Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 29. juni 2009 – Nr. 121 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 7 heimsmeistari Verri at tapa móti vinnmanninum Hjalmar Johannesen, sum altso tapti finaludystin móti vinmanninum, staðfesti, a tað sjálvandi er øðrvísi at berjast móti einum, sum tú kennir somikið væl. - Vit hava jú vant saman øll árini, so vit hava barst øgiliga nógvar dystir móti hvørjum øðrum. Og tað ger tað sjálvandi heilt øðrvísi, enn um tú berjist móti onkrum frá einum av hinum oyggjunum. Men hvussu er at berjast móti onkrum, sum tú kennir somikið væl. Hevur mann ikki lyndi at taka synd í vinmanninum, um hann verður kastaður ov hart? - Tað haldi eg ikki. Tað ger bara, at tú leggur uppaftur meira fyri í royndunum at vinna, og beint nú hevði tað kanska verið frægari, um eg hevði tapt móti onkrum heilt øðrum. Men ok. Nú verður gullið so hjá Føroyum, so kanska er tað ikki heilt so ringt kortini, staðfesti Hjalmar Johannesen. -mørk Frem er bjargað Frem verður eftir øllum at døma bjargað í evstu løtu frá at gara á húsagang. Tað skrivar danska Ekstra Blaðið. Sambært blaðnum er kommunupolitikkarin Allan Mylius Thomsen til reiðar at seta 250.000 krónur í felagið, sum saman við upphæddini, ið longu er savnað inn, verður nógmikið at bjarga felagnum. – Nú eri eg 90 prosent vísur í, at vit klára okkum, sigur Hans Hermansen, stjóri í Frem, við Ekstra Blaðið. Søguligt gull til Føroyar Í seinasta umfarinum í talvkappingini fyri smátjóðir eydnaðist tað Føroyum at vinna stórsigur á Guernsey. Úrslitið varð 3,5-0,5. Júst hetta úrslitið kravdist, um Andorra ikki skuldi fáa gullheiðursmerkini. Føroyingarnir vóru ósigraðir í teimum 36 talvunum, sum teir spældu. Hetta er serligt og einastandandi. Soleiðis varð staðfest, at Føroyar besta smátjóðin í Evropa.