týsdagur 30. juni 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 122 - 30. juni 2009
Seinasta leygardag
gjørdi byggifelagið
Articon ein
starvsfólka-og
familjutúr út til
Skúvoyar, har næstan
hundrað fólk vóru
við í ferðalagnum.
– Hetta var ein heilt
fantastiskur túrur,
sigur stjórin, Jón
Danielsen
Útferð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hetta er tíðin, tá útferðar
hugur kemur á fólk og
familjur.
Í góðveðrinum seinasta
leygardag gjørdi byggife
lagið Articon eina starvs
fólka-og familjuútferð til
Skúvoyar, har eini 94-96
fólk vóru við. Hetta vóru
arbeiðsfólk
saman
við
familjum sínum.
Umleið helmingurin fóru
leygarmorgunin av Gomlu
Rætt við Froyu beinleiðis
til Skúvoyar, og hin helm
ingurin fóru við Teistanum
til Skopunar og við bussi til
Sands, har Froya førdi tey
út til Skúvoyar.
Borgarstjórin í Skúvoy
og kona hansara, Harry og
Betty
Jensen,
bjóðaðu
morgunmat. Tey ferðandi
fingu
drýl,
skerpikjøt,
rullupylsu, egg og sild.
Tá morgunmaturin var
etin, varð leiðin løgd norður
í Fagradal at síggja Ranvá
toft og Ranvákeldu og
haðani norður í Høvdan.
Fantastiskur túrur
Tá fólkini hjá Articon komu
heimaftur í bygdina út á
seinnapartin, bjóðaðu borg
arstjórin og konan øllum
døgurða, og tá fingu tey
lambakjøt at eta.
- Hetta var ein heilt
fantastiska góður túrur, og
tað er heilt ótrúligt, at hjún
ini bæði kundu klára bæði
at geva okkum øllum morg
unmat og síðan døgurða á
hesi ferðini.
Tað sigur stjórin í Articon,
Jón Danielsen, sum eisini
var við.
Hann vísir á, at tey øll
høvdu ein sera góðan túr –
úr enda í annan.
- Veðrið var so avbera
gott, og náttúran í Skúvoy
er vøkur. Vit høvdu har
moniku við okkum og sótu
úti í túninum og sungu aftur
við harmonikuni. Jú, hetta
var bara ein so hugnaligur
og góður túrur, leggur hann
aftrat.
Jón Danielsen sigur, at
byggifelagið í fleiri ár hevur
skipað fyri ymiskum út
ferðartúrum
kring
um
landið – fyri arbeiðsfólki
og familjum teirra.
Articon
hevur
annars
bygt vatnreinsiverk í Skúv
oy, og í hesum sambandi
hava menn hjá fyritøkuni –
fleiri og færri – arbeitt í
Skúvoy nú í summar.
Undirveitarar til vatn
reinsiverkið eru Nomatek
og LM-Electric.
Vatnreinsiskipanin
hjá
skúvoyingum varð liðug
næst seinasta fríggjadag.
100 fólk hjá
Articon inn-
rás í Skúvoy
Harry Jensen,
borgarstjóri í
Skúvoyar kommunu,
fegnast um gávu, sum
byggifelagið Articon
hevur latið Skúvoyar
bygdarfelag
Skúvoy
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Herfyri
skrivaðu
vit
í
Sosialinum um, at ein mað
ur í Skúvoy, ið áður hevur
siglt sum navigatørur, hevur
gjørt av at geva Skúvoyar
bygdarfelag eina peninga
gávu á 200.000 krónur.
Nú hevur endurstovnaða
bygdarfelagið so fingið enn
eina gávu til sítt arbeiði.
Tað er byggifelagið Arti
con, sum hevur gjørt av at
geva felagnum ein kekk á
10.000 krónur.
Harry Jensen, borgarstjóri
í Skúvoyar kommunu, sig
ur, at kekkurin varð hand
aður í Skúvoy seinasta ley
ardag, tá byggifelagið sam
an við familjum teirra var á
útferð í oynni.
- Formaður í endurskipaða
felagnum er Dánjal Hentze,
men hann er ikki heima í
løtuni, og tí var tað pápi
hansara, Óla Jákup Hentze,
sum tók ímóti kekkinum.
Blíðskapur
Borgarstjórin sigur, at skúv
oyingar eru sera fegnir um
kekkin.
- Byggifelagið vildi geva
bygdini hesa gávu, tí teir
siga seg hava møtt so stór
um blíðskapi í oynni, nú
teir
hava
bygt
okkum
vatnreinsiverk her úti, sigur
Harry Jensen.
Hann vísir á, at Skúvoyar
bygdarfelag ikki hevur ligið
púra lamið øll tey seinast
árini, men nú verður so
roynt at blásað meira lív í
felagið aftur.
- Teir, sum nú sita í
nevndini, umhugsa hvat
felagið skal gera. Sum er,
eigur felagið eingi hús, men
sum eg havi skilt, verða
ymiskir møguleikar kann
aðir, sigur Harry Jensen,
borgarstjóri
í
Skúvoyar
kommunu.
10.000 krónur til
Skúvoyar bygdarfelag
Articon hevur í fleiri ár gjørt eina útferð fyri arbeiðsfólk og
familjur teirra, og seinasta leygardag vitjaðu soleiðis út við 100
fólk í Skúvoy, har borgarstjórin og konan vístu stóran blíðskap
við morgunmati og døgurða.
Tað var Óla Jákup Hentze, pápi Dánjal Hentze, sum nú er
formaður í Skúvoyar bygdarfelag, ið tók ímóti kekkinum, sum
Articon vildi geva skúvoyingum
Tokvanlukka í Italia
Minst 13 fólk doyðu, og umleið 30 fingu skaða, tá eitt góðstok
fór út av jarnbreytini í italska býnum Viareggio.
Myndugleikarnir siga, at tveir av vognunum vóru fermdir við
gassi, og at teir sprongdust av stoyrinum, tá tokið fór útav.
Jarnbreytin í Viareggio er ímillum húsini, og tokvognarnir
rendu á fleiri hús. Tokið var á veg úr La Spezia til Pisa, tá
vanlukkan hendi. Teir báðir tokførarnir sluppu við lívinum og
teir hava greitt frá, at teir hildu tokið fáa ein lítlan stoyt,
áðrenn tað fór av breytini. Myndugleikarnir halda, at
vanlukkan stóðst av trupulleikum við jarnbreytini ella
bremsunum á tokinum.
Ætlar sær heimaftur
Forsetin í Honduras, Zelaya, sum varð rendur av
landinum sunnukvøldið, sigur nú, at hann fer heimaftur
hósdagin. Tað var herurin, sum tók forsetan og sendi hann
við einum flogfari til Costa Rica. Aftaná boðaði herurin
frá, at hann hevði tikið valdið í landinum, men forsetin
sigur, at talan er ikki um nakað kvett, og at fer heim aftur
hósdagin. Hann sigur eisini, at hann hevur boðið fýra
stjórnarleiðarum í Mið- og Suðurmaerika til Honduras at
vitja. Men hann kann fáa ein trupulleika, tí tjóðartingið
hevur longu sett tingformannin í nembætið sum
fyribilsforseti, skrivar AP.