Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-29, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. juni 2009síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 tíðindi Nr. 121 - 29. juni 2009 - Øll umhvørviskrøv hava verið við í mynd­ini, eins og øll nútímans tøkni er sett í skipið. Í tøkniligari útgerð hevur Eldborg lagt upp fyri fremstu krøvum krøvum, sum eru í hesari vinnu, segði varaborgarstjóri í Tórshavnar komm­ unu, tá hann heilsaði Eldborg vælkomnari Eldborg Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Varaborgarstjórin í Tórs­ havnar kommunu, kallaði í síni røðu verkætlanina hjá Supply Service í Leivík eitt frambrot fyri føroyska vinnu og føroyskan samleika. - Hetta er ein føroysk loysn, fíggjað í Føroyum og lidnað skipið fer burturav at sigla við vælútbúnari og vælroyndari føroyskari manning. Eldborg, sum Eydna Justinussen júst hevur navngivið, brýtir upp úr nýggjum, setir nýggjan sandard og møtir nýggjum krøvum. Bogi Andreassen vísti á, at Eldborg er fyrsta av trimum supply-skipum hjá Supply Service í Leirvík. Hann segði, at oljuvinnan er merkt av enskt-talandi upp­ runanum, sum hann tók til. - Men úr Føroyum kunnu vit eisini gera mun og geva eitt íkast. Eitt tílíkt íkast er henda verkætlan hjá Supply Service. Varaborgarstjórin vísti á, at tað var í sambandi við, at oljuvinnan fór at umhugsa boringar undir Føroyum, at felagið í Leirvík varð stovnað í ár 2000. - Hetta var eitt stórt frambrot fyri føroyska frá­ landavinnu, og í dag sæst mest ítøkiliga úrslitið fyri okkara egnu eygum – á egnum og á føroyskum kjøli. Bogi Andreassen segði, at Supply Service hevur, sum hann tók til, kínt fyri hvørjum smáluti og tikið hædd fyri ikki bara nú­ verandi, men eisini komandi krøvum. - Øll umhvørviskrøv hava verið við í myndini, eins og øll nútímans tøkni er sett í skipið. Í tøkniligari útgerð hevur Eldborg lagt upp fyri fremstu krøvum krøvum, sum eru í hesari vinnu. Varaborgarstjórin vísti á, at Justinussen-ættin, ið stendur aftanfyri hesa verkætlan, hevur av sonnum tikið av avbjóðingum, samstundis sum teir í hesum føri hava megnað at taka upp samstarv við vinnu­ profilarnar, Per Sævik og Tage Bundgaard. - Føroyskir serfrøðingar innan bygging og eftirlit hava verið uppií og hava allan vegin ígjøgnum víst satt dugnasemi, sum sømir seg eini havgangandi tjóð sum okkara. Bogi segði, at umborð á Eldborg fara einir 25 føroyingar at finna sítt nýggja starvsstað, og sáttmáli er undirskrivaður við tvey norsk oljufeløg. - Tað eru 3 ár liðin, síðan verkætlanin við hesum supply-skipi byrjaði, og onnur tvey skip eru á veg, legði hann aftrat. Varaborgarstjórin segði, at Justinussen-menninir í Leirvík hava víst í verki, at vit megna, bara vit vilja, sum hann tók til. - Í vinnuliga meldrinum gloyma tit heldur ikki mentanina og heimstaðin. Hetta hava vit í aðrar mátar sæð í Leirvík. Hann segði, at soleiðis fáa verkamenn, ið vilja, nakað til høldar, sum ikki bara er egið, men sum eisini er ein leiðarastjørna, ið vísir veg fyri landi og fólki. Seinast í síni røðu ynskti varaborgarstjórin vegna Tórshavnar kommunu eigar­ um blíðan byr, samstundis sum han ynskti supply- skipinum Eldborg væl­ komnum í føroyska flotan. Stórt frambrot fyri føroyska frálandavinnu - Føroyskir serfrøðingar inn­an bygging og eftirlit hava verið uppií og hava allan veg­­in ígjøgnum víst satt dugna­semi, sum sømir seg eini hav­gang­­andi tjóð sum okkara, segði Bogi Andreassen, varaborgarstjóri Mynd: Jan Müller KlaKsvíK · Tel. 47 63 63 salTangará · Tel. 47 63 83 www.fonnflog.fo Kom við Fonn Flog á konsert hjá Gaither í Keypmanna­ havn 18. okt. Farið verður úr Vágunum 16. okt. og heimaftur 19. okt. Íroknað prísin er flogferð t/r, gisting í dupultrúmi á Hotel Hebron og atgongumerki til konsertina. Gaither í Keypmannahavn Kostnaður pr. pers. kr. 4.790,- Atassut nýggjan formann í august Leiðslan í grønlendska flokkinum Atassut hevur gjørt av, at flokkurin skal halda eykalandsfund um tveir mánaðir sum eina beinleiðis avleiðing av, at Finn Karl­ sen legði frá sær sum floksformaður herfyri. Lands­ tings­valið 2. juni var ein sonn vanlukka fyri Atassut, sum misti helvtina av tingmann­ ingini, og tann 16. juni gjørdi Finn Karlsen av at leggja frá sær. Næstformaðurin í Atassut, Jensine Berthelsen, hevur seinni sagt, at kreftir í flokkinum trýstu Finn Karlsen úr formansstóli­num. Eykalandsfundurin verður 29. og 30. august, og uppskot um formansevni skal floksleiðslan hava í seinasta lagi tann 7. august, sigur KNR. Fólk fáa óneyðugar skurðviðgerðir Á donskum sjúkrahúsum verða nógvir sjúklingar lagdir undir skurð, hóast tað er fullkomiliga óneyðugt. Tað skrivar Berlingske Tidende í dag. Blaðið sigur frá fleiri læknum, at skurðviðgerðir eru vorðnar ein handilsvøra, soleiðis at sjúkrahúsini leggja fólk undir skurð fyri at fáa tey fíggjarligu viðurskiftini at hanga saman, so skurðdeild­ irnar fáa teirra part av fíggjarætlanunum. Læknarnir siga, at í nógvum førum er talan um óneyðugar skurðviðgerðir, sum kunnu hava óhepnar avleiðingar við sær. Stig Sonne-Holm, sum er yvirlækni á sjúkrahúsinum í Hvidovre, skrivar í Ugeskrift for Læger, at talið á skurðviðgerðum í rygginum, lendunum og knøunum er vaksið 50 prosent eftir fýra árum, men at bíðitíðin kortini er tann sama. Birgitte Josefsen, sum er framsøgukvinna hjá Vinstra í heilsumálum, sigur við Berlingske Tidende, at læknarnir svíkja teirra ábyrgd, um teir seta fíggjarlig atlit fram um sjúklingarnar. - Havið er saltið, sum rennur í okkara æðrum. Tí er tað ein náttúr­lig gongd, at mong velja at hava sína inntøku á havin­um, segði Fríðgerð Heinesen, sum vísti á, at stór fram­stig eru hend, síðan fyrsta Stjørnan kom til Leirvíkar í sjeytiárunum Eldborg Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fríðgerð Heinesen, sum áður hevur verið borgarstjóri í Leirvíkar kommunu og nú er bygdaráðslimur í Eystur kommunu, bar eisini fram eina heilsu á vestaru bryggju í Havn, tá Eldborg varð navngivin. - Vit í Eystur kommunu bjóða Eldborg hjartaliga vælkomnari til landið og sín heimastað, Leirvík, og vit ynskja reiðaríi, skipari og manning og tykkum øll­ um, sum varða av skipinum, hjartaliga tillukku. Havið er saltið Fríðgerð vísti á, at havið eig­­­ur lívið í okkum øllum – og ikki minst í leir­ víkingum. - Havið er saltið, sum renn­ ur í okkara æðrum. Tí er tað helst ein náttúrlig gongd, at mong velja at hava sína inntøku á havinum. Hon vísti á, at stór framstig eru hend, síðan fyrsta Stjørnan kom til leirvíkar í sjeytiárunum. - Tað hevur gingið upp og niður, men reiðarríið hevur í dag ment seg til eitt felag við bæði partrolarum og rækjuskipum, og nú vit síggja hetta stóra og vælútgjørda skip, síggja vit við okkara egnu eygum, at oljuvinnan er veruleiki hjá hesum felag. Fríðgerð segði, at Eldborg er eitt skip við allari nútímans útgerð, og stórur dentur er lagdur í umhvørvi og trygd, sum er framtíðin. - Eystur kommuna fegn­ ast um, at vit hava fólk, sum hava hug, áræði og evnir at ganga nýggjar og óroyndar leiðin. Við hesum nýggja skipi hevur reiðaríið valt at fara í eitt mennandi sam­ starv við onnur feløg og einstaklingar, bæði úti og heima, við serligum førleik­ um á hesum øki. Hon segði, at tað er við stoltleika og spenningi, men eisini við eyðmýkt, at hon vegna Eystur kommunu heilsar skipinum væl­ komnum. - Vit vita, at tað kann ganga upp og niður í okkara samfelag og innan skipa­ rakstur, og tí er tað serliga hugaligt í hesum tíðum, har vit dag og dagliga hoyra um niðurgongd í samfelagnum, at tit fara í gongd við nýtt og spennandi virksemi, sum gevur arbeiði til nógvar hendur. Stóra ávirkan Fríðgerð vísti á, at í Leirvík hava feløgini hjá Osmundi Justinussen og teimum stóra ávirkan í gerandis­ degnum. - Tit hava víst í verki, at tit eru til reiðar at ganga nýggjar leiðir og fáa vinning burturúr. Partrolararnir hjá felagnum fiska gulllaks ein part av árinum. Hetta er fiskur, sum verður virkaður á fiskavirkinum Tavuni, sum felagið eisini eigur í, og hetta virksemi hevur higartil hildnast væl. Hon segði, at umframt at vera eitt framkomið og vælrikið felag við eini dugnaligari leiðslu og starvsfólkum, hevur felagið valt at innrættað umsit­ ingarbygning í Leirvík til eisini at vera eitt málninga- og bátasavn burturav. - Hetta savn hava vit øll gleði av, og hetta savn kann eisini verða brúkt í ferðavinnuhøpi, men hevur so sanniliga stóran týdning fyri okkum sum fólk og okkara søgu, so vit ikki gloyma, hvaðani vit komu. Á hesum savni møtast for­ tíð og framtíð, sum Fríðgerð Heinesen tók til. At enda ynskti hon reiðaríi, skipara og manning góða eydnu og Guds signing við nýggja skipinum. Stoltleiki, spenningur og eyðmýkt Fríðgerð Heinesen, bygdaráðslimur í Eystur kommunu, heldur røðu á vestaru bryggju í Havn Mynd: Vilmund Jacobsen