týsdagur 30. juni 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 122 - 30. juni 2009
Helena Dam
á Neystabø,
landsstýriskvinna í
mentamálum, heldur
at tað er betri at gera
skúlan í Sumba til
eftirskúla, heldur
enn at byggja ætlaða
eftirskúlan í Hvalba
Eftirskúli
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Sum búskaparliga støðan er
nú, heldur Helena Dam á
Neystabø,
landsstýris
kvinna, at tað er ov dýrt at
byggja ein nýggjan eftir
skúla í Hvalba, soleiðis sum
tosað hevur verið um í fleiri
ár nú.
Tað sæst í einum svari,
hon gevur Kára á Rógvi,
tingmanni, sum hevur spurt
hana
um
eftirskúlan
í
Hvalba.
Ístaðin fyri at byggja
nýggjan skúla í Hvalba,
roynir
Helena
Dam
á
Neystabø at fáa kommunur
nar í Suðuroy til at gera ein
eftirskúla í onkrum av teim
um
skúlabygningunum,
sum longu eru í Suðu
oynni.
Sjálv heldur hon, at
skúlin í Sumba er serstakliga
væl egnaður til endamálið.
Hon sigur, at nú bæði
landið og kommunurnar
eru í svárari fíggjarligari
støðu, vónar hon at finna
semju um eina alternativa
loysn, sum er bílígari, og
sum bæði landið og komm
unurnar
kunnu
arbeiða
víðari við.
Fyribils hava kommunur
nar
í
Suðuroy
kortini
havnað hesum tankanum, tí
tær halda fast um, at eftir
skúlin skal vera í Hvalba.
Harafturat vísir lands
stýriskvinnan á, at tað er
neyðugt at fáa eina greiðari
mynd av, hvusu stórur tørv
ur er á eftirskúlum í Føroy
um.
Hinvegin vísir hon eisini
á, at verður Suðuroy vald til
eftirskúlavirksemi í Føroy
um, kunnu háskúlar, ymiskt
skapandi
virksemið
og
annað útbúgvingarvirksemi,
ið liggur upp at einum eftir
skúla, eisini mennast í
Suðuoynni.
Men í hesum føri heldur
hn, at tað er neyðugt at gera
eina gjølliga greining av,
hvørjar útbúgvingar eiga at
vera í Suðuroy.
Eftirskúlin í Hvalba
flytast til Sumbiar
Yvir 60
ung-
dómar
høvdu
farið á
eftirskúla
í Hvalba
Ein kanning vísir
at hevði eftirskúli
verið í Hvalba,
høvdu 65 næingar
í 9. flokki tikið
av einum slíkum
tilboði
Eftirskúli
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í sambandi við ætlanina
at byggja eftirskúla í Før
oyum, hevur tað eisini
verið umrøtt, hvussu stór
ur tørvur tað er á einum
slíkum skúla í Føroyum.
Í einum svari til Kára á
Rógvi,
løgtingsmann,
staðfestir Helena Dam á
Neystabø,
landsstýris
kvinna, at so vítt hon
veit, eru ongi hagtøl,
sum lýsa tørvin á einum
eftirskúla.
Men í apríl mánaði í
ár, sendi mentamálaráðið
spurnarblað
til
allar
næmingar í 9. Flokki í
Føroyum og spurdi teir,
um teir høvdu havt áhuga
at farið á einum eftirskúla
í Hvalba
Allir skúlarnir svaraðu
uttan Tvøroyrar skúla og
Felagsskúlanum á Oyrar
bakka.
Av teimum 634 næm
ingunum, sum svaraðu,
søgdu 65, at teir høvdu
farið á ein eftirskúla í
Hvalba.
Hinvegin
er
ongin
kanning gjørd ímillum
føroyingar
uttanlands
fyri at vita, hvussu nógv
ir høvdu komið heim til
Føroya á ein eftirskúla.
Sum fíggjarliga støðan er nú, er Helena
Dam á Neystabø ikki serliga bjartskygd fyri
ætlanini at byggja eftirskúla í Hvalba, tí hon
vil hava eina bíligari loysn
Taliban ógildar friðaravtalu
Taliban-rørslan í útnyrðingspartinum av Pakistan sigur, at friðaravtalan,
sum hon gjørdi við pakistonsku stjórnina í februar í 2008, verður sett úr
gildi. Eftir avtaluni fekk Taliban heimild til at brúka sharia-lógirnar í
økinum, og sum samsýning skuldi rørslan gevast við sínum bumbuálopum
og átøkum í Pakistan sum heild. Taliban hevur kortini ikki hildið sín part av
avtaluni, og tí hevur pakistanski herurin gjørt fleiri álop á støðir hjá rørsluni
teir seinastu mánaðirnar. Nú Taliban setir friðaravtaluna úr gildi, væntar
pakistanska herleiðslan, at rørslan fer at herða mótstøðuna ímóti herinum
og at elva til ófrið í økinum.
Russar spæla við eld
Russiski herurin skipar í hesum døgum fyri einari stórari
venjing í Kaukasus-fjøllunum, og sambært eygleiðarum
skal venjingin vísa, at herurin stendur tilbúgvin, hóast
átøkini í grannalandinum Georgia eru av. 8.500 hermenn
við 200 stríðsvognum eru við í venjingini. Myndugleikar
nir í Georgia hava fordømt russisku venjingina og siga
hana vera hættisliga, og georgiski uttanríkisráðharrin,
Alexander Nalbandov, hevur sagt, at russar spæla við eld.
Georgiska stjórnin hevur sagt, at herurin er umskipaður
og útgjørdur av nýggjum, og at hann er líka sterkur sum
undan samanbrestunum við russar í fjør.