Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 29. juni 2009 – Nr. 121 Toftadreingir og teir innan úr Heiðum vísa gott felags áralag umborð á Tjaldrinum, sum stýrir ímóti FM heitinum 5-MANNAFØR DREINGIR Jóannes Hansen Teir hava vunnið fýra ferðir, men allar ferðirnar hava teir verið í tættari kapping. Á Sundalagsstevnu var munurin frá Tjaldrinum og aftur til Báruna við manning úr Vestmanna trý sekund ella ein bátslongd. Tað var meiri, enn munurin hevði verið tær báðu undanfarnu ferðirnar. Um onkur hevði roknað við, at harvið fór Tjaldrið at vera tryggur vinnari á Jóansøku, so var ikki rætt roknað. Hesa ferð var kappingin uppaftur tættari, enn hon nakrantíð hevur verið. Vinnaratíðin hjá Tjaldrinum var 4.59.16, og Blikur av Argjum kom á mál í tíðini 4.59.24. Hetta var fyrsta ferðin, at Blikur var næstfremstur, og harvið hava fýra ymiskir bátar verið nummar tvey – Junkarin, Teistin, Báran og Blikur. Úrslitið hesa ferð leggur upp til, at tað eisini í næstu róðrunum fer at vera tætt og spennandi. Men tað er lítil ivi um, at Tjaldrið hevur kós ímóti FM heitinum. Stigatalvan sigur, at støðuga Tjaldrið hevur 28 stig, meðan Blikur er næstfremst við 20 stigum. Í eitt nú fótbóltinum er tað stór kapping millum tey á Toftum og tey í Runavík. Í øðrum ítróttar­ greinum – eitt nú í fimleikinum – verður arbeitt væl saman. At áralagið millum tey á Toftum og tey innanfyri er gott í kappróðrinum, er dreingjamanningin á Tjaldrinum gott dømi um. Ungu garparnir hava síðani í januar vant nógv og miðvíst í neystinum á Glyvrum. Tríggir teirra, sum hava framt stóru íløguna, og sum í fýra teimum fyrstu róðrunum hava heystað so stóra íløgu, sum tað ber til, eru innan menn, og fýra eru uttan menn: Av Toftum eru teir Jógvan Ingvard Hansen, Jóhan Petur Petersen, Jákup Debus Hansen og Arnhold Davidsen. Gestur Daniel­ sen og Kristoffur Andreassen eru av Glyvrum, og Yngvard Hansen er úr Saltangará. Púra óvæntað var tað, at Báran, sum luttók fyri fyrstu ferð í ár, skuldi vinna á favorittunum umborð á Jallinum og Firvaldi 5-MANNAFØR GENTUR Jóannes Hansen Dreymurin hjá suðuroyingum var, at Firvaldur við gentumanning skuldi vinna í heimasjógvi. Eftir tríggjar teir fyrstu róðrarnar vóru útlit fyri tí. Út frá úrslitunum og tølunum var spurningurin, um Jallurin hjá Knørrafelagnum fór at verða teimum ov boysin ella ikki. Veruleikin gjørdist ein heilt annar. Báran, sum tey í Hvalvík og Streym­ nesi eiga, hevði ikki tikið lut í trimum teimum fyrstu kapping­ unum. Á Jóansøku luttók Báran, og tað var ikki við mýkindum. Báran var mannað í Vestmanna. Tá ið báturin ikki hevði tikið lut í hinum róðrunum var Báran innast í feltinum. Tað vil siga, at hon var rættuliga langt frá favorittunum báðum, sum róðu mitt í feltinum og kappaðust borð um borð. Í tí kappingini var Firvaldur skutin frammanfyri. Men á málinum vísti hetta seg ikki at vera nóg mikið til at vinna. Báran var skutin framman fyri Firvald, og harvið fóru gullkrón­ urnar og steypið norður til Vest­ manna! Tað kendist sjálvandi sum eitt vónbrot bæði á Tvøroyri og í Róðrarfelagnum Knørri. Men tað eru framvegis Firvaldur og Jallurin, sum kappast um FM heitið. Góð samanrenning á Skálafjørðinum Báran snýtti heimafólkið Gentumanningin á Báruni tók øll á bóli, tá tær í fyrsta róðrinum umborð á Báruni megnaði at vinna á Firvaldi, ið veruliga ætlaði at gera ein vørr í heimasjógvi. Hetta var fyrsti róður Báran var við í, tó manningin var tann sama, sum var við Kolli á Sundalagsstevnu, og gjørdist nummar fimm. Tær rógva eftir øllum at døma ikki aftur í ár, tá fleiri skulu uttanlands Mynd: Jens Kristian Vang Hesaferð var tað bert stavnurin á muni millum Tjaldrið úr Runavík og næsta bátin, ið hesaferð var Blikur av Argjum. Hetta er fjórða ferðin Tjaldrið vinnur, og fjórði báturin, ið gjørdist nummar tvey í ár Mynd: Jens Kristian Vang Børn venja hjá Liverpool Mikudagin byrjar fótbóltsskúlin í Tórshavn, sum venjarar í Liverpool FC Acadamy skipa fyri. Talan verður í alt um seks venjingar fram til fríggjadagin. Skúlin er einans fyri dreingir, og árgangarnir frá 1991-1998 hava møguleikan at luttaka. Tað er pláss fyri umleið 200 leikararum á skúlanum. Seinasta freistin at melda seg til er í morgin klokkan 12.00. Luttøkugjaldið er 500 krónur. Børnini fáa bólt og døgurða, umframt eitt atgongumerki til dystin millum Føroyar Legends og Liverpool Legends, sum verður leiktur á Tórsvølli tann 4. juli. Hull ætlar sær Owen Sáttmálin hjá Michael Owen í Newcastle er um fáar dagar ikki galdandi longur. Fleiri feløg í Premier League ætlar sær undirskriftina hjá enska framherjanum, og nú er staðfest, at Hull City vil hava Owen í sín hóp. – Vit hava ikki verið í samráðingum. Men Owen hevur fleiri tilboð, sum hann skal hugsa um í summar. Men tað hevði verið frálíkt, um hann ynskir at spæla fyri Hull, sigur Phil Brown, venjari hjá Hull City, við enskar miðlar. Everton, Aston Villa og Stoke hava fyrr í summar sýnt Michael Owen áhuga.