týsdagur 30. juni 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 122 - 30. juni 2009
9 ára gamla Karita
Maria úr Hoyvík fær
ein heldur øðrvísi
føðingardag, tá hon
í morgin fyllir runt
fyri fyrstu ferð. Hon
sleppur nevniliga at
hátíðarhalda dagin í
Skotlandi saman við
bretsku drotningini
Elizabeth II
Føðingardagur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
Tað munnu vera tey fæstu
fólkini í heiminum, ið nakr
antíð sleppa at heilsa upp á
bretsku drotningina, Queen
Elizabeth II. Uppaftur færri
munnu tey vera, sum nakr
antíð hava hátíðarhildið ein
føðingardag
saman
við
henni. Í morgin kann 9 ára
gamla Karita Maria úr Hoy
vík tó teljast millum hesi
hepnu.
Orsøkin er at hon er fødd
á einum serligum degi í
grannatjóð okkara fyri sunn
an, Skotlandi, nevniliga
tann 1. Juli 1999. Henda
dagin varð skotska parla
mentið endurreist, eftir at
tað hevði verið niðurlagt
síðan 1707, ella í samfull
292 ár. Hetta verður mett
sum ein tann størsti søguligi
dagurin í nýggjari tíð í Skot
landi, og er at meta sum
ólavsøka hjá føroyingum.
Hesin dagur var hátíðar
dagur í øllum tí bretska
kongaríkinum, og nógv var
gjørt burturúr. Eitt nú fingu
øll 163 børnini, ið vóru
fødd henda dagin, eina ser
liga kongaliga gullmynt frá
drotningini av bretska ríkin
um, Queen Elizabeth II.
Millum hesi børnini var
Karita Maria Zachariassen,
ið er dóttir Unn og Jógvan
Zachariassen í Hoyvík.
Vistu av ongum
Unn og Jógvan vóru frá
1997 til 2000 búsitandi í
Skotlandi, har tey bæði
undirvístu á Tilsley College
í Motherwell. Tó var Unn
heimagangandi ein stóran
part av tíðini, tá hon jú var
við barn. Dagurin upprann
so, og tann 1 juli 1999 áttu
tey Karitu Mariu. Hesin
dagur mundi vera sum flest
allir aðrir dagar, undantikið
at skotska parlamentið varð
endurreist henda dagin.
Hóast fólk søgdu við tey,
at tað var stuttligt at tey
høvdu átt sama dag, sum
parlamentið varð endur
stovnað, hugsaðu tey ikki
stórvegis meira um tað, enn
at tað var ein stuttlig saman
renning.
Stutta tíð eftir føðingina
fingu tey tó hesa serligu
gullmynt, ið tað bert eru
162 aðrar makan til, hand
aða til varðveitslu vegna
Karitu Mariu til hon verður
myndug.
Fekk teldubræv
úr Skotlandi
Í morgin eru 10 ár síðan
skotska parlamentið varð
endurreist, og hetta verður
hátíðarhildið við stíli. Fyri
reikingarnar fóru í gongd
fyri lítlum ári síðani, og var
ynskið at øll børnini, sokall
aðu »1 july babies«, skuldu
luttaka.
Men 10 ár er long tíð, og
fleiri av teimum eru ikki
longur búsitandi í Skotlandi.
Tí hevur stór orka verið
løgd í at fáa samband við
Fer at halda føðingardag við
913 fólk arbeiðsleys í juni
Arbeiðsloysið í Føroyum er ikki longur vaksandi. Seinasta uppgerðin hjá Arbeiðsloysisskipanini vísir, at tað
fyrst í juni mánaði vóru 913 arbeiðsleys í Føroyum. Hetta er ein fleirfalding samanborið við sama tíðarskeið
undanfarna ár, tá talið var 272 arbeiðsleys, men minni enn undanfarnu mánaðirnar, tá talið var uppi á 960.
Men samanborið við undanfarin ár, eru alsamt fleiri menn vorðnir arbeiðsleysir. Síðani ár 2000 hava fleiri
kvinnur verið arbeiðsleysar enn menn. Men nú er vent í holuni. Í juni 2009 vóru 528 menn og 385 kvinnur
arbeiðsleysar, samanborið við 102 og 170 í juni 2008. Tað var í januar mánaði, at tað vendi í holuni. Hetta
svarar til eitt kynsbýti á 58 prosent menn og 42 prosent kvinnur. Eisini eru broytingar í aldursbýtinum á teim
um arbeiðsleysi,og eru tað alsamt fleiri ung millum 20 og 29 ár, ið eru vorðin arbeiðsleys, nevniliga 25
prosent av teimum arbeiðstøku. Hetta er nú tann størsti bólkurin av arbeiðsleysum. Áðrenn var tað tey
millum 60 og 67, ið var størsti bólkurin, 31 prosent, men eru hesi nú bert 17 prosent av teimum arbeiðstøku.