týsdagur 30. juni 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 122 - 30. juni 2009
Røkke onga neyð
Norski ríkmaðurin Kjell Inge Røkke og kona hansara, Anne
Grete, fara ikki at líða nakra fíggjarliga neyð fyribils. Norsk bløð
skriva, at tey bæði fáa meiri enn 440 milliónir norskar krónur frá
íleggingarfelagnumThe Resource Group. Tað verður gjørt við at
niðurskriva eginpeningin í felagnum, og tað ger, at Røkke-hjúnini
sleppa undan at rinda skatt av pengunum, skrivar Aftenposten.
Kjell Inge Røkke eigur 98 prosent av partapeninginum í The
Resource Group, og konan eigur tey bæði seinastu prosentini,
sum hann gav henni á jólum í 2007. Tað gongur væl hjá
felagnum. Roknskapurin fyri 2008 vísir, at tað hevði 327
milliónir norskar krónur í avlopi í fjør.
Nógvir gjaldssteðgir í Íslandi
Fíggjarkreppan í Íslandi setir framvegis síni týðiligu spor, hóast hagtølini
ikki altíð eru verri enn í fjør. Í gjár bleiv kunngjørt, at 66 íslendskar
fyritøkur fóru í gjaldssteðg í mai mánaði, og hóast tað ljóðar ógvusligt, var
talið minni enn í mai í fjør, tá 74 fyritøkur fingu somu lagnu. Eitt týðiligt
tekin um kreppuna er, at triðja hvørt felag, sum fór í gjaldssteðg í síðsta
mánaði, var úr byggivinnuni. Hagtølini fyri fimm teir fyrstu mánaðirnar
vísa, at árið í ár hevur verið verri enn 2008. Til 31. mai í ár fóru 413 feløg í
gjaldssteðg, og tað var væl meiri enn somu mánaðir í fjør, tá ntalið var
301, skrivar morgunblaðið. Vøksturin svarar til 37 prosent.
-Vit hava framvegis
góðar vónir um
at finna kolvetni
í føroysku
undirgrundini. Og
tað er orsøkin til, at
vit nú eru farnir at
fyrireika í minsta lagi
ein leitibrunn aftrat
á landgrunninum.
Hetta boðaði
ovasti stjórin
fyri allari leiting
hjá StatoilHydro
kring heimin, Tim
Dodson, Johan Dahl,
oljumálaráðharra
frá á fundi í London
herfyri.
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Navn hansara er Tim Dod
son. Hann er ikki amerikan
ari soleiðis sum vælkling
andi navnið kundi bent á.
Men hann er virkin í olju
vinnuni, altjóða oljuvinnuni.
Og hann er norðmaður. Tim
Dodson er ikki ein og hvør
í altjóða oljuvinnuni. Hann
stendur á odda fyri allari
oljuleiting hjá norska olju
risanum StatoilHydro kring
heimin herundir eisini leit
ingini við Føroyar. Undir
honum arbeiðir m.a. før
oyski oljusstjórin Rúni M.
Hansen úr Fuglafirði. Her
fyri hittust teir báðir, Tim
Dodson og Rúni Hansen í
London saman við ongum
minni enn føroyska olju
málaráðharranum
Johan
Dahl, sum var á almennari
vitjan í bretska høvuðsstað
num eitt nú fyri at kunna
seg um framtíðar ætlanir í
økinum millum Hetland og
Føroyar.
Sosialurin fekk orð á Tim
Dodson eftir fundin við
Johan Dahl. Hann sigur, at
teir kunnaðu landsstýris
mannin um virksemi hjá
StatoilHydro kring heimin,
her eisini Føroyar. –Vit eru
sera fegnir um at hava fing
ið so mong leitiloyvi og
ikki minst tað seinasta frá
3. útbjóðing, nr. 16, har vit
nú fara at skjóta seismikk.
Vit hava framvegis vónir
um at finna olju og gass við
Føroyar.
Satsa uppá Føroyar
- Nú hevur eitt stórt olju
felag sum BP gjørt av at
taka seg úr Føroyaøkinum.
Hvussu ber tað til, at eitt
felag
sum
StatoilHydro
kortini
velur
at
brúka
nógvar pengar her?
- Nú er munur á, hvar
oljufeløgini velja at gera
íløgur. Tað finnast fleiri
váðilig og nýggj leitiøki
kring heimin, og her mást
tú so velja tað ella tey burt
ur úr, har tú metir bestu
møguleikar vera at finna
olju og gass. Og her hava
vit hjá StatoilHydro valt at
satsa uppá Føroyaøkið sum
eitt av teimum meira váði
ligu økjunum, tí vit trúgva
uppá, at her finst kolvetni í
undirgrundini. Og at møgu
leikar eru at gera stór fund.
- Hvussu leingi kunnu tit
vera her uttan at hava gjørt
nakað rakstrarverdugt fund?
- Vit hava skotið nógvan
seismikk og hava nakað
herfyri borað ein brunn, har
vit ikki hava testað tað økið,
ið vit fóru eftir, so her er
enn nakað arbeiði at gera.
Vit miðja móti at bora í
minsta lagi ein brunn aftrat
fyri finna út av, um hesir
strukturnarnir, sum vit hava
lagt okkum eftir at kanna,
goyma kolvetni.
Tim Dodson sigur, at teir
hava ikki enn gjørt av nær
og hvar teir fara at bora
tann komandi brunnin á før
oyska landgrunninum, men
teir hava kunnað landsstýr
ismannin um, at teir ætla at
bora ein brunn í næstu fram
tíð. Um tað verður í 2010
ella 2011 ynskir Statoil
stjórin ikki at gera við
merkingar til. –Vit vilja
sjálvandi útvega okkum so
nógvan seismikk sum tilber
fyri harvið at finna júst tað
besta staðið at seta borin í.
Altjóða leitistjórin hjá
StatoilHydro
dylur
ikki
fyri, at teir meta alt økið
millum Føroyar og Hetland
Altjóða leitistjórin hjá Statoil:
Vit bora aftur í Føroy
Johan Dahl, oljumálaráðharri her saman við umboðum fyri StatoilHydro í London. Tim Dodson vistumegin Johan Dahl og Rúni M. Hansen høgrumegin. Hinir báðir eru fram