Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 29. juni 2009 – Nr. 121 Nú skulu vit sláa til Føroysku badminton­ spælararnir vóru ovur­ fegna um hattrickið sunnu­ dagin, og nú hava tey vónir um røkka heilt fram á gull­ plássið í liðkappingini Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað var rættiligt fjarðarok í badmin­ ton­legunum hjá Guernsey, Jersey og Minorka, tá ið føroysku badmin­ ton­spælararnir í gjár pløgdu alla mót­støðu ígjøgnum í liðkapping­ini. Føroyar spældu tríggjar dystir, og Føroyar vunnu allar dystirnar væl og virðiliga. Einki mótstøðulið kundi standa føroysku spælarunum kurl, og Føroyar vunnu eitt hattrick av 4-1 sigrum. - Vit eru ótruliga væl nøgd við úrslitini í dag. Vit høvdu vónir um, at vit fóru at klára okkum væl, men tú skalt altíð verða klárur til dystirnar, og tað vóru vit, segði Brynhild Carls­ son, sum er ein av spælarunum á landsliðnum í badminton. Eisini Aksel Poulsen var fegin um avrikið á fyrsta leikdegnum – og ikki minst um sigurin á tí vanliga sera sterka liðnum av Guersney. -Tað hevur verið nakað av útskift­ ing á liðnum hjá Guernsey. Nakrir av teimum gomlu spælarunum eru farnir burturav, og nú megna vit at vinna á teimum, sum eru eftir á liðnum ,og tað nú, at vit skulu traðka til, sigur Aksel Poulsen. Strævin liðkapping Tað krevur sín mann og sína kvinnu at verða við í slíkari kapping, sum før­oysku badmintonspælararnir tóku lut í sunnudagin. Tríggir lands­ dystir vóru á skránni sama dag, so spælarnair skuldu fleiri ferðir fyri­ reika seg, manna seg upp og vinna, og síðani hvíla til eina nýggja uppgávu. Summir spælarar spældu bæði einmansleik og tvímansleik, men tað var eingin slingur í vals­ inum. - Tað er øgiliga hart mentalt at verða í høllini allan dagin, men vit royna at fáa nakrar pausir, har vit fara inn í eitt rúm og hvíla okkum, sig­ur Aksel Poulsen. Og hóast tað kann verða órógv­ andi at skula skifta millum einmans­ leik og tvímansleik, so ber tað til. - Vit eru von við at spæla bæði ein­sa­møll og saman, so tað ber væl til. Men sjálvandi skalt tú líka um-­ stilla teg frá einmansleiki til tví­ mansleik, tí tað eru ikki tær somu reglarnar, sum eru galdandi, men tað ber eisini til, sigur Brynhild Carlsson. Kunnu røkka Føroysku badmintonspælararnir hava rættiliga fingið mót um eitt gott úrslit í liðkappingini eftir flottu og sannførandi sigrarnar sunnu­ dagin. - Vit kunnu røkka heilt í finaluna í lið­kapp­ingini. Vit hava eitt sera sterkt lið, og vit hava vilja til at vinna, so tað er ikki ógjørligt, sigur Brynhild Carlsson. Umframt liðkappingina í badmin­ ton, verða eisini kappingar í ein­ mans­leiki og tvímansleiki. - Vit hava møguleika at vinna onk­ ur heiðursmerki, men eg ætli mær ikki at seta tal á, hvussu nógv heiðurs­merki vit skulu vinna, sigur Aksel Poulsen. Føroysku badmintonspælararnir funnu rættiliga flogið á fyrsta leikdegnum í liðkappingini Mynd: Álvur Haraldsen FAKTA Føroyar spældu tríggjar innleiðandi dystir í liðkappingini í badminton Føroyar-Guernsey 4-1 Føroyar-Jersey 4-1 Føroyar-Minorka 4-1 Føroyar vann sín bólk og spæla hálvfinalu mánadagin kl. 11.00 Færø verður við Odmar Færø, sum í farnu viku skifti aftur til B36, er í hópinum, sum skal royna seg móti georgiska FC Olimpi Rustavi í Europa League hósdagin. Hetta verður væntandi hansara fyrsti dystur fyri B36 síðan skiftið til Brøndby í februar. Ferðalagið hjá B36 fór úr Føroyum í dag. Svendborg móti Frederica Julian Johnsson og liðfelagarnir úr Svendborg skulu spæla móti Frederica í donsku steypakappingini. Dysturin verður leiktur tann 13. august. Liðini spældu venjingardyst í mars- mánaða, og tá vann Frederica við 3-0. Uppgávan verður tí helst torført fyri Svendborg, sum aftur í komandi kappingarári spælur í triðbestu deildini. Frederica spælur í næstbestu deildini.