Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-29, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2009síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 tíðindi Nr. 121 - 29. juni 2009 Eydna gav skipinum navnið Eldborg. Í øðrum kasti knústist fløskan móti skipssíðuni Mynd: Torkil Justinussen Dekkið á Eldborg er einar 800 fermetrar stórt Mynd: Torkil Justinussen Sjáldan áður hava so nógv fólk verið savnað á vestaru bryggju í Havn Mynd: Vilmund Jacobsen Nevndarformaður, eigarar, manning og familja Mynd: Vilmund Jacobsen Eldborg er 80 metrar long og 18 metrar breið. Tilsamans 22 mans verða knýttir at skipinum, allir føroyingar Mynd: Torkil Justinussen Ber framvegis til at tosa við Iran Umsitingin í Hvíotu Húsunum í Washington heldur frasmvegis, at tað ber til at fáa eitt viðkomandi samskifti í lag við myndugleikiarnar í Iran hóast illgrunan um valsvik, og sjálvt um stýrið í Teheran sýtir fyri at sleppa sínum kjarnorkuætlanum. USA hevur ikki havt diplomatiskt samband við Iran síðani ta iransku kollveltingina í 1979, men Barack Obama, forseti, og ráðgevar hansara siga, at tíðin er komin til at knýta sambandið aftur. Amerikanski ST-sendiharrin, Susan Rice, segði við sjónvarpið CBS í gjár, at USA noyðist at taka støðu til, hvat hevur størri týdning - valsvik ella kjarnorkuvápn, og stjórnin í Washington er ikki í iva, segði hon. Fimm fólk deyð í norskum tunnli Fimm fólk doyðu, tá tveir bilar rendu saman í Eiksund-undirsjóvartunnlinum í Sunnmøre í Mið-Noregi í gjárkvøldið. Um níggju tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan at vita, at eldur var í tunnlinum. Orsøkin var ein samanstoytur. Í fyrstani var torført at gera nakað fyri royki, men tá hann lætti, bar til at koma inn við bjargingarútgerð báðumegin frá, skrivar VG. Fýra av teimum deyðu vóru ungir menn í 20-unum, sum vóru við tí eina bilinum. Tann fimti, ið doyði, var ein familjupápi, sum koyrdi hin bilin. Vannlukkan hendi 500 metrar inni í Eiksundtunnlinum, sum er ein partur av Eiksundsambandinum, ið gevur oyggjasamfeløgunum Hareid, Sande og Herøy samband við fastlandið.