týsdagur 30. juni 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 122 - 30. juni 2009
Nú fer landsstýrið at
brynja seg til sam
ráðingar við danir um
ríkisveitingina fyri
tey næstu árini. Har
verða allir møguleikar
umrøddir, eisini
møguleikin at biðja
danir um hægri ríkis
veiting, men tað er
at bíta høvdið av
allari skomm, heldur
landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum
Ríkisveiting
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað er mannminkandi nú
at fara danir um at hækka
ríkisveitingina til Føroyar
aftur.
Tað
heldur
Jóannes
Eidesgaard,
landsstýris
maður í fíggjarmálum.
Nú fer landsstýrið undir
at fyrireika eitt upplegg til
samráðingar, sum vera við
donsku stjórnina seinni í ár
um
ríkisveitingina
tey
næstu árini.
Landsstýrismaðurin
væntar, at tær samráðingar
nar verða seinni í summar
ella í heyst.
Í hesum sambandi hava
góð ráð ikki trotið og tað
hava serliga verið sam
bandsmenn, sum hava mælt
landsstýrinum til at hækka
blokkin aftur.
Blokkurin hevur verið
fastfrystur síðani 2002. Tað
merkir, at hann er ikki
hækkaður hesa tíðina, hóast
prísirnir eru uppfarnir.
Og nú føroyski búskapur
in er í kreppu, hevur
Edmund Joensen, fólka
tingsmaður, mælt lands
stýrinum til at samráðast
við danir um at tiðna blokk
in aftur. Síðani hevur Jaspur
Vang, løgtingsmaður, eisini
heitt á landsstýrið um tað
sama, men hann heldur, at
meirinntøkan skal brúkast
til at sanera kommunu
skuldina við.
Kanna allar
møguleikar
Jóannes Eidesgaard sigur,
at nú samráðingar skulu
vera um blokkin, verða all
ur møguleikar kannaðir og
vigaðir í samgongini, eisini
møguleikin at tiðna blokkin
aftur, so at ríkisveitingin
hækkar.
- So fer bara tíðin at vísa,
hvat endaliga niðurstøðan
verður, leggur hann afturat.
Kortini ásannar hann, at
eftir
samgonguskjalinum
hevur samgongan sett sær
sum mál at minka blokkin,
so hvørt sum búskapurin
veksur.
Hann ásannar eisini, at
tað stendur onki í sam
gonguskjalinum um tann
møguleikan
at
hækka
blokkin aftur.
Skomm
Men skal Jóannes Eides
gaard siga sína egnu hugs
an, so smakkar tað honum
rættiliga illa at tosa um tann
møguleikan at hækka ríkis
veitingina aftur.
- Eg haldi, at tað mann
minkandi at biðja um hægri
ríkisveiting, sigur lands
stýrismaðurin í fíggjarmál
um.
- Eg haldi, at teir trupul
leikar, vit eru í, eiga vit at
klára sjálvir, uttan at biðja
um hægri ríkisveiting. Vit
skulu heldur ikki gloyma,
at danski búskapurin hevur
tað heldur ikki gott, so at
fara til teirra at biðja um
hægri ríkisveiting, hóvar
mær ógvuliga illa sigur
Jóannes Eidesgaard.
- Eg haldi, at hetta er at
bíta høvdið av allari skomm,
leggur hann afturat.
Hann heldur eisini, at
hetta hevði verið eitt aftur
stig, tí tað hevði verið eitt
stig burtur frá einum sjálv
berandi búskapi.
Hann hevur eisini merkt
sær, at hann er ikki ein
samallur í samgonguni um
hetta sjónarmiðið.
- Tað eru eisini aðrir poli
tikarar í samgonguni, sum
halda lítið um tann møgu
leikan at hækka ríkisveit
ingina aftur, sigur lands
stýrismaðurin í fíggjarmál
um.
Kortini endurtekur hann,
at hetta er ein spurningur,
sum er til politiska viðgerð
í landsstýrinum í løtuni og
enn dugir hann onki at siga
um úrslitið.
Mannminkandi at biðja
danir um hægri blokk
ALS væl fyri at taka móti øktum arbeiðsloysi
Heimsumfatandi búskaparkreppan tók seg av álvara upp í september 2008 og hevur
spjatt seg til fíggjarmarknaðirnar kring heimin. Arbeiðsloysið var í miðal í 2008 1,3 prosent. Við endan av apríl
2009 er arbeiðsloysið 3,4 prosent og Landsbankin metir, at arbeiðsloysið kann koma uppá 4 prosent í miðal fyri
2009. 14. mai 2009 samtykti Løgtingið umfatandi broytingar í ALS lógini, mest týðandi broytingarnar eru millum
annað at útgjaldið hækkar upp í 80 prosent av útrokningargrundarlagnum, tó í mesta lagi 20 tús. kr. fyrsta árið og
75 prosent restina av útgjaldsdøgunum. Bíðidagarnir fella burtur, útlendingar kunnu eftir umsókn verða frítiknir
at rinda ALS gjald, og skipan verður gjørd til fiskimenn, tá skip verða løgd í longri tíð í samband
við umvæling. Lógarbroytingarnar hava við sær, at útgjaldið til arbeiðsleys verður økt, og kemur hetta at ávirka
rakstrarúrslitið hjá Arbeiðsloysisskipanini og kemur skipanin at hava hall nøkur ár. - Men vísandi til at eginognin
er slakar 700 milliónir krónur, er skipanin væl fyri at taka ímóti einum øktum arbeiðsloysi, sigur ALS um útlitini
fyri 2009.
Nú samgongan roynir at
semjast um, hvørji tiltøk
skulu setast í verk fyri at
basa kreppuni, verða allir
møguleikar kannaðir fyri at
útvega landskassanum fleiri
inntøkur. Eisini møguleikin
fyri at hækka ríkisveitingina
verður kannaður, men tað
smakkar Jóannesi Eidesgaard
øgiliga illa
Heimamissións
forlagið hevur givið
út eitt arbeiðshefti til
lærubókina »Søgan
um Jesus«, sum kom
út fyri nøkrum árum
síðan, og tríggjar
nýggjar barnabøkur
»Farbíblia«, »Á ferð
gjøgnum Bíbliuna« og
»Bíblia til tey minstu«
Heimamissiónsforlagið
hevur givið út eitt arbeiðs
hefti til lærubókina »Søgan
um Jesus«, sum kom út fyri
nøkrum árum síðan.
»Søgan um Jesus« við
arbeiðshefti er ætlað krisni
undirvísingini í miðdeild
fólkaskúlans. Uppgávurnar
eru fjølbroyttar. Næmingar
nir skulu práta um ymisk
evni,
svara
spurningum
skrivliga, loysa kvissupp
gávur og orðagátur, gera
ymiskt ítriv og spæla sjón
leik.
Hvør kapittul byrjar við
einum
sangi.
Sangirnir
standa aftast í arbeiðsheft
inum. Í lærubókini »Søgan
um Jesus« eru nógvar góðar
myndir,
sum
eru
væl
egnaðar at tosa um, sam
stundis sum arbeitt verður
við bókini og arbeiðshefti
num. Arbeiðshefti er prent
að á gott pappír, soleiðis at
tað er vælegnað at tekna í.
Arbeiðsheftið
er
150
blaðsíður.
Tað eru lærararnir Eyð
gerð Abrahamsen og Petra
Gregersen, sum hava staðið
fyri
útgávuarbeiðinum.
Arbeiðsheftið kann keypast
í bókahandlum kring landið
og frá Heimamissiónsfor
langum: www.hmf.fo.
Farbíblia
Í hesi farbíbliu fyri børn
eru 23 bíbliusøgur sagdar á
løttum
máli.
Teimum
smæstu dáma væl at bera
hana við sær. Um somu tíð
kunnu tey byrja at lærar
nakrar av mest lisnu bíblu
søgunum.
Bókin
hevur
honk, so hon kann berast
sum ein taska. Perman er úr
plasti, so hon er løtt at turka
av um hon verður handskað.
Blaðsíðurnar inni í bókini
eru úr tjúkkum pappi, so
bókin tolir væl at verða
handfarin av smáum fingr
um. Aldur 1-4 ár.
Á ferð gjøgnum
Bíbliuna
Ein bóklingur við einum
stórum
samanfaldaðum
korti, til at seta klistrimerkir
á.
Klistrimerkini
kunnu
setast á og takast av fleiri
ferðir. Kortið lýsir tíðina
heilt frá Skapanini og fram
til Jesu lív á foldum. Niðast
á kortinum er ein tíðarlinja
við bíbliuávísingum, so tú
kanst síggja og lesa meira
um tey ymisku tíðarskeiðini
og hendingarnar í Bíbliuni.
Jón Eli Ole-Jacobsen Hevur
týtt bókina úr enskum
Bíblia til tey minstu
Ein myndabók við nærum
ongum teksti til tey allar
minstu børnini. Á hvørji
síðu stendur ein tilvising í
Bíbliuni har ein kann lesa
frásøgnina sum myndin
vísir. Bókin er úr pappi,
mg
Nýggjar bøkur frá Heimamissiónsforlagnum