Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-29, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 29. juni 2009 – Nr. 121 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 9 Føroyska borðtennis­lands­ liðið glepsaði væl og virð­ iliga eftir Grønlandi, men í avgerandi løtunum vantaði neyvleikin jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Hóast føroyska borðtennislandsliðið ikki longur telur sterkar profilar, sum hava fingið sína uppaling í donskum borðtennisumhvørvi, so eru heiðurs­ merki á oyggjaleikunum í ferð við at gerast ein realistisk vón. Í øllum førum var tað í gjár so sera nær við, at føroyska liðið vann kanska týdningarmesta dystin í bólka­spælinum. Saman við Grønlandi er eingin ivi um, at Føroyar stríðast um plássið sum nummar tvey í bólki B, men eftir harðan dyst máttu okkara ásanna, at tey gjørdust akkurát ov stutt. Og tað var kanska fyrst og fremst í tvímansleikinum, at tað kiksaði. Hjá kvinnunum spældu Henrietta Nielsen og Rakul Mikkjalsdóttir ein sera góðan dyst móti grønlendska parinum. Men hóast hesar í longum løtum vórðu trýstar í botn, so endaði alt við einum greiðum 3-0 sigri til Grønland. Rakul og Henrietta høvdu annars tveir settbóltar í fyrsta settinum, og í tí triðja høvdu tær tríggjar av slagnum. Men tær grønlendsku megnaðu hvørja ferð at svara aftur, og so dugdu tær at taka møguleikan, tá hesin beyðst. Og sum so var søgan tann sama við blandaða tvímansleikinum, har Rakul saman við Ragnari Egilsson vardi føroysku litirnar. Fyrsta settið vann okkara par greitt, men hóast tey í triðja settinum løgdu út við at koma upp á 7-1, so megnaðu tey ikki at gera arbeiðið liðugt. Undan hesum hevði Rói Agnars­ son annars styrkt um føroysku vón­ ina við at vinna á sterkasta grøn­ lendska spælaranum, men hetta varð at kalla til fánýtis, tá tað akkurát ikki gekk í tvímansleikunum. Føroyska vónin er nú, at Isle of Man megnar at basa Grønlandi, og tað er hesum, sum tað nú verður farið eftir í føroysku leguni. Nervarnir fóru við bronsuvónini FAKTA Føroyar spældu tveir dystir í liðkappingini í borðtennis sunnudagin: Føroyar-Grønland 3-4 Føroyar-Rhodos 7-0 Dystir mánadagin Kl. 9: Føroyar-Guernsey Kl. 12: Føroyar-Isle of Man Kl. 16: Føroyar-Hetland Sunnudagin varð fyrsta liðkappingin í skjóting. Kappast var í greinini Sporting: 1. Ynes Mon 83 stig 2. Cayman 78 stig 2. Heltand 78 stig 7. Føroyar 64 stig Kappast verður aftur mánamorgunin, tá liðkappingin í skett byrjaði klokkan 7. Men hendan var ikki liðug fyri evstamark okkara. Eingin hóttir Rosenborg Rosenborg, sum er mótstøðuliðið hjá NSÍ í Evropa League, vann aftur í norsku landskappingini um vikuskiftið. Við máli í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, varð Rade Price stóra hetjan móti Vålerenga, tá hann legði sítt lið á odda. Úrslitið gjørdist 2-1. Rosenborg er oddalið í bestu norsku deildini við 38 stigum. Molde er á øðrum plássinum við 31 stigum. Malsom er umbiðin Sam Malsom, framherji hjá B36, avdúkar í samrøðu við enska Herald Express, at útlendskt feløg hava víst honum áhuga. Talan er serliga um feløg í Svøríki, sigur hann. Hann hevði fingið ymisk tilboð undan hesum kappingarárinum, men hann vísti B36 álit. – Eg vil fegin fáa meira fyrsta-liðs fótbólt í føroysku landskappingini og Europe League. Vónandi kann eg halda fram við at spæla væl og skjóta mál fyri B36, sigur Sam Malsom við blaðið.