mánadagur 29. juni 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 29. juni 2009 – Nr. 121 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 5
Seks gull upp á spæl
Pál Joensen er størsta
einstaka føroyska gull
vónin. Í dag fer hann í hylin
at kappast, og longu fyrsta
dagin er málið sett eftir
seks gullmerkjum
Tá mátistokkurin verður gjørdur
upp í 1/100 sekundum, telur hvørt
einasta lítla fet, sum kann fáa kapp
ingarnar at ganga væl.
Uttan iva er ferðingin, ið hálvgum
fór fram á náttartíð ein av teimum
faktorum, sum føroysku svimjar
arnir hugsa mest um, og tá Jógvan
Arge og Rás2 hittu Pál Joensen
sunnudagin, staðfesti hann alt fyri
eitt, at tað her og nú ræður um at
rinda møðina.
- Hetta verða nakrir øgiliga harðir
dagar, og eg eri øgiliga spentur
uppá, hvussu tað fer at ganga. Men
beint nú ræður fyrst og fremst um
at fáa ferðingina úr kroppinum.
Knallharður dagur
Fyrsta finalan verður seinnapartin
mánadagin, tá tú svimur 1500
metrar. Hvussu væntar tú, at tað fer
at ganga?
- Har sær út til, at tað verður
rímuliga lætt hjá mær, so har ætli
eg bara at koma púrasta heilskap
aður ígjøgnum. So tað verður ikki
nakað við at svimja eftir bestu tíð
ella nakað sovorðið.
Og hvat satsar tú upp á í aðrar
mátar?
- Tað er at fáa so góð úrslit sum
gjørligt. Helst gull í øllum kapping
unum.
- Mánadagin svimji eg 1500
metra frí, 200 metra firvald, 100
metra bringu, 200 metra blandað
og so stafettina. Hetta verður heilt
greitt tann harðasti dagurin, men
so er hann yvirstaðin, segði Pál
Joensen, sum altso vónar at fáa gull
í øllum teimum seks kappingunum,
sum hann tekur lut í.
Skjótur hylur
Saman við Pál Joensen var eisini
Jón Bjarnason, venjari, við og hugdi
at umstøðunum á ítróttardeplinum,
sum liggur í Godby – einar 15
kilometrar norðanfyri Mariehamn.
Og hann lat væl at umstøðunum,
har hann og restin av hópinum fara
at búleikast komandi dagarnar.
- Hetta er ein góður hylur – í
øllum førum nógv betur enn tann á
Rhodos. Svimjarar tosa ofta um, at
talan er um skjótan hyl, og hetta
kennist sum ein skjótur hylur. Her
er í øllum førum gott og nýtt vatn.
- Vit kundu kanska hugsað okkum,
at ljósið í høllini var betri, og vit hava
fingið at vita, at teir skulu hyggja at
tí. Men vit velja so at trúgva, at tað
verður, sum tað er nú, og so kunnu
vit kanska verða positivt yvirraskaði,
sigur Jón Bjarnason.
Hvat hevur ljósið at siga?
- Tað kann hava nakað at siga
sálarliga. Vit eru øll so, at okkum
dámar ljós, og er tað eitt sindur
myrkt, so gongur tú eitt sindur
soleiðis deprimeraður. So tað er
betri, um tað er ljós, litir og larmur,
sigur Jón Bjarnason.
Ov langt at ganga
Umstøðunum hjá svimjarunum
letur Jón heilt væl at, men hann
fýltist á, at tað er neyðugt hjá
svimjarunum at ganga teir 10-12
minuttirnar, sum eru frá hotellinum,
har tey búgva, til svimihylin.
- Vit hava gingið yvir higartil,
men vit royna at busssambandið at
rigga betur. Tað skuldi verða ein
bussur, sum koyrdi okkum, men tað
er ikki komið í rættlag. Og tað kann
gerast ov nógv, um vit støðugt
skulu ganga allan vegin. Vit arbeiða
í 1/100-partum, so tað kann verða
ein av hesum smáu marginalunum,
segði Jón Bjarnason, sum ikki dylur,
at vónirnar eru stórur.
- Fyrst og fremst mugu vit vón, at
vit koma væl ígjøgnum dagin. Tað
er hart, tá tú ferðast soleiðis, sum
vit gjørdu, og tað vóni eg, at ÍSF fær
rættað upp á til næstu ferð. Og eg
rokni við, at nógv av teimum
ítróttarfólkunum, sum ferðast í dag
(samrøðan varð gjørd sunnudagin,
blðm.), tey merkja eisini, at allur
dagurin í gjár varð nýttur til ferðing.
Og í so máta eru vit eitt sindur
hepnari, segði Jón Bjarnason við
Jógvan Arge.
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Av teimum fýra kappingardøgunum, er mánadagurin avgjørt tann strævnasti hjá Pál Joensen. Seks ferðir skal hann í kapping, og málið
er í øllum førum, at hetta skal geva eins nógvar gull
Mynd: Álvur Haraldsen
Heri Ziska tók sunnudagin
lut í kapping í sleggjuvarpi.
Í innleiðandi kappingini
gjørdist Heri nummar 8 og
kom tí við í finaluumfarið. Í
finaluni tók hann seg fram
um ein luttakara afturat
og endaði sum nummar
7. Andrew Frost av Isle
of Wight var nógv tann
besti í kappingini, og vann
kappingina rættiliga trygt.
Teitur er í uppskoti
Seinasta árið hevur Teitur Matras Gestsson, sum er upp
vaksin í KÍ, spælt fyri danska felagið OB. Har hevur gingið
væl hjá honum og liðfeløgunum á U17-liðnum. Farna viku
skiftið endaði danska kappingin, og OB vann bronsu í
landskappingini, og farna vikuskiftið vann OB eisini steypa
kappingina á Fjóni. Heimasíðan myfc.dk fylgir væl við í
donskum ungdómsfótbólti, og har er í løtuni ein avkvøðu
greiðsla um, hvør var besti málmaður í U17-kappingini í
Danmark í ár. Ein av teimum, sum er í uppskoti, er Teitur
Matras Gestsson.
Kvinnurnar trý pláss upp
Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti er nú nummar 60 í heiminum.
Tað vísur seinasta dagføringin yvir styrkitølini fyri kvinnulandslið,
sum altjóða fótbóltssamgonga FIFA ger. Føroyska
kvinnulandsliðið var í apríl mánaða í Kroatia og spældi eina
minikapping móti Kroatia, Bosnia-Hersegovina og Litava.
Føroysku kvinnurnar vunnu tveir dystir og taptu móti Bosnia-
Hersegovina. Tað var nóg mikið at vinna kappingina. FIFA-
styrkislistin fyri kvinnur verður dagførdur fýra ferðir um árið.
Føroysku kvinnurnar eru nummar 35 av evropeisku londunum.