Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 122 - 30. juni 2009 Uni Leitisstein Han­sen, tónleika­ um­mælari, Katrin Petersen, ein av fyriskiparunum til G!-festivalin og Niels Arge Galán, tónleikari, meta, at tað er lítið sannlíkt, at Føroyar aftur í 2010 fara at hýsa seks tónleikafestivalum FESTIVALAR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Hvussu vilt tú lýsa ársins festivalsummar? HANSEN: Umfatandi, spennandi, fjøltáttað, feitt. PETERSEN: Tað líkist einum ordans tiltaks, stevnu, fagnaðar og festival­ summari! Ómetaliga nógv tiltøk. Helst er útboðið í so stórt. Eisini hóast tiltøkini royna at fáa sær síni egnu eyðkenni og smakk. GALÁN: Tað er føroyskt, og tað er nógv. Sæst framgongd á festival­ unum? HANSEN: Ja, so avgjørt - kanska serliga fyri­skip­ anarliga. Fyriskipararnir hava lært nógv av teimum mistøkum, ið eru gjørd und­anfarin ár, og tað er deiligt at síggja. Tónlistar­ liga eru festivalarnir eisini við at finna eitt støði, ið sømir seg. Ein yvirgang royndu allir at yvirganga hvønn annan við kostn­ aðarmiklum útlendskum nøvnum, og tað tænti ikki nøkrum, tí festivalarnir mundu avlívað seg sjálvar. PETERSEN: Hyggja vit at gongdini frá fyrsta G!-festivalinum til í dag, er kunningin væl størri fyri at skipa fyri tílíkum tiltøkum. Ein stórur hópur av fólki er nú, sum veit um innrætting av festivaløki, trygd á uttan­ dura pallum, og alt møguligt annað, sum hoyrir einum festivali til. Um 2009 fer at vera eitt ár við serligum lopi í festivalmenningini, veit eg ikki fyrr enn í august! GALÁN: Tað kann eg ikki siga, fyrr enn eg havi vitjað ein av teimum stóru festivalunum. Kemur tað óvart á teg í hesum búskaparligu tíðum, at so nógvir festivalar verða? HANSEN: Ja, tað ger tað. Keypiorkan hjá fólki er nógv minkað í tráð við at virksemið í samfelagnum er lækkað. Eg haldi tó, at festivalarnir hava dugað væl at tillaga ambitiónirnar og skráirnar eftir tí sann­ roynd, at vit liva í niður­ gangs­tíðum. Serliga G! hevur megnað at sett saman ein frálíka G!-skrá uttan at brúka alt ov nógv av pengum. PETERSEN: Eg vænti, at øll tiltøkini eru gitin, áðrenn fíggjarkreppan varð veruleiki – um heystið í 2008. Og at eingin helt tað standa so illa til, at neyðugt var at drepa dreymin. Tað er als ikki eitt keðiligt tekin fyri eitt samfelag, at fólk trúgva upp á sín egna dreym. Hinvegin meti eg, at hóast fyrireikararnir ikki hava avlýst síni tiltøk, sæst kreppan kortini á allarflestu størru tiltøkunum. Tey flestu eru onkursvegna var­ in ella kýta seg at laga betur til sín kjarnumálbólk, held­ ur enn at dúva upp á at fáa øll við. GALÁN: Einaferð segði ein klókur maður, at tá sam­ felagið er í kreppu blómar listin. Vónandi halda festi­ valgestirnir tað sama. Hvør er orsøkin til, at Før­ oy­ar hýsa heili seks festi­ valum í ár? HANSEN: Í stóran mun tilvild, vænti eg. Tað er nær­liggjandi at hugsa, at Við Múrin er sprottin burtur úr tí vakum, ið kom í kjalar­ vørrinum frá húsaganginum hjá G!. Tað var leingi ivi um, hvørt G! yvirhøvur fór at fóta sær aftur, og tað er hesin ivin, fyriskipararnir av Við Múrin hava gjørt sær dælt av. Hinar festivalarnar kenna vit frá fyrr av, og teir eiga hvør í sínum lagi sítt pláss. PETERSEN: Eg meti, at tekin eru um, at fleiri av tiltøkunum eru farin at málrætta seg betur. Fólkini handan tiltøkini hava funnið ein form, sum hóskar til teirra. Eg hugsi eitt nú um Fjarðafestivalin. Fyrireik­ ararnir tosaðu í ár meira beinleiðis enn undanfarin ár um, at Fjarðafestivalurin var ein kristin festivalur fyri kristin fólk. Og Jóan­ søkufestivalurin hevur lagt seg meira eftir at vera ein partur av Jóansøkuni, held­ ur enn at kappast við gamla stevnuformin. At festi­val­ arnir finna sín samleika kann gera teir smalri og draga ein minni áhoyrara­ skara. Men afturfyri er talan um tann rætta skaran – tey, sum meta hetta vera besta tiltakið til teirra. GALÁN: Eg meti meg vera aldeilis ókvalifiseraðan at svara hasum spurning­in­ um. Er tað pláss fyri seks festi­ valum í Føroyum? HANSEN: Nei, tí tað siga royndirnar okkum. Í 2005 vóru eisini fimm stórir festivalar, og tað gekk ikki fíggjarliga. MjúS lá eftir á, meðan Jóansøku­ festivalurin mátti tillaga seg. Eg haldi tó, at í mun til 2005, so hava festivalarnir - heldur enn at roynt at yvir­ ganga hvønn annan - dugað betur at funnið sínar egnu nitsjur. Einasti ókendi fak­ torurin er í grundini festi­ valurin Við Múrin, ið tón­ listarliga hevur lagt seg mitt millum G! og Summar­festi­ valin. Meðan Trentemøller og Dj Tiesto eru nøvn, ið eg hevði væntað at upplivað á G!, eru Anna David og Ace of Base so avgjørt nøvn, eg hevði væntað at sæð á skránni hjá Summar­festi­ val­inum. Tískil verður tað spennandi at síggja, hvussu stórt innvik í áskoðara­ grundarlagið hjá G! og Summarfestivalinum, Við Múrin fer at gera. PETERSEN: Nei. Ikki í fleiri ár. Møguliga er pláss fyri trimum festivalum í G!-stødd og trimum minni í ár, tí fólk, vegna búskapar­ kreppuna, velja at ferðast í egnum landi, og heldur fara á fleiri festivalar enn uttan­ landsferðir í suður-Evropa. Men upphæddin, sum før­ oyingar nýta til undirhald og mentan, fer ikki til tón­ leikafestivalar í allar ævir. Næstu ferð eitt frálíkt hug­ skot verður, fara pengarnir at flyta seg yvir hagar. Hvar og hvat tað fer at vera, veit eg sjálvsagt ikki. GALÁN: Um allir festi­ valarnir finna sína egnu nissju og ikki kappast bein­ leiðis, skuldi tað borið til. Men um allir fara eftir øll­ um kann vandi verða fyri, at tað verður tunt onku­ staðni... Væntar tú, at somu festi­ valar verða aftur í 2010? HANSEN: Summar­festi­ valurin og G! eru so mikið sterk brand, at vit skulu venja okkum við, at hesir festivalar eru fastir tættir í føroyska summarinum. Tað saman kann sigast um Fjarðafestivalin, ið hevur eina sera væl útgreinaða og trúgva áhoyrarafjøld. Asfalt er hin føroyski festivalurin - nærmast ein kvøða ella framsýning av føroyskum tónleiki. Eg eri eitt sindur í iva um Við Múrin. Skráin sær rættiliga kostnaðarmikil út, og tískil er bogin hart spentur. Svíkja havnafólk Tað verða ikki seks Katrin Petersen Ein av fyriskiparunum av G!-festivalinum “Fólkini handan tiltøkini hava funnið ein form, sum hóskar til teirra. Fyrireikararnir av Fjarðafestivalinum tosaðu í ár meira beinleiðis enn undanfarin ár um, at Fjarðafestivalurin var ein kristin festivalur fyri kristin fólk” Niels Arge Galán Forsangari í punkbólinum 200 “Eg sakni tað orrrrrdiliga stóra navnið onkustaðni. Góðskan er har, men av tí at einki navn ordiligur skilur seg út og dregur fólk, kann vandi verða fyri, at teir seinastu 2000 festivalgestirnir halda seg aftur” Sjómenn krevja endurgjald Býarrætturin í Keypmannahavn skal nú taka støðu til, um fýra menn, sum vóru við danska farmaskipinum Danica White, kunnu krevja endurgjald frá reiðarínu fyri tíðina, sum teir vóru gíslar hjá somaliskum sjórænarum. Teir fýra sjómenninir vóru gíslar saman við skiparanum í 83 samdøgur í 2007, eftir at skip teirra bleiv tikið millum Dubai og Mombasa í Kenya, men sluppu leysir, tá reiðaríið rindaði sjórænarunum loysigjald. Teir fýra menninir krevja at fáa millum 300.000 og 400.000 krónur hvør, og danska sjómannafelagið tekur undir við krøvum teirra, sigur formaðurin, Søren Sørensen, við DR-kringvarpið. Airbus vendi aftur Eitt flogfar hjá grønlendska flogfelagnum Air Greenland við 245 ferðafólkum umborð vendi aftur til Syðra Streymfjørðin í gjár, stutt eftir at tað var farið haðani við kós ímóti Keypmannahavn. Tá flogfarið hevði flogið umleið ein hálvan tíma, varnaðist flogskiparin, at eitt ávaringarljós var í ólagi, og hann gjørdi av at venda aftur. Air Greenland sigur, at flogfarið kundi hildið leiðina fram til Keflavíkar í Íslandi, har brekið kundi verið rættað. Grønlendska flogfarið er av slagnum Airbus A330 ella sama slag sum Air France-flogfdarið, sum datt niður í Atlantrshavið fyri einum mánaði síðani.