mánadagur 29. juni 2009síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
41
tíðindi
Nr. 121 - 29. juni 2009
Rafsanjani fyri at ógilda valið
Akbar Hashemi Rafsanjani, sum var forseti í Iran frá 1989 til 1997,
segði um vikuskiftið, at hann tekur undir við, at úrslitið av forseta
valinum tann 12. juni verður ógildað. Hann segði, at soleiðis sum
umstøðurnar eru, eiga myndugleikarnir at taka øll sjónarmið til
eftirtektar. Tveir av teimum, sum taoru forsetavalið, hava lagt vinnar
an, Mahmoud Ahmadinejad, undir valsvik, men hesum hava myndug
leikarnir víst aftur. Akbar Hashemi Rafsanjani hevur havt stóra
ávirkan á viðurskiftini í Iran líka síðani kollveltingina í 1979. Í
seinastuni hevur hann funnist at Ahmadinejad, forseta og hevur
styðjað andstøðuvalevnið Mirhossiin Mousawi.
Umfatandi
barnapornokervi avdúkað
Løgreglan í Sveis hevur avdúkað eitt sera umfatandi kervi av
barnaporno. Løgreglan sigur, at talan er um meiri enn 2.000
adressur á alnótini, og at málið hevur samband við fólk í 78
londum. Millum londini eru USA, Grikkaland og Pólland. Sam
bært CNN var tað Interpol, sumk kunnaði sveisisku løgregluna um
eina heimasíðu, sum bleiv brúkt til ólógligar pornofilmar við børn
um, hóast síðan alment fekst við tónleik. Sveisiskir fjølmiðlar
skriva, at maðurin, sum átti heimasíðuna, visti ikki, hvat hon í
veruleikanum bleiv brúkt til.
- Nú hava tit siglt
heim til Føroyar
í blanka stilli og
sløttum sjógvi,
men soleiðis er ikki
altíð, og vit kenna
sangin “Slættasti
sjógvur og brattastu
bylgjur, byrður og
andróður skifta um
høv”. Soleiðis verður
tað eisini uttan iva
í komandi døgum,
hóast danska orða
takið sigur, at “Godt
begyndt er halv fuld
endt”. Tit byrja nú
eitt nýtt kapitul í
føroysku skipa- og
siglingarsøguni, segði
Osmund Justinussen,
tá hann heilsaði
Eldborg á vestaru
bryggju í Havn
Eldborg
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var ”the grand old
man” aftanfyri alt virksemið
hjá Justinussen-monnunum
í Leirvík, Osmund Justinus
sen, sum helt høvuðsrøðuna
á vestaru bryggju í Havn, tá
móttøka var fyri nýggja,
stóra
og
vælútgjørda
supply-skipinum, Eldborg.
Osmund
byrjaði
sína
røðu við at fegnast um øll
tey mongu, sum møtt vóru
til móttøkuna.
- Tíðliga í morgun, með
an Havnin svav, og polla
mjørkin huldi Nólsoyar
fjørð, fór eg við bili inn á
Skálafjørðin at taka ímóti
bátinum, sum skuldi leggja
at í Runavík um 8-tíðina.
Komin inn á Skálafjørðin
var líka nógvur pollamjørki
har, og setti eg meg tí at
bíða eftir bátinum úti í
Saltnesi, har eg væntaði at
fáa eygað á hann. Eg hoyrdi
hann koma floytandi inn
eftir fjørðinum. Hann kom
nærri og nærri, men hóast
tað, so fekk eg ikki eygað á
hann fyri mjørka, fyrr enn
einaferð.
Fyrst
dagaðu
mastratopparnar
undan,
síðani brúgvin.
Osmund segði, at meðan
hann soleiðis sat og slotaði
út í tokuna, rann honum til
hugs: ”Ja, so nær kann tað
góða vera tær, og tú sært
tað ikki..!”
- Bara hesin tanki kundi
verið eitt nóg stórt evni til
eina heila talu, men soleiðis
verður ikki her, legði hann
aftrat.
Osmund ásannaði við
móttøkuna, at tað hevur
verið nakað drúgt at bíða,
til báturin kom. Hann
skuldi verið komin fyrst í
árinum, men vegna ta stóru
kreppu, sum hevur verið í
heiminum seinasta árið,
hevur hetta verið við til, at
byggingin gekk truplari enn
væntað. Men nú er skipið
so her.
- Vit fingu ein leigu
sáttmála til skipið, áðrenn
niðurgongdin rættiliga tók
dik á seg, og tað eru vit sera
fegnir um. So væntandi fer
báturin í vinnu síðst í næstu
viku, legði hann aftrat.
Osmund vísti á, at í frá
landavinnu er tað, sum í øll
um vinnum, skiftandi tíðir.
- Seinasta hálva árið
hevur oljuvinnan verið í
einum aldudali, men er nú
á veg nakað uppaftur.
Hann segði, at Eldborg er
av teimum mest framkomnu,
sum eru bygdir, bæði til
veiting og eldsløkking.
- Vatnkanónirnar kunnu
sproyta upp til 180 metrar,
og sprinklaraanleggið runt
um skipið er so væl útgjørt,
at skipið kann sigla heilt
inn í eldslogar fyri at
sløkkja. Eisini er hann út
gjørdur til at rudda olju
dálking soleiðis, at hann
kann súgva eini 1200 tons
av olju upp av sjónum.
Útlátið frá motorunum er
reinsað, so skipið dálkar
mest sum einki. Eldborg
er dupult skrokkað soleiðis,
at tað er eitt heilt skip inni í
skipinum,
legði
hann
aftrat.
Osmund segði, at fyri at
fulføra
slíka
verkætlan,
skulu nógvar hendur til.
Heilt frá tekniborði til
bygging og innrætting, og
til øll loyvir og sertifikatir
sum
krevjast
til
hesa
vinnu.
Hann vísti á, at her hava
nógvar
hendur
verið
virknar, og tí er trupult at
byrja at nevna nøvn. Kortini
segði
hann
seg
vegna
nevndina og eigararnar vilja
nevna nakrar persónar.
- Tummas hevur hugsað
um hesa vinnuna í mong,
mong ár, og uttan hann
hevði eingin supply-bátur
ligið her í dag. Hann hevur
leitað
sær
allan
tann
kunnleika, sum kundi fáast
fatur á og hevur ótroyttiliga
stríðst fyri at fáa hesa
verkætlan til veruleika - við
øllum teimum hugskotum,
sum hann hevur í høvdinum,
og tað eigur hann stóra æru
og tøkk fyri.
Osmund vísti á, at Jens
Meinard kom at arbeiða hjá
felagnum fyri skjótt trimum
árum síðan og við síni
útbúgving sum skipsførari
og advokatur, hevur hann
gjørt eitt megnar arbeiðið.
Við byggisáttmálanum, á
sáttmálaøkjum við mann
ingarfeløg og við leigusátt
málanum av skipinum.
- Jens Meinhard eigur
stóra tøkk og æru fyri at
hava tikið sær av øllum
teimum endaleysu krøvum
og
sertifikatum,
sum
krevjast fyri at verða taldir
við í hesa vinnu.
Osmund nevndi eisini
tey, sum vegna reiðaríið
hava
havt
eftirlit
við
byggingini í Turkalandi og
Noregi.
- Tit skulu hava stóra tøkk
fyri tað avrik, tit hava gjørt,
soleiðis at vit í dag hava eitt
væl úr hondum greitt skip.
Hann takkaði eisini teim
um á skrivstovuni í Leirvík
fyri tolsemi og dygdargott
arbeiði.
- Vit vilja eisini takka
Fjellstrand
Værft
og
Asbjørn Tole fyri væl úr
hondum greitt arbeiði, nú
skipið liggur við bryggju í
dag. Hetta hevur verið
stríggið til tíðir, og onkuntíð
hava
sjógvarnir
gingið
nakað høgt, men Asbjørn,
tú kennir kanska sitatið hjá
landsmanni tínum Bjørn
stjerne Bjørnson, har hann
sigur, at ”Gemt er ikke
glemt, men Ikke gemt -
det er glemt, so nú er tað
aftan bak og Ikke gemt, og
vit gleðast um hetta skipið,
sum tit hava bygt okkum,
segði Osmund.
Hann takkaði eisini Det
norske
Oljeselskab
og
Vintershall, at teir valdu
Supply Service út, og chartr
aðu bátin til at arbeiða fyri
teir.
- Hesum eru vit stoltir av,
og vit vóna eisini at kunna
gera eitt gott arbeiðið. Takk
fyri uppgávuna tit góvu
okkum, legði hann aftrat.
Osmund takkaði eisini Eik
Banka fyri tykkara stóran
innsats sum figgingarstovnur
og samskipari av lánum,
somuleiðis Realinum, Íslend
ska
Landsbankanum
og
Grønlandsbankanum.
- Uttan tykkara fígging
og hjálp í hesum sera
torføru
fíggjartíðum,
lá
hetta skip ikki her í dag, og
føroyingar
høvdu
einki
supplyskip átt. Takk fyri
tykkara dirvi, og at tit
royndust sum sannir álitis
menn í trongum tíðum.
Tøkk til Føroya Land
stýrið fyri, at tit hava fingið
fas-skipanina soleiðis lag
aða, at vit kunnu veitra á
heimsins
høvum
við
merkinum á stong .
Hann nýtti eisini høvi at
takka Skipaeftirliti, Norsk
Veritas, manningarfeløgum
og øðrum fyri positivan
sammarbeiðsvilja í byggi
tíðini.
- Góðu tit, sum skulu
sigla við skipinum, skipara
og manning. Nú hava tit
siglt heim til Føroyar í
blanka stilli og sløttum
sjógvi, men soleiðis er ikki
altíð, og vit kenna sangin
“Slættasti
sjógvur
og
brattastu bylgjur, byrður og
andróður skifta um høv”.
Soleiðis verður tað eisini
uttan iva í komandi døgum,
hóast
danska
orðatakið
sigur, at “Godt begyndt er
halv fuldendt”. Tit byrja
nú eitt nýtt kapitul í før
oysku skipa- og siglingar
søguni. Sum reiðarí vilja
vit ynskja tykkum alt tað
besta, og at Harrans hond
vil hvíla yvir tykkum og
skipinum á heimshøvunum,
hvar enn tit sigla, og í
teimum ofta torføru verkum
og avbjóðingum sum tit
skulu útinna, segði Osmund
Justinussen.
Nógvar virknar
hendur standa
aftanfyri hesa
stóru verkætlan
Tummas Justinussen, konan Eydna Justinussen og Osmund Justinussen
Mynd: Jan Müller
Einar Vang, skipari á Eldborg
Mynd: Vilmund Jacobsen