mánadagur 29. juni 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 29. juni 2009 – Nr. 121 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 13
Við sigrinum á Jóansøku
hevur Frúgvin lagt seg upp
á síðuna á Erlu Kongsdóttir
í kappingini um FM
5-MANNAFØR KVINNUR
Jóannes Hansen
Tað er tætt, og tað er ógvuliga
spennandi. Eftir at Frúgvin úr
Miðvági vann á Erlu Kongsdóttir úr
Fuglafirði í kappingini millum
5-mannafør við kvinnumanning,
eru hesir báðir bátarnir púra javnir í
FM kappingini.
Bátarnir hava vunnið tvær ferðir í
part, og tvær ferðir í part hava
bátarnir verið næstfremstir. Stiga
talið er 26 í part, áðrenn fimta
kappingin í ár verður í Fuglafirði nú
leygardagin.
Á Jóansøku var starturin hjá Erlu
Kongsdóttir góður, men tað var
skjótt, at Frúgvin loftaði sær. Tá ið
málið var umleið hálvt rógvið, legði
Frúgvin seg framum, og so øktist
munurin millum teir teir fremstu
bátarnar.
Eina løtu var mest sum leyst
millum Frúnna og Erlu Kongsdóttir.
Men í endaspurtinum royndi Erla
Kongsdóttir at svara aftur. Tað
eydnaðist ikki teimum úr Fuglafirði
at vinna. Tá ið bátarnir fóru um
málið, var Frúgvin skutin
frammanfyri Erlu Kongsdóttir.
Hóast báðir bátarnir nú liggja
stavn um stavn í FM kappingini, so
ber gongdin seinastu vikurnar við
sær, at tað eru tær á Frúnni, sum
eiga sinniliga yvirskotið. Úrslitini
gera, at tær eiga at fara við størri
sjálvsáliti undir kappingina í
Fuglafirði, enn tær á Erlu Kongs
dóttir kanska hava, eftir at tað tvær
tær seinastu ferðirnar ikki hevur
hilnast so væl, sum tað gjørdi tvær
tær fyrstu ferðirnar.
Men nú hevur Erla Kongsdóttir
møguleikan í heimasjógvi!
Kvinnurnar hjá Havnar
Róðrarfelag vístu enn eina
ferð kvinnunum úr Klaksvík
og av Glyvrum frá sær
6-MANNAFØR KVINNUR
Jóannes Hansen
Fyri fjórðu ferð av fýra møguligum
vann Gongurólvur við kvinnu
manning FM kappróður í ár, tá ið
tað leygardagin varð kappast á
Trongisvágsfirði. Harvið er Gongu
rólvur stórfavorittur at vinna FM,
sum báturin hjá Havnar Róðrarfelag
við kvinnumanning ikki hevur átt
síðani 2003.
Merkisvert var tað eisini, at
vinnaratíðin var framúr góð og so
nógv tann besta, síðani fasti start
urin varð tikin í nýtslu á Jóansøku á
Trongisvágsfirði.
Fyri tíggju árum síðani vann
Jarnbardur við 5.06.12. Inntil
leygardagin var hetta besta
vinnaratíðin hjá 6-mannaførum við
kvinnum á Trongisvágsfirði. Hesa
ferð var vinnaratíðin hjá Gongurólvi
4.49.02, og allir seks bátarnir komu
á mál í betri tíð, enn vinnaratíðin
hjá Jarnbardi var fyri tíggju árum
síðani.
Hesa ferð vóru líkindini av
teimum bestu – slætt og eitt lítil lot
undan – men tó skal einki takast frá
avrikinum hjá serliga Gongurólvi.
Kappingin var tó rættuliga tøtt.
Sølmundur, Páll Fangi og eisini
Jarnbardur vóru væl við, og tá ið
bátarnir fóru um málið, var tað ikki
leyst ímillum fýra teir fremstu.
Gongurólvuir var eina hálva
bátslongd frammanfyri Páll Fanga,,
sum var skutin frammanfyri
Sølmund, ið aftur var tað mesta av
einari bátslongd frammanfyri
Jarnbard.
Frúgvin
er full í
sjálvsáliti
Gongurólvur rennur undan
Við hálvari bátslongd vunnu kvinnurnar á Gongurólvi fyri
fjórðu ferð á rað. Kappingin er farin um helvt og hómast fyrsta
FM-heitið hjá Havnar Róðrarfelag skjótt
Mynd: Jens Kristian Vang
Manningarnar úr Miðvági eru sera væl fyri í ár. Eftir at tær vóru nummar tvey báðar tær fyrstu
stevnurnar, hava kvinnurnar á Frúnni við sigrinum á jóansøku hálað seg upp á síðuna á Erlu
Kongsdóttir úr Fuglafirði
Mynd: Jens Kristian Vang
Valencia ávegis til United
Sambært enskum miðlum er sannlíkt, at Luis Antonio Valencia
úr Wigan spælur við Manchester United í komandi
kappingarári. Fleiri feløg hava sýnt Valencia, sum er ættaður úr
Ekvador, áhuga, men hann hevur eftir øllum at døma valt
ensku meistararnar. Fleiri enskir miðlar skriva, at Manchester
United er sinnað at gjalda 140 milliónir krónur fyri
vongspælaran.
Gongur einki hjá Clapson
Paul Clapson og liðfelagarnir úr Afturelding eru í tungum
sjógvi í løtuni. Liðið liggur til niðurflyting í næstbestu
íslendsku deildini. Um vikuskiftið tapti Afturelding við einum
máli móti ongum á HK, sum er á fjórða plássinum. Felagið hjá
Paul Clapson er nummar 11 av 12 liðum, men bara eitt stig er
frá bjargingini. Clapson hevur framvegis einki mál skotið í
hesum kappingarárinum.