Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-29, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 29. juni 2009 – Nr. 121 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 11 HB AB . ..og eingin tekur av. Hóast HB leygardagin aftur spældi javnt, eru teir framvegis ikki trýstir av kappingarneytunum í oddanum. Hvørki argja­ menn ella teir reyðu og svørtu gagnnýttu møguleikarnar, tá liðini hittust í framskundaðum dysti á Argjum uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Fróði Benjaminsen, Andrew av Fløtum, Símun Rógvi Hansen og liðfelagarnir úr HB høvdu alla orsøk at hanga eitt sindur við høvdinum seinnapartin leygardagin. Í dýrdar­ veðrinum á Argjum var greitt, at HB bara hevði vunnið tvey stig av seks møguligum seinastu tveir dagarnar. Hósdagin vóru teir hepnir móti B36, og leygardagin tók odda­liðið ikki av, tá grannauppgerð var móti AB. Hóast tað burdi endur­nýggja spenn­ ing­in í oddanum, er veru­leikin ein annar. HB er framvegis ikki trýst av kappingar­neytunum, og hevur níggju stig, við einum leiktum dysti meira, til B68 á øðrum plássi, nú landskappingin fer í summarfrí. Lítið undirhald Uppleggið hjá AB var fyrst og fremst at draga ferðina úr dystinum, og tað eydnaðist væl í fyrra hálvleiki. Tíbetur høvdu áskoðararnir sólina at hugsa sær við, tí málmøguleikar og undirhald var sera lítið av á vøllinum. Gestirnir, sum spældu í ljósabláum, vóru fyri tað mesta á bóltinum, og oftast var loysnin at senda bóltin í tómrúmið handan von­g­verjarnar hjá argjamonnum. Men heimaliðið hevði gjørt sítt heima­arbeiði og var ansi og skipað í verju­partinum. Tróndur Sigurðsson, sum í fjør var toppskjútti hjá AB, var leygardagin fremsti maður hjá HB. Hann loysti av Andrew av Fløtum, sum fekk ein lítlan snudd í grannauppgerðini móti B36 hóskvøldið. Sigurðsson gjørdi ikki stórvegis um seg, og var skift­ur út, tá góður tími var leiktur. Evrard Blé var einsamallur fram­ herji hjá heimaliðnum einu løtuna. Hann royndist væl, og átti eitt nú millum vandamestu roynd­ir­nar hjá heimaliðnum, tá hann royndi seg úr góðari støðu miðskeiðis í seinna hálvleiki. HB legði seinasta korterið meira fyri í royndini at fáa avgerandi málið, men hóast ymsar møguleikar eydn­ aðist tað ikki. Oftast vardi Tórður Thomsen, sum stóð væl í AB-­máli­ num, fyri. Eingin hóttir Gestirnir vóru ikki nøgdir við málleysa javnleikin. Seinastu vikuna hevur HB spælt tvær granna­upp­ gerðir móti liðum, ið liggja í niðaru helvtini av stigatalvuni. Tað er ikki nøktandi, men hóast laku úrtøkuna, er tað eingin av hinum liðunum, sum hóttir oddaliðið. Kappingar­ neyt­ar­nir hava ikki verið serliga stabi­lir, og tað hevur við sær, at teir reyðu og svørtu fara í summarsteðg við eini leiðslu á níggju stig. Og tá kunnu fjeppararnir ikki grenja. AB er í løtuni á rættari kós. Fimm stig eru til niðurflytingarstrikuna, og tað er sjálvsagt nøktandi hjá upp­ flyt­arunum. Fleiri av yngru argja­ monnunum hava roynst væl, og tí eru Allan Mørkøre og John Peter­sen, venjararnir, saman við leikara­hóp­ inum, fúsir til seinnu hálvu, tá málsetningurin skal røkk­ast. AB hevur tørv á framherja - Úrslitið var rættvíst. HB var meira á bóltinum, men høvdu ongar vandamiklar málmøguleikar. Soleiðis sigur John Hansen, sum aftur leygardagin stríddist væl á miðvøllinum hjá AB. Hann staðfestir, at argjamenn skulu vera nøgdir við øll stigini, sum teir fáa. - Vit høvdu sjálvagt verið ovurfegnir, um vit høvdu fingið øll trý. Men vit eru nøgdir. Vit fáa einki mál ímóti okkum, og um eydnan var við okkum, høvdu vit fingið mál eftir skjótálop, sum vit dúvaðu uppá, sigur John Hansen. Hvussu eru tit nøgdir við úrtøkuna higartil í ár? - Vit hava havt sveiggj í okkara avrikum, men 16 stig og eitt sjeynda pláss er nøktandi. Fólk høvdu ikki væntað hetta undan kappingarbyrjan, so vit eru glaðir, sigur John Hansen og leggur afturat, at AB helst skal fáa nýtt fólk, nú flytingarvindeygað er opið. - Hópurin hjá okkum er ikki breiður, og vit eru darvaðir av skaðum og øðrum. Venjararnir Allan Mørkøre og John Petersen vóru á beinkinum leygardagin. Vit hava serliga tørv á einum framherja, og eisini millum stengurnar skal nýggjur maður standa, staðfestir John Hansen. Eingin tók av AB – HB 0-0 (0-0) Dómari: Georg N. Rasmussen AB: Tórður Thomsen – Alex Mellemgaard, Tehe Aristide, Rói Danielsen, Tummas Justinussen – Rasmus Nielsen, John Hansen, Kenneth Jacobsen, Høgni Joensen, Dánjal Rói Olsen – Evrard Blé (Dan Petersen, 90.) HB: Símun Rógvi Hansen – Pætur Jørgensen, Rasmus Nolsøe, Vagnur Mohr Mortensen, Poul Thomas Dam – Kári Nielsen (Ólavur í Ólavsstovu, 68.), Fróði Benjaminsen, Páll Mohr Joensen – Bjarni Jørgensen (Johan Ejvind Mouritsen, 77.), Tróndur Sigurðsson (Andrew av Fløtum, 56.), Rógvi Poulsen Stór frágongd í Neistanum Frágongdin hjá besta kvinnuliðnum hjá Neistanum hevur verið stór í summar. Tað er longu nú greitt, at Annika Ljósstein, Stine Mikkelsen, Trine Olsen, Nicoleta Radu Hansen, Elin Stakksund, Unnur Danielsen og Tórdis Tróndarson ikki verða í hópinum í vetur. Men felagið vónar, at tað eydnaðst at fáa nýggjar spælarar, soleiðis, at liðið aftur í komandi kappingarári kann verða við í stríðnum um heiðursmerki. Hamrén rósar Prica Erik Hamrén, venjari hjá Rosenborg, hevur rósandi orð at bera framherjanum Rade Prica, sum í gjár tryggjaði liðnum øll trý stigini í landskappingardystinum móti Vålerenga. – Hann var eisini toppskjútti í AaB, tá eg var venjari har. Eg var vitandi um hansara frálíku evni, og átta mál í 16 dystum er heilt vist nøktandi, sigur Erik Hamrén við Aftenposten. Rade Prica, sum hósdagin verður vardur av Óla Hansen, Jóhan Troest Davidsen og hinum runavíkingunum, sigur eisini, at hann er glaður fyri sítt skifti til norskan fótbólt. John Hansen og liðfelagarnir úr AB strídd­ust væl, tá argjamenn fingu mál­ leysan javnleik á heimavølli móti HB. Mynd: Savnsmynd