Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-29, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 29. juni 2009 – Nr. 121 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 15 Nýggi Eysturoyingur vann seg ongantíð aftur, eftir at klaksvíkingur í fyrstu tøkunum vunnu tað mesta av einari bátslongd 10-MANNAFØR Jóannes Hansen Leygardagin skrivaði Klaksvíkingur søgu á Jóansøku: Ongantíð áður hevur eitt 10-mannafar róð 2000 metra teingin so skjótt á Trongis­ vágsfirði, sum vinnarabáturin hesa ferð gjørdi tað. Fyri tíggju árum síðani vann Eysturoyingur á Trongisvágsfirði við tíðini 8.49.19. Tá var hetta so nógv tann besta vinnaratíðin á Trongis­ vágsfirði. Leygardagin var tíðin hjá Klaksvíkingi 1.11 sekund betri, enn hon var hjá Eysturoyingi fyri tíggju árum síðani. Fyri tíggju árum síðani var Eysturoyingur eitt ára gamal. Leygar­dagin róðu eysturoyingar í spildurnýggjum báti. Í síðstu viku vandu teir tríggjar ferðir í honum. Í gjár vóru teir aftur at síggja í nýggja bátinum í góðveðrinum á Skálafjørðinum, og teir verða ikki verri fyri í nýggja bátinum, tá ið tað nú leygardagin fer at verða kappast á Fuglafirði. Eftir fýra róðrar er tað púra javnt millum Eysturoying og Klaksvíking í FM kappingini. Men eftir jóan­søku­ róðurin er tað ikki at undrast yvir, um sinniliga yvirskotið í løtuni er størri í Klaksvík, enn tað er á Glyvr­ um. Tí verður róðurin komandi leygardag ógvuliga avgerandi. Marginalirnir Teir smáu marginalirnir hava stóran týdning, og ofta eru tað teir, sum eru avgerandi fyri, hvussu úrslitini laga seg. Soleiðis hevur tað ofta verið í kappróðri, og soleiðis hevur tað verið í kappingini millum 10-mannaførini í summar. Tølini siga, at tað í trimum teim­ um fyrstu róðrunum var so at siga eingin munur millum Eysturoying og Klaksvíking. Á Norðoyastevnu var munurin eingin. Á Fjarðastevnu var vinnara­ tíðin hjá Eysturoyingi 9.23, og Klaksvíkingur kom á mál í 9.24.09. Á Sundalagsstevnu vann Klaksvíkingur við 9.26.02, og Eysturoyingur var heilt lítið aftan­ fyri. Tíðin hjá honum var 9.26.07. Á Jóansøku var størri munur á. Klaksvíkingur var eina bátslongd frammanfyri Eysturoying. Vinnara­ tíðin var 8.48.08, og tíðin hjá Eystur­ oyingi var 8.51.13. Tað verður nógv tosað og mett um, um tað nú var Klaksvíkingur, sum hesa ferð róði betri, enn hann hevur gjørt undanfarnu ferðirnar, ella um tað var Eysturoyingur, sum hesa ferð hevði lakari avrik, enn hann undanfarnu ferðirnar hevur víst. Um sammett verður við tíðirnar hjá triðja luttakaranum, Orminum Langa, so var munurin frá Orminum Langa og fram til hinar báðar tíggju sekund á Sundalagsstevnu, og á Fjarðastevnu var munurin frá Orm­ inum Langa og fram til Eysturoying, sum vann, tíggju sekund, og níggju sekund til Klaksvíking, sum var nummar tvey. Hesa ferð var Klaksvíkingur trý sekund frammanfyri Eysturoying, og Klaksvíkingur var fjúrtan sekund frammanfyri Ormin Langa. Sannlíkið fyri, at bæði Ormurin Langi og Eysturoyingur í senn vístu lakari avrik, enn teir hava víst hinar ferðirnar, man vera minni, enn tað er fyri, at Klaksvíkingur hesa ferð róði so framúr væl. Starturin avgjørdi Marginalirnir eru smáir, og tað er skjótt at staðfesta, at tað var í startinum, at Klaksvíkingur vann sær fyrimunin, sum gjørdi seg galdandi á øllum 2000 metrunum. Allir tríggir bátarnir løgdu alla orku í, tá ið startskotið hevði ljóðað. Men tað tóktist muna best hjá Klaksvíkingi. Áðrenn hundrað metrar vóru lagdir aftur um, var munurin frá hvíta bátinum og aftur til tann gula og tann bláa tað mesta av einari bátslongd. Henda munin megnaðu klaksvíkingar at halda allan vegin inn á mál. Onkra løtu tóktist tað sum um, at munurin øktist til hálva aðru bátslongd, og tá ið Eysturoyingur onkra løtu tóktist hava hug at bjóða av og át seg eitt sindur fram á Klaksvíking, so kom sinniliga yvirskotið hjá teimum umborð á Klaksvíkingi til sjóndar. Teir svaraðu aftur, og tí kendist tað eyka tungt hjá Eysturoyingi. Tað var altso fyrst og fremst í startinum, at klaksvíkingar høvdu yvirvágina, sum vísti seg at vera alt avgerandi. Tí er einki at ivast í, at um Eysturoyingur, sum so ofta áður hevur víst seg at vera framúr á fyrstu metrunum, næstu ferð skal vinna á Klaksvíkingi, so verður neyðugt við betri startspurti enn tí, sum teir vístu á Jóansøku. Klaksvíkingar hava fyrr í ár vant nógv hvør fyri seg. Nú hava teir møguleika í felag at venja teknikk. Í vikuni upp undir Jóansøku gjørdu teir nógv burturúr at venja startin, og tí venjingini fingu teir leygar­ dagin góða úrtøku burturúr! Talan var einki minni enn um kanónavrik! Klaksvíkingur framdi kanón avrik Klaksvíkingar lótu hesaferð ongan iva vera um, hvar skápið skuldi standa. Í fyrstu tøkunum vundu teir burturúr nýggja Eysturoyingi, sum ikki fekk ta byrjan, teir høvdu vónað Mynd: Jens Kristian Vang Framtíðin hjá Alonso óviss Tað er framvegis ikki greitt, um miðvallarin Xabi Alonso spælur í Liverpool í komandi kappingarári. Sambært spanska blaðnum AS skulu hann og Rafael Benitez, venjari, hittast seinni í vikuni, har greiða verður fingið á framtíðini hjá Alonso. Miðvallarin hevur fyrr í summar greitt fjølmiðlunum frá, at møguleiki er fyri einum skifti til Real Madrid. Men Liverpool vil, sambært enskum fjølmiðlum, hava góðar 40 milliónir evrur fyri Xabi Alonso. Lustu heldur fram 38 ára gamli Steven Lustu fer eisini í komandi kappingarári at verða liðfelagi við Christian Lamhauge Holst í Silkeborg. Verjuleikarin hevur skrivað undir nýggjan sáttmálan, sum bindir hann at felagnum komandi árið. – Lustu hevur eitt stórt hjarta og er sera professionellur. Hann hevur stóran týdning í okkara venjingarumráði og til dystirnar. Vit eru sera fegnir um, at hann heldur fram, sigur Troels Bech, venjari, við heimasíðuna hjá Silkeborg.