Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 122 - 30. juni 2009 11 tíðindi festivalin, kann tað verða fyrstu og seinastu ferð, at vit fáa høvi at fara á festival í Kirkjubø. PETERSEN: Nei, eg vænti ikki. Ella eg vænti mær broytingar. Kanska onk­ur festi­valur hvørvur full­komi­ liga, ella møguliga leggur onkur virksemið um. Kanska til eina røð av kon­sertum ella eitt tiltak, sum hugsar um annað enn tón­leik. GALÁN: Eg veit ikki. Um teir læra at differentiera seg og fara eftir hvør sínum málbólki, og samstundis ikki allir budgettera við 6000 vitjandi í part, so ja. Hvør festivalur stendur sterk­astur í myndini? HANSEN: Eg haldi ikki, at nakar festivalur skilir seg avgerandi burturúr. Har er nakað til øll. Tónlistarliga er G! tó tann feitasti, um tú spyrt meg, og tað havi eg altíð hildið. Veto, Spleen United, The Haunted og Tinganest eru nokk fyri at fáa meg upp úr stólinum. Men eisini nøvn sum ORKA, Familjen, Mr. Flash og Katzenjammer ljóða spennandi. So er Syðrugøta bara nakað heilt serligt. Eisini skráin hjá Við Múrin er áhugaverd. Trente­ møller er eitt av sterkastu norðurlendsku nøvnunum yvirhøvur, og eg havi ein varhuga av, at konsertin við DJ Tiesto kann gerast eitt brak. Hesin eitt sindur bygdasligi plátuvendari er víðagitin fyri at duga at fáa lív í heil stadion við sínum old school-techno-tónleiki. Á Summarfestivalin, vænti eg, at framførslan við Nic & Jay (DK) verður nakað serligt. PETERSEN: Í ár er festi­ valurin við Múrin tann, sum ger mest um seg. Hann skal royna at fáa fótin fyri seg. G! er helst festivalurin við størstu persónligiheitini, og Summarfestivalurin er hin sterkasti fíggjarliga. GALÁN: Í ár? Eingin. Allir festivalarnir hava hild­ ið relativt lágan profil í ár. Men sterkasta festival­ brandið er G!. G! er higartil einasti festivalurin, sum er ein sansalig heildarupp­ living. Hvat gleðir tú teg persónliga mest til? HANSEN: Persónliga havi eg í fleiri ár eftirlýst donsku Spleen United á skránnið hjá G!, og nú koma teir. Tað gleði eg meg ómetaliga nógv til. Eg havi hoyrt teir á Spot Festival­ inum í Aarhus og vænti, at tað verður nakað heilt ser­ ligt at hoyra teir á Sandinum, um veðrið er bara soleiðis nøkurlunda. PETERSEN: Eg gleði meg allarmest til at síggja tær eitt sindur ørligu, løgnu og orginalu síðurnar av føroyingum. Tær hava lyndi til at savnast á G! Eg var við Gjógv leygardagin og lurtaði eftir Summartónum og hoyrdi millum annað ORKA spæla við Teiti sum gesti. Og við Høgna Lisberg sum áslátturleikara. Eg gleði meg í øllum førum til at hoyra hesi trý aftur. Eg gleði meg eisini at síggja okkara finsku tjald-sauna standa og rúka so lystiliga á Gøtusandi. GALÁN: Einki er sum at framføra á stóra pallinum í Syðrugøtu. Tó kann upp­liv­ ingin við Múrin eisini ger­ ast góð. Tað má tíðin vísa. Eg gleði meg meira at hoyra Kenny Rogers enn nakað einstakt festivalnavn í ár – uttan at taka nakað frá Kenny Rogers. Hvat sermerkir tónleika­ skránna í ár? HANSEN: Har er nakað fyri øll. Men meðan Asfalt, G! og Summarfestivalurin líkjast sær sjálvum, og hava funnið sítt pláss, verður tað áhugavert at fyglja Við Múrin, tí tað er fyrstu ferð, hesin festivalur verður fyri­ skipaður í Kirkjubø. PETERSEN: Flestu til­ tøk­ini hava eitt vet meira um­hugsnar skráir. Tað er helst skilagott. Tosa vit um G! skránna, hevur tað stóran týdning – kanska størri enn nakrantíð – at bjóða for­ kunnugan, áhugaverdan og nýggjan tónleik. Eg ivist ikki í, at nógv fara at hava ársins G!-uppliving við elektroniskum tónleiki í Grundini. GALÁN: Eg sakni tað orrrrrdiliga stóra navnið onkustaðni. Góðskan er har, men av tí at einki navn ordi­ ligur skilur seg út og dregur fólk, kann vandi verða fyri, at teir seinastu 2000 festi­ valgestirnir halda seg aftur. Men um man fer á festival fyri heildar­upp­livingina, sam­veruna, stemningin og tón­leikin, vænti eg eitt gott festival­summar. festivalar í 2010 FAKTA: Fjarðafestivalurin: 5. og 6. juni Jóansøkufestivalurin: 26. og 27. juni Asfalt: 3. og 4. juli Við Múrin: 16., 17. og 18. juli G!-festivalurin: 23., 24. og 25. juli Summarfestivalurin: 6., 7. og 8. august Uni Leitisstein Hansen Tónleikaummælari “Eg haldi tó, at í mun til 2005, so hava festivalarnir - heldur enn at roynt at yvir­ganga hvønn annan - dugað betur at funnið sínar egnu nitsjur. Einasti ókendi fak­torurin er í grundini festivalurin Við Múr­in, ið tónlistarliga hevur lagt seg mitt millum G! og Summarfestivalin.” Tvey feløg vilja umvæla brúnna um streymin Fríggjadagin var lisitatión á Landsverki um Brúnna um Streymin. Inn komu tvey tilboð uppá at umvæla betongdekkið og gera fuktbjálvingina á brúnni. Bíligasta tilboðið eigur Articon, sum hevur boðið 10.648.583,13 krónur. Hitt tilboðið var 1,2 millión dýrari, og var frá J&K Petersen Contractors, sum hava boðið sær til at gera arbeiðið fyri 11.806.069 krónur. J&K Petersen Contractors eru eisini komnir við einum alternativum tilboði á 10.982.200 krónur. Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu tilboðini. Sum kunnugt, er arbeiðið við at umvæla Brúnna um Streymin longu farið í gongd. Tað er Landsverk, sum í løtuni er í gongd við at gera forarbeiðið á brúnni. Hetta forarbeiðið inniber at fresa burtur asfaltið og nakað av betonginum niðriundir. Arbeiðið við at umvæla betongdekkið og gera fuktbjálvingina á brúnni fer í gongd skjótast til ber, sigur Landsverk.