búð á Àlandi tað seinasta árið. Rob greiðir frá, at tað eru heili 165 pressufólk til oyggjaleikirnar. Føroysku fjølmiðl­ arnir eiga sín stóra part av pressu­ manningini á oyggjaleikunum. Bæði Rás2, Sosialurin, Mess og Kringvarp Føroya eru á leikunum, og Jørgen Petterson, sum er forseti í International Island Games Association heldur, at tað er ógvu­ liga flott, at Føroyar senda so nógv fjølmiðlafólk til oyggjaleikirnar á Álandi. Gistingarhúsini í Mariehamn eru yvirbókaði, og tí var tørvur á einum øðrum hølum til pressuna. Løgtingið og Landsskapsstyrelsen – landsstýrið – á Álandi vilja gera sítt fyri, at leikirnir skulu ganga væl. Tí er borðreitt við góðum umstøð­ um hjá pressuni í løgtingshølunum í Mariehamn. Langur túrur Manningin hjá Miðlahúsinum heldur til í konferansurúminum, sum verður nevnt ”Marhællan”. Her hava tøkningarnir hjá Rás2, Alvin Ellebye Andersen og Hjalmar Hvítklett syrgt fyri at stilla alla tekn­ iska útgerð klára, so til ber at senda úr svimjihøllini, flogbólts­høllini og aðra staðni við góðari ljóðgóðsku. Bilarnir hjá Miðla­húsinum, ”Snati” og ”Snoddi” fóru úr Føroyum við Norr­ ønu, fulllastaðir við tekniskari út­gerð. Tøkningarnir fóru so alla ta longu leiðini úr Hirtshals til Kapels­kær norðanfyri Stokkhólm, har sum ferj­ an hjá Viking Line siglur til Álands. 13 fólk Á breddan er so sett, at Rás2 skal senda 13 tímar hvønn dag. Tí er tað gott hjá miðlahúsmanningini at hava góð og ljós arbeiðshøli, sum liggja í hjartanum í álendska høv­ uðsstaðnum. Stutt er eisini niðan til ”Games street”, sum er eitt serligt oyggjaleika-festivaløkið, og merkir ein oyggjaleikafepurin, hvar enn ein gongur í býnum. Fólk hava kanska hug at fýlast á tað, sum fer fram í einum tinghúsi, men miðlahúsmanningin hevur sanniliga sannað, at eitt tinghús kann vera eitt pláss, har ein fer í tí tiltiknu arbeiðsklæðini. Lutfalsliga nýtt Snotuligi løgtingsbygningurin í Mariehamn var bygdur miðskeiðis í 1970-unum. Í bygninginum eru hølir bæði til landsskapsstyrelsen, løgtingið og teirra umsitingar. Álendingar hava frávalt leistin føroyingar hava brúkt við at hava landsstýrismálaráð, sum eru spjødd kring allan býin. Men her er hjálp­ semi stórt. Væl verður fjálgað um fjøl­miðla­ fólkini, sum sita í løgtinginum og skriva, rapportera og senda heim. Kunningarfaldarar, kaffi, vatn og sodavatn er tøkt í stórum mongd­ um, og fólk eru tøk bæði í mót­ tøkuni og í høvuðspressurúminum við hjálp og vegleiðingum. Enn eru seks intensir arbeiðs­ dagar eftir, áðrenn vit fara at fella endaliga dómin yvir arbeiðs­um­ støðurnar, men so langt kann ein samd miðlahúsamanning staðfesta, at tingini rigga – í einum løgtingi. heris@sosialurin.fo Heri Simonsen Eitt ting kann vera eitt arbeiðs­ pláss Álendska løgtingshúsið er karmur um stóran part av fjølmiðla­ virkseminum á Oyggjaleikum Mynd: Álvur Haraldsen Partur av manningini hjá Miðlahúsinum til arbeiðis í Marhællan Mynd: Álvur Haraldsen KÍ vann toppdystin Tað eydnaðist ikki argjakvinnum at leggja sjógv millum seg og føroyameistararnar úr KÍ í bestu kvinnudeildini um vikuskiftið. Klaksvíkskvinnur vunnu við 1-0 á AB í Klaksvík, og tískil eru liðini ájøvn í oddanum. Liðini hava 29 stig eftir 12 umfør. Sigrid Jacobsen stóð fyri einasta málinum í dystinum, tá hon stýrdi bóltinum í netið eftir upplegg frá Malenu Josephsen úr vinstru. Gestirnir royndu at søkja at seinastu løtuna, men klaksvíkskvinnur, sum høvdu leikliga yvirvág, vóru ansnar. Keita og Ndende halda fram Heimasíðan hjá B68 skrivar, at bæði framherjin Ahmed Keita og miðvallarin Ndende Adama Gueye, sum eru ættaðir úr Senegal, hava longt sína avtalu við felagið. Teir spæla tískil eisini á Toftum í 2010. Keita og Ndende komu til Føroya undan kappingarbyrjan í 2008, og hava seinasta árið verið millum stuðulsleikararnar hjá B68. Jógvan Højgaard, formaður, sigur við heimasíðuna, at tey eru sera fegin um, at báðir halda fram.