Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-29, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2009síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 tíðindi Nr. 121 - 29. juni 2009 Leygardagin kom stóra og nútímans supply-skipið hjá Supply Service í Leir­ vík til Føroya. Tíðliga seinnapartin hendan dagin var skipað fyri hátíðar­ligari móttøku á vestaru bryggju í Havn, har hópur av fólki fekk høvi at síggja skipið Eldborg Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyrsta supply-skipið av trimum, sum Supply Ser­ vice í Leirvík hevur gjørt sáttmálar um at byggja, kom til landið í fagrasta summarveðri sein­asta leygardag. Men skipið er ikki bara komið. Tað er eisini farið avstað aftur. Steðgurin í Føroyum var stuttur, men á ferðini her heima eydnaðist eigarunum at vísa skipið fram, bæði á Skálafjørðinum, í Havn og úti fyri Leirvíkini, har bygdarfólkið hjá høvuðs­ eigarunum kundu síggja skipið úti á vánni. Sjáldan áður man so nógv fólk hava verið savnað á vestaru bryggju í Havn, sum um 14-tíðina leygar­ dagin, tá Eldborg legði til bryggju, og røður vórðu hildnar. Eftir røður, navngeving og sang, vórðu fólk boðin umborð at síggja skipið, sum er hitt fyrsta í røðini hjá Supply Service í Leirvík. Næsta skipið kemur ætl­ andi seinni í heyst, og gongst sum ætlað, hevur Supply Service trý skip av hesum slag um ikki so langa tíð. Órógv á fíggjarmarknaði­ num hevur tó við sær, at full vissa enn ikki er um triðja skipið. Slík vinna krevur ávísa umsiting, og tí meta tey hjá Supply Service, at raksturin verður skilabetri við fleiri enn einum og tveimum skipum. Tað var Eydna, kona Tummas Justinussen, sum gav skipinum navn, og í øðrum kasti móti skips­ síðuni, fór fløskan í knús. Osmund Justinussen er nevndarformaður í felagn­ um, sum eigur Eldborg, og hann var fyrstur á pallin og greiddi frá tilgongdini og gongdini við byggingini av Eldborg. Varaborgarstóri í Tórs­ havnar kommunu, Bogi Andreassen, helt røðu, og tað gjørdi Fríðgerð Heine­ sen, sum áður hevur verið borgarstjóri í Leirvíkar kommunu, eisini. Eftir formellu móttøkuna, fingu fólk høvi at vitja umborð á Eldborg. Stór móttøka fyri Eldborg Tað var hátíðarligt at síggja manningina standa har frammi á bógnum, meðan móttøkan fór fram niðri á bryggjuni Mynd: Vilmund Jacobsen Hernaðarkvett í Honduras Støðan er spent í miðamerikanska landinum Honduras, eftir at herurin koyrdi forsetan, Manuel Zelaya, frá og sett hann umborð á eitt flogfar, sum fekk boð um at fara til grannalandi Costa Rica við honum. Hetta er tað fyrsta hernaðarkvettið í Miðamerika síðani kalda kríggið. Manuel Zelaya hevur verið forseti í Honduras síðani 2006. Hann hevurt fleiri ferðir tosað um at broyta stýrisskipanina, so hann kundi fáa eitt valskeið afturat í embætinum. Ætlanin var, at ein fólkaatkvøða um spurningin skuldi byrja í gjár, men ístaðin bleiv forsetin koyrdur frá og av landinum. Grannalondini hava dordømt kvettið í Honduras, og Barack Obama hevur mælt herinum til at virða tær demokratisku reglurnar. Siglandi norðan fyri Asia Orsakað av veðurlagsbroytingunum ber tað nú til at sigla fram við russisku strondini heilt úr Barentshavinum eystur í Kyrrahavið uttan at hava ísbrótara frammanfyri. Tað sigur svenski ævintýrarin Ole Skinnarmo, og hann ætlar sær eisini at prógva, at tað er so. Í síðstu viku fóru hann og eitt altjóða ferðalag undir ta 6.000 fjórðingar longu ferðina við kós ímóti Alaska. Ole Skinnarmo sigur, at tey seinastu árini er tað vorðið 2,7 stig heitari í tí arktiska økinum. Tað hevur gjørt, at ísurin er minkaður so nógv, at tað nú er siglandi fram við sibirisku strondini. Ole Skinnarmo er royndur í póløkinum. Hann var tann fyrsti sviin á Norðpólinum og á Suðurpólinum.