mánadagur 29. juni 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 29. juni 2009 – Nr. 121
Eingin ivi var um, at før
oysku kvinnurnar vóru nógv
betri enn tær frá Jersey,
men av tí at spælararnir ikki
nóg væl megnaðu at halda
fokus, gjørdist dysturin
óneyðuga spennandi
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Á pappírinum var Jersey løtt mót
støða hjá Føroyum, og tað var tað
eisini partvíst í sjálvum dystinum.
Men eftir eitt fyrsta sett, har alt gekk
sum fótur í hosu og føroysku kvinn
urnar vunnu 25-6, tóktist ringt hjá
teimum at savna seg fult um upp
gávuna.
Í teimum báðum seinnu settunum
gjørdi føroyska liðið ein hóp av feil
um, og fyri tað nógva var talan um
púra óneyðugar feilir, tí Jersey-
kvinnurnar, sum fyri tað mesta vóru
komnar rímiliga nógv til árs, megn
aðu ongantíð av álvara at trýsta.
Men tað, sum føroysku kvinnurnar
góvu frá sær, tóku tær frá Jersey
gleðiliga ímóti, og so fekk ikki verið
øðrvísi.
Eisini gjørdi seg galdandi, at lætta
mótstøðan elvdi til, at venjararnir
vildu lata allar royna seg. Tað kostaði
eisini eitt sindur, tí hvørja ferð onkur
útskifting varð gjørd, fór rútman í
eina løtu, so tí var sera lítið flótandi
spæl at síggja í øðrum og triðja setti,
sum bæði vórðu vunnin 25-16.
Kortini var eingin ivi um, hvønn
veg dysturin fór, og serliga ímóti
endanum á triðja setti sá spælið
sera gott út hjá kvinnunum, ið
kanska høvdu gott av at finna útav
ímóti veikari mótstøðu, at tú ikki
kemur sovandi til nakað í kappingini
á Oyggjaleikunum.
Mistu fokus eina løtu
Hjørdis Johannessen
smasjar í dystinum
ímóti Jersey
Mynd: Álvur Haraldsen
Fyrsti dysturin hjá
flogbóltsmonnunum
var ímóti Guernsey, sum
ikki gjørdi tær stóru
skreytirnar, men tó royndi
at spíla seg út í triðja setti
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Tað var væntandi, at fyrsti dysturin
hjá manslandsliðnum í flogbólti fór
at enda við sigri, tí fyrr hava ikki
verið trupulleikar av liðnum hjá
Guernsey, ið ikki rættiliga røkkur
upp til dygdirnar, føroyski flogbólt
urin hevur.
So var eisini í gjár, tá tað serliga í
teimum báðum fyrstu settunum var
stórur munur á. Fyrst og fremst vóru
tað servurnar, ið sótu øgiliga væl, og
tey bæði fyrstu settini var nóg illa
nøkur duell í opna spælinum.
Tað vísti seg at vera trupult hjá
Guernsey at fáa móttøkurnar at
rigga, tí føroysku servurnar vóru
harðar, presisar og varieraðar. Onkur
servuess vóru uppií, men sum oftast
fingu teir hjá Guernsey tikið ímóti,
men bara ikki spælt bóltin nóg væl
víðari.
Eftir at hava lagt seg á odda 2-0,
við settúrslitunum 25-11 og 25-10,
tóktist føroyska liðið falla í vanligu
felluna, tí teir spældu í triðja setti,
sum høvdu teir longu vunnið dystin.
Tað gjørdi, at menn ikki vóru nóg
neyvir, og heldur ikki eydnaðist at
leggja sama servutrýstið á.
Kortini var ongantíð vandi á ferð,
og hóast Guernsey slapp at kløkka
eitt sindur ta einu løtuna, varð setti
tikið og sigurin vunnin. Fult uppi
borið, tí føroyska liðið fekk skjóta
spælið at koyra væl í fyrstu settunum,
og tá triðja settið skuldi takast,
eydnaðist eisini at fáa ferðina
uppaftur.
Hóast mótstøðan í løtum kendist
í so lítil, mundi tað koma væl við hjá
føroysku flogbóltsmonnunum, at
teir í friði og náðum kundu fáa roynt
sítt egna spæl, og tað eydnaðist so
mikið væl, at teir helst eru betur
fyrireikaðir, tá mótstøðan fer at
gerast sterkari í komandi dystum.
FAKTA
Menn: Føroyar-Guernsey
3-0 (25-11, 25-10, 25-21)
Kvinnur: Føroyar-Jersey 3-0
(25-6, 25-16, 25-16)
Skjótt spæl og sterkar servur
Hans Fróði Jensen leggur her upp til Jón Falkvard í dystinum ímóti
Guernsey
Mynd: Álvur Haraldsen
Skinklaðu
eitt sindur
Angelie Joensen, sum spældi
hevari tað mesta av øðrum og alt
triðja sett, ásannaði eftir dystin
ímóti Jersey, at føroyska spælið læt
seg ov nógv ávirka av mótstøðuni.
– Av tí at tær ikki vóru so góðar,
gjørdu vit okkum ikki nóg stóran
ómak og fóru at sløsa. Men tað var
deiligt at spæla og gott at vinna, tí
ímóti Jersey kundu vit ikki liva við
øðrum enn einum greiðum sigri,
segði hon.
Eisini hjálparvenjarin, Jóhan
Petur á Stongum, helt, at vánaliga
mótstøðan gjørdi sítt til, at liðið
hevði ilt við at halda
konsentratiónina alla tíðina.
– Men eisini gjørdu nógvu
útskiftingarnar, at vit av og á
upplivdu fleiri misskiljingar, men
tað var allíkavæl skjótt, at innskiftu
spælararnir funnu seg til rættis,
segði hann.
– Tað hevði nógv at siga at fáa
allar í gongd, og eg haldi, at hóast
vit í løtum gjørdu tað óneyðuga
torført fyri okkum sjálvi, fingu allir
spælararnir gjørt ein góðan figur í
hesum fyrsta dystinum
hil
Spældu
okkara spæl
Landsliðsvenjarin hjá monnunum,
Fridolin Bic, var væl nøgdur við
innsatsin ímóti Guernsey, hóast
hann hevði ynskt sær harðari
mótstøðu.
– Eg kundi hugsað mær, at mót
støðuliðið kundi verið eitt sindur
betri, men ein sigur er ein sigur, og
tað fegnist eg sjálvandi um. Vit
spældu okkara spæl allan dystin.
Og vit spældu stórt sæð alla tíðina,
júst sum tað skal gerast ímóti ein
um verri liði, segði hann.
– At teir í triðja setti lesa
servuna hjá okkum, er sum so ofta,
at mótstøðuliðið venur seg við
servurnar hjá hinum. Tað, sum var
gott í dag, var at vit ongantíð
lagaðu okkum eftir teimum, men
royndu at spæla so væl, sum vit
kundu.
Ein av spælarunum á føroyska
liðnum, Bjarki Enni, spældi í gjár
sín fyrsta a-landsdyst, og hann var
nøgdur við avrikið og úrslitið:
– Vit servaðu ótrúliga væl fyrstu
tvey settini og teir høvdu ikki so
góðar móttøkur. Í triðja setti skiftu
vit nógv út, og servurnar vóru
kanska heldur ikki so góðar, segði
Bjarki, sum hevur vant alla tíðina,
síðani liðið var úttikið. Tí var hann
eisini klárur, tá brúk var fyri einum
manni í evstu løtu, tí Rúni Weihe
noyddist at geva avboð.
hil
Bárður helst til B36
Tað er líkt til, at Bárður Olsen úr EB/Streymi fer at spæla
við B36 eftir summarsteðgin. Álítandi keldur vilja vera
við, at munnlig avtala er fingin í lag, og nú restar bara
undirskriftin í. Ein trupulleiki tykist vera, at EB/Streymur
ikki vilja leysgeva Olsen ókeypis, og spurningurin er,
um B36 er sinnað at gjalda fyri miðvallaran. Málið
verður helst avgreitt í vikuni.
Landsliðið úttikið í vikuni
Føroyska veteranlandsliðið skal leygardagin spæla móti
Liverpool Legends. Framvegis er ikki greitt, hvørjir skulu
manna føroyska liðið, men tað verður úttikið seinni í vikuni.
Seinast stóðu Jens Martin Knudsen og Uni Arge á odda fyri
úttøkuni, har hópurin millum annað taldi Kaj Leo Johannesen,
løgmann, Jens Erik Rasmussen, Allan Mørkøre og Kára
Reynheim.