mánadagur 29. juni 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 29. juni 2009 – Nr. 121
Hóast endaspurturin
var framúr, so eydnaðist
tað ikki Tvørabátinum
at taka Riddaran, ið eina
løtu tóktist skula vinna
sannførandi sigur
6-MANNAFØR MENN
Jóannes Hansen
Fyri tveimum árum síðani var
Tvørabáturin favorittur at vinna á
Jóansøku á Tvøroyri. Tað var hann, tí
hann í róðrinum frammanundan
hevði vunnið á Fjarðastevnu.
Ta ferðina eydnaðist tað ikki
Tvørabátinum at vinna. Tað var tætt
við, men Sundabáturin var skutin
frammanfyri Tvørabátin.
Hesa ferð var tað upp aftur tætt
ari. Riddarin vann, men munurin var
bara sjálvur stavnurin ella so.
Tvørabáturin legði bragdliga fyri
í góðveðrinum, og tað eydnaðist
Tvørabátinum at toga seg skutin
framum hinar bátarnar. Men so
svaraði Riddarin aftur, og tá ið
bátarnir fóru at nærkast málinum,
tóktist eingin ivi at vera um, at
Riddarin fór at vinna.
So royndi Tvørabáturin at svara
aftur. Áskoðararnir vóru vitni til ein
rimmar endaspurt. Men tað eydn
aðist akkurát ikki Tvørabátinum at
taka Riddaran.
Hinir bátarnir fóru heilt afturav,
og tað var Sundabáturin, sum vann
kappingina við Smyril um bronsu
plássið.
Riddarin telvaði væl
Argjabáturin vann fyri
fjórða ferð sannførandi
sigur, tá ið tað var kappast
á Trongisvágsfirði
8-MANNAFØR
Jóannes Hansen
Søgan um kappingina millum
8-mannaførini – um tað kann
kallast kapping – er tann sama, sum
hon hevur verið í alt summar.
Á Trongisvágsfirði var Argjabát
urin aftur væl fremstur, og aftur
sóust teir á Argjabátinum at leypa
upp í loft í kæti yvir sigurin, tá ið
teir vóru komnir á mál, og skotið
hevði dunað.
Tað fer neyvan at eydnast
nøkrum báti at hótta Argjabátin í
teimum trimum róðrunum, sum eru
eftir í hesum kappingarárinum.
Nú er møguleiki fyri at manna
seg bara á Ólavsøku. Tað hevur
ljóðað, at tað verður arbeitt við eini
roynd at geva suverena Argja
bátinum kapping frá Argjahøvda
og inn undir Skipafelagið ólav
søkuaftan.
Hvussu tað verður við tí, fæst at
síggja um fýra vikur. Inntil tá verða
FM kappróðrar í Fuglafirði og í
Sandavági, og einki bendir á, at
nakar fer at gera nakað við Argja
bátin.
Sama søgan á Argjum
Manningin á Riddaranum var tann meira uppsetta til jóansøku
róðurin, og megnaði eisini at draga longra stráið í beinharðari
kapping við Tvørabátin á heimasjógvi
Mynd: Jens Kristian Vang
Hjá 8-mannaførum var
heldur eingin ivi hesaferð.
Argjabáturin hevur enn onga
kapping fingið í ár, og vann
sannførandi. Tó er munurin til
nummar tvey tódnaður niður
í 10 sekund, sum tó er smáar
fýra bátslongdir
Mynd: Jens Kristian Vang
Lyon hevur einki hoyrt
Fjølmiðlar hava seinastu dagarnar skrivað dúgliga um, at
Karim Benzema, framherji hjá Lyon, er á veg í annað felag.
Real Madrid, Manchester United og Arsenal skuldu havt
sýnt fraklendinginum áhuga, men tað er eftir øllum at
døma ikki satt. – Vit hava einki tilboð fingið. Hvørki frá Real
Madrid, United ella Arsenal. Vit hava prátað við leiðsluna í
Real Madrid, men einki ítøkuligt kom burturúr, sigur
Oliviver Blanc, tíðindastjóri í Lyon, við franska blaðið
L’Equipe.
Hedman í trupulleikum
Magnus Hedman, fyrrverandi svenskur landsliðsmálverji, er
í løtuni undir illgruna at hava nýtt doping. Sambært
svenskum miðlum hevur hann nýtt stanozol, sum er sama
slagið, ið rennarin Ben Johnson nýtti undir OL í 1988. – Eg
eri ósekur. Talan er um amerikanskan kost, sum eg havi
fingið í meg, verjir Magnus Hedman seg við, sambært
svenskum miðlum.