mánadagur 29. juni 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Á Tvøroyri um vikuskiftið
var Jóansøkan 2009
hátíðarhildin, og við sum
mar, sól og fleiri av teimum
bestu innan føroyskan tón
leik, borðreiddi Jóansøkan
við góðum og fjølbroyttum
tónleiki alt vikuskiftið
Hóast eingi útlendsk nøvn
vóru at finna á Jóansøku
festivalinum 2009 má
sigast, at tónleikurin kortini
var í hásæti. Við Páll Finni
Páll og Frændum á odda,
borðreiddi festivalurin við
góðum slagarum og “sing
along” løgum alt kvøldið.
Sermerkt við framførslu
num hetta kvøldið var, at
allir bólkarnir framførdu
ókeypis, og fór tískil allir
peningurin til “salt silo”
verkætlanina á Tvøroyri.
Endamálið við hesari
verkætlan er, at gomlu
salt siloirnar á Tvøroyri
skulu umbyggjast til eitt
mentanarhús, sum skal
hava allar teir neyðugu
hentleikarnir til at húsa
stórum konsertum og
øðrum mentanarligum
virksemi.
Solidaritetur má
valda í Suðuroy
Tónleikavinnan er seinni
árini voksin ógvuliga nógv,
og nú fáa føroyskir bólkar
eisini rímiligar stórar
upphæddir fyri at framføra
til ymiskt tiltøk. Men hetta
kvøldið á Jóansøku vóru
eingir stórir kekkar útgold
nir.
- Vit spæla vanliga ikki til
stuðulstiltøk, men vit vildu
stuðla suðuroyingum í at
fáa eitt mentanarhús, sigur
Finnur Jensen, forsangari í
Páll Finni Páll.
Víðari sigur hann.
- Eg haldi, at tá ið tón
leikarar royna at stuðla
Suðuroynni, so átti
kommunurnar eisini at
lagt saman, soleiðis at
peningurin kann koma
øllum suðuroyingum til
góðar. Tað er ikki rætt, at
fáa tónleikarar og onnur
at stuðla Suðuroynni, tá ið
kommunurnar ikki kunnu
stuðla hvørjum øðrum,
sigur hann.
Fjøldin vaks við Páll Finni Páll
Nógvir góðir tónleikarar
vóru á palli á keiøkinum
á Tvøroyri um vikuskiftið,
men eingin ivi var tó um,
hvørjir bólkar høvdu størsta
tokkan ímillum gestirnir.
Á stóra festivaløkinum vóru
ikki nógvir gestir á at líða
í byrjanini av festivalum,
men tá ið Páll Finnur Páll
fóru á pall, savnaðist ein
stór mansfjøld á keiøkinum,
og tá ið Frændur endaði
festivalin vóru ein ørgrynna
av jóansøkgestum komnir
at hoyra kendu slagarnir.
- Tað var ótrúliga stuttligt
at spæla á Jóansøku, og eg
haldi fólkini komu á festiva
lin tá ið vit framførdu, sigur
Finnur Jensen, forsangari
í Páll Finni Páll, sum eisini
leggur dent á, at fólkini han
dan tøknina á festivalinum
vóru so mikið dugnalig, at
eisini ljóðið var í hásæti
undir framførslunum.
Enn er ikki greitt júst hvussu
nógvur peningurin er latin
til salt silo verkætlanina á
Tvøroyri.
Summar, sól og feitur
tónleikur á Jóansøku
Summar, sól og feitur
tónleikur á Jóansøku
Páll Finnur Páll
Frændir