mánadagur 29. juni 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 29. juni 2009 – Nr. 121
Hann mátti berjast móti
barndómsvininum fyri at
vinna gullið, men tá finalan
í monnum undir 73 kilo
var av, hevði Jógvan Páll
Kristiansen vunnið fyrsta
føroyska gullið á Álandi
Teir hava barst móti hvørjum
øðrum, síðani teir vóru sjey ára
gamlir.
Í heimligu kappingini hevur tað
ofta verið hips um haps, hvør teirra
hevur verið omaná, men tá
FM-kappingin var á skránni í apríl
mánaði í ár, var tað Jógvan Páll
Kristiansen, sum koppaði Hjalmari
Johannesen.
Vant í loyndum
Fyri tveimum árum síðani var
Jógvan Páll við undirlutan í finalu
dysti móti einum øðrum føroyskum
íkðara, nevnliga Alex Joensen.
Síðani hevur málið verið gull á
Álandi, og fagnaðurin var sjávlandi
ovurstórur, tá tað stóð greitt, at
málið var rokkið.
- Hesum havi eg stríðst fyri í tvey
ár. Ikki minst havi eg lagt sera nógv
fyri seinasta árið, so hetta er ein
heilt fantastisk kensla.
Og tað at vinna móti Hjalmari,
sum tú kennir somikið væl. Er tað
øðrvísi, enn um mótstøðumaðurin
kom av onkrari av hinum oyggj
unum?
- Tað er tað heilt sikkurt. Vit hava
vant saman við og barst móti
hvørjum øðrum, síðani vit vóru sjey
ár. Hann veit akkurát, hvat eg ætli
mær at gera og øvut. So eg noyðist
at venja í loyndum, so eg kann hava
nakaðl, sum tekur hann á bóli.
- Men í dag fekk eg hann í haldi
greb, og so ráddi bara um at halda
fast. Og eg haldi ikki, at eg nakran
tíð havi hildið nøkrum so fast, sum
eg gjørdi hasi 25 sekundini, segði
ovurfegni gullvinnarin.
Merkti tað eisini tykkara fyrireik
ingar, at tit seinasta tíman vistu, at
finalan skuldi standa millum tykk
um báðar?
- Sjálvandi. Tað verður koyrt eitt
sindur upp á hvønnannan. Eitt nú
argaði eg hann við, at eftirsum eg
vann FM, kundi hann kanska sleppa
at vinna gullið hesaferð.
Best í verðini
Vinarlagið var tó avblást fyri eina
løtu, og eftir nakrar intensar
minuttir á máttuni, kundi Jógvan
Páll seta sína egnu definitión upp á
tað at vinna oyggjaleikir.
- Eg eri nokk tann besti í mínum
vektflokki av øllum heimsins smáu
oyggjum. So eg haldi sjálvur, at eg
eri ein lítil heimsmeistari, ljóðaði
staðfestingin frá manninum, ið sum
tann fyrsti vann føroyskt gull á
Oyggjaleikunum í Álandi 2009.
Eg eri ein lítil h
Einstaklingakappingar í
judo vóru sunnudagin
÷60 kg
Sam Vang vann bronsu
Nicolaj Skoubo kom ikki víðari
frá innleiðandi kappingini
÷73 kg
Hjalmar Johannesen vann
gull
Jógvan Páll Kristiansen vann
silvur
÷90 kg
Bjørn Andreasen vann bronsu
Nicolai Mohr Vang mátti
gevast vegna skaða
+100 kg
Skarpheðin Njálsson vann
silvur
Olaf Andreasen kom ikki
víðari frá innleiðandi
kappingini
FAKTA
Jógvan Páll hevur fingið
Hjalmar niður, og løtu seinni
hevur hann haldigrebið,
sum ikki varð slept, fyrr
enn floytan markeraði, at
oyggjaleikagullið var heima
Mynd: Álvur Haraldsen
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
AB verður mótstøðuliðið
ÍF Føroyar skal av álvara royna seg, tá fyrsta umfar av donsku
steypakappingini verður 13. august. Tá er mótstøðuliðið AB, ið
føroyski Christian Høgni Jacobsen umboðaði, sum í farna
kappingarári endaði á triðja plássinum í næstbestu deildini.
Dysturin verður leiktur á Kløvermarkini í Keypmannahavn, sum er
heimavøllurin hjá ÍF Føroyum.
Brasilia var aftur best
Brasilia vann í gjár Confederations Cup-kappingina fyri
triðju ferð í søguni. Tað reið um snairð, tá Brasilia vann
3-2 í finaluni á USA. Amerikumenn vóru á sigurskós í
steðginum, tá teir vóru á odda við tveimum. Málini
skutu Charlie Davies og Landon Donovan. Men í
seinna umfari tóku brasiliumenn annað skinn um bak,
og við tveimum málum frá Fabiano, og einum frá
liðskiparanum Lucio, eydnaðist tað brasiliumonnum at
vinna.