Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 122 - 30. juni 2009 drotning Elizabeth hesi børnini, ið nú eisini eru stødd í Avstralia, USA, Kanada og Føroyum. - Tað hevur verið lýst eftir hesum børnum í skotsku bløðunum. Hetta hev­ur onk­ ur av teimum, sum vit ar­beiddu saman við tá vit búðu í Skotlandi sæð, og sendu mær ein meyl, at skotsku myndugleikarnir leit­­ aðu eftir Karitu Mariu, greið­ ir Jógvan Zachariassen frá. Síðan settu tey seg í sam­ band við skotsku myndug- leikarnar at greiða frá, hvar tey vóru. Tey hava so fingið eitt kongaliga innsiglað bræv, har tey eru boðin til Skotlands at hátíðarhalda 10 ára føðingardagin saman við skotska parl­ament­in­um. Í føroyskum búna Tað er í morgin, at tann stóri 10 ára føðingardagurin verður. Og dagurin byrjar við at børnini sleppa at heilsa upp á drotningina í Skot­landi, Queen Elizabeth II of the United Kingdom, og skotsku tinglimirnar. Men tað eru bara børnini, ið sleppa at hitta drotn­ing­ ina. Foreldrini sleppa at sita í einum rúmi við síðuna av og fylgja við á stórskíggja. Ein stórur spurningur, tá tú skal í gildi við drotningini av Bretlandi er, hvussu dress­kodan er og hvørjum hon skal vera í. Men tann spurn­ingurin var skjótt svaraður fyri Karitu Mariu. Hon verður nevniliga í før­ oyska tjóðarbúnanum, tá hon skal hitta drotningina. Børnini úr Skotlandi verða eisini í tjóðar­bún­an­um. Sjálv greiðir Karita Maria frá, at hon er sera spent upp á at sleppa at møta drotn­ing­ ina og at sleppa at halda 10 ára føðingardag saman við hinum 162 børnunum í Skot­landi. Tað er eisini ein spennandi skrá, sum er sett upp til tey at uppliva henda stóra dagin, sum verður hild­in í skotska parla­ment­ in­um í Edinburgh. Queen Elizabeth II of the United Kingdom fer í morgin at heilsa upp á Karitu Mariu, ið verður í føroyska tjóðarbúnanum mynd:NASA/Bill Ingalls Karita Maria saman við foreldrunum Unn og Jógvan Karita Maria við kongaligu gullmyntini, ið hon hevur fingið. Á myntini stendur: »To Commemorate the opening of the Scottish Parliament 1 July 1999«. Bert 162 myntir av sama slag eru til Góð mold til sølu Sorterað, sandblandað mold til sølu fyri 325 kr./m3 Hjálpirót Sp/f · Boks 1286 FO-110-Tórshavn · Tlf: 316505 / 516505 Ballupressur Fáið slátturin skjótt og væl frá hondini Plast av allar hægstu dygd og net serframleitt til okkara pressur Betri fóður Skjótari liðugt Lætt at handfara Heygsvegur 30 · FO-100 Tórshavn Tlf. 31 69 10 · Fax 31 69 10 T-postur: triv@post.olivant.fo Heygsvegur 30 · FO-100 Tórshavn Tlf. 31 69 10 · Fax 31 69 10 T-postur: triv@post.olivant.fo Sláimaskinur ið sláa alt Knívar í ymiskum støddum frá 71 til 148 cm 2+2 gear ella 6+2 gear (báðar vegir) Prísir frá kr. 16.350 til 31.000 Flogfar fór í havið Bjargingarlið hava funnið fleiri lík á staðnum, har eitt jem­enskt flogfar datt niður við Comor-oyggjarnar tíðliga í morgun. Líkini eru funnin stutt frá landi, men myndug­leikarnir á Comor-oyggjunum siga, at enn er ov tíðliga at siga, um tey stava frá flogfarinum ella ikki. Jemenska flogfarið, sum var av slagnum Airbus 310-300, datt niður í havið nærhendis Comor- oyggjunum eitt korter, áðrenn tað eftir ætlanini skuldi lenda. Flogfarið kom úr París og hevði millumlent í Jemen. 142 ferðafólk vóru við flog­far­in­um, og manningin taldi 11. Fyribilsupplýsingar siga, at ferða­ fólkini vóru úr Fraklandi og Comor-oyggjunum, sum eru í Indiska Havinum. Orsøkin til vanlukkuna er ikki greið enn, men veðrið á leiðini var vánaligt. Aftur jarðskjálvti í Sichuan Ein jarðskjálvti hevur verið í kinesiska landspartinum Sinchuan. Skjálvtin var 5,6 á Richterstiganum, men sambært myndugleikunum kravdi hann ikki mannalív. Hinvegin eru umleið 9.000 hús oyðiløgd, og vega- og telefonsambandið er frarið. Í fjør var ein ógvusligur jarðskjálvti í sama øki, og tá doyðu næstan 90.000 fólk, og fimm milliónir mistu hús og heim. Í síðstu viku kunngjørdi stjórnin eina frágreiðing, har tað kom fram, at arbeiðið at endurreisa tað, sum fór í jarðskjálvtanum í Sinchuan í fjør, gongur ikki eftir ætlanini, tí trupulleikar eru við fíggingini.