týsdagur 30. juni 2009síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindi
Nr. 122 - 30. juni 2009
tíðindi
Úti á Reyni eru
upptøkurnar til Buzz
Aldrin, hvor ble det
av dig i alt mylderet,
byrjaðar. Annfinnur
Heinesen hevur fingið
tann størsta føroyska
leiklutin, og skal hann
millum annað leika
saman við danska
Bjarne Henriksen
Filmur
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Endiliga eru upptøkurnar til
filmin um Buzz Aldrin
byrjaðar. Í morgun varð
filmað úti á Reyni, har ein
loppumarknaður var, og fólk
komu gangandi framvið.
Eitt stórt framleiðslulið er á
staðnum, mannað við fólki
úr øllum norðurlondum.
Statistar vóru bidnir um
at møta úti á Reyni í morgun
klokkan 10, men tá klokkan
gekk til 11 var lítið hent.
Fyrsta royndin var gjørd
eina løtu eftir. Statistarnir
skuldu koma gangandi úr
ymsum hornum á økinum.
Har
komu
familjur
at
hyggja eftir lutum, og tvær
yngri gentur leitaðu eftir
klæðum á einum stativi.
Aðrir
statistar,
nakrar
kvinnur, vóru bidnar um at
vera standby.
Sjónleikarin, Annfinnur
Heinesen, var eisini møttur
í morgun. Hann hevur
fingið leiklutin sum Palli,
ein skitsofrenur kollfirðing
ur, ið verður vinur við
høvuðspersónin í filminum.
Teir gerast vinmenn, tá
høvuðspersónurin flytir til
Gjáar. Umframt Annfinn
Heinesen,
er
kvinnuligi
sjónleikarin, Annika Jo
hannesen, sum er dóttir
Eyðun Johannesen, millum
føroysku
leikararnar,
ið
hava fingið stóru leik
lutirnar. Í filminum, sleppa
føroysku leikararnir at tosa
gøtudanskt.
Eitt
kent
andlit
úr
donskum filmi var at finna
millum fólkini í morgun.
Talan er um Bjarne Hen
riksen, ið hevur spælt við í
nógvum donskum filmum.
Vit minnast hann kanska
best sum pápan at myrdu
gentuni í røðini, Forbryd
elsen. Úr Noregi kemur
høvuðspersónurin,
Pal
Sverre Hagen.
Eftir ætlan verður filmað
í fýra vikur í Føroyum,
síðan
tríggjar
vikur
í
Noregi. Verkætlanin er mett
at kosta 37 milliónir krónur,
og verður hann væntandi
klárur á heysti 2010.
Lægri útgjald í 2008 hóast økt arbeiðsloysi
Hóast talið av persónum, ið fáa útgjald frá Arbeiðsloysisskipanini, er vaksið í 2008, er miðalarbeiðsloysið lægri í 2008
enn í 2007, og hetta sæst aftur í útgjaldinum frá ALS. Í 2008 rindaði ALS tilsamans 31,8 milliónir krónur í vanligum
arbeiðsloysisstuðli. Hetta talið var 34,7 milliónir krónur í 2007, og tað er ein minking upp á 8,4 prosent. Útgjaldið til
arbeiðsfólk á fiskavirkjum er lítið broytt í 2008 sambanborið við 2007, útgjaldið var 13,8 mió. í 2008 í mun til 13,4
mió. í 2007.Í 2008 rindaði ALS tilsamans 45,6 milliónir krónur í útgjøldum til vanligan arbeiðsloysisstuðul, fiska
virkisskipanina, førleikamenning og í arbeiðsmarknaðargjøldum, sum eru partur av vanliga arbeiðsloysisstuðlinum og
stuðlinum umvegis fiskavirkisskipanina. Samlaðu útgjøldini vóru 48,1 mió. kr. í 2007, og her er talan um 5,3% í
minking frá 2007 til 2008. Við árslok 2008 fingu 513 persónar vanligt útgjald frá Arbeiðsloysisskipanini, og við byrjan
av árinum vóru tað 301 persónar. Tað merkir, at talið á persónum, sum fingu vanligt útgjald frá Arbeiðsloysisskipanini
við árslok 2008 var 1,8% av arbeiðsfjøldini, við árslok 2007 var arbeiðsloysið 1,3%.
Buzz Aldrin verður filmaður
Uttan fyri Norðoya
apotek í Klaksvík
var long kø í gjár, tá
sólbrendir føroying
ar vildu hava fatur í
sólkremi og mýggja
bitakremi
Sólverja
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Stórur partur av føroyingum
gongur við brendari nøs og
sólbrendum ørmum hesar
dagarnar, sólin hevur sæð
um alt landið. Ikki øll hava
hugsað um at skaffa sær
sólkrem áðrenn tey fóru út í
sólina, og tað hevur merkt
munandi meir arbeiði á
føroysku
apotekunum.
Serliga apotekini í Klaksvík
og Runavík kunnu siga frá
longum køum av fólki.
- Vit hava havt so nógv at
gjørt, at vit nærum ikki
hava kunnað nøkta tørvin.
Bæði í Klaksvík og Runavík
hava vit havt sera stóran
eftirspurning. Tað er tað
vanliga, ið er útselt, faktor
20 og mýggjabitakrem 2, ið
styggir
mýggjabitarnar
burtur, greiðir farmakono
murin á apotekunum frá,
Nanna Knudsen.
Hon heldur, at fólk eru
væl vitandi um at tey skulu
verja seg móti sólini.
- Tað eru nøkur, ið verða
brend, men fólk vita væl av,
at tey skulu verja seg móti
sólini. Tað er rættiliga van
ligt við stóra eftirspurning
inum eftir teir fyrstu sól
dagarnar á árinum, sigur
hon.
Apotekini royna at hava
so passaliga goymslu, og
hava
bílagt
manglandi
dunkarnar inn aftur. Teir
vera aftur at finna á
hillunum í komandi viku.
Til tá hava Eysturoyar og
Norðoya
Apotek
eina
goymslu av sólkremi við
høgum faktori. Tað er betur
enn einki.
Gravgangur eftir sólkremi
Føroyingar vita, at teir skulu verja seg móti sólini. Kortini er tað
vanligt, at teir eru seinir á veg at skaffa sær neyðugu verjuna
Savnsmynd
Annfinnur Heinesen hevur
fingið størsta leiklutin av
føroysku leikarunum. Hann
skal leika Palli, hin skitsofreni
kollfirðingurin
Mynd: Jens Kristian Vang
Danski Bjarne Henriksen telist millum høvuðsleikararnar.
Hann spældi til dømis pápin at myrdu gentuni í røðini,
Forbrydelsen
Mynd: Jens Kristian Vang
Upptøkurnar til Buzz Aldrin hvor ble det av dig i alt mylderet eru byrjaðar. Í morgun varð filmað úti á Reyni í Havn
Mynd: Jens Kristian Vang