týsdagur 30. juni 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 122 - 30. juni 2009
15
Hendan spurningin setti eg
mær sjálvum nú ein dagin.
Sá í einum av bløðunum,
at onkur hevði hug at
brongla vakra staðarnavnið
Tjaldavíkshólmur til
Tjaldarvíkarhólmur, helt
tað ljóða andskræmuligt.
Tað kann ikki bera til, at
hópur av vøkrum gomlum
staðarnøvnum eru málvillur.
Leirvíksfjørður, Rituvíks
hálsur, Tjaldavíkshólmur,
Tjørnuvíksstakkur, Kvívíks
skor, Leirvíksfjall, Øravíks
líð, Sandvíksfles og mong
onnur av sama slag - eru
hesi nøvnini málvillur?
Tað kann ikki vera satt,
at teir gomlu, sum settu
nøvn á hesi støðini í forð
um vóru eiðasørir í mál
brúki. Teir høvdu ikki ging
ið á lærdar háskúlar, men
tað er hóast alt frá teimum,
málið er komið.
Hvussu við persónum,
sum til dømis vóru nevndir
Leirvíks-Páll ella Kvívíks-
Tummas? Havi lagt til
merkis, at onkur hevur
skrivað Kvívíkar Tummas,
haldi ikki, tað fellur líka
væl sum Kvívíks-Tummas.
Fyri 100 árum síðani
búði tiltikin sjógarpur og
skilamaður í Vági nevndur
Kvívíks-Jógvan, trúgvi
neyvan, nakar hevði fingið
seg at nevnt hann Kvívíkar-
Jógvan, og man ikki mang
ur góður maður hava fingið
sær eina skálvíksgentu til
konu? Hevði onkur sagt, at
hon var skálavíkargenta,
høvdu tey gomlu helst talað
at og rættað.
Eg loyvi mær at spyrja
tey málkønu, um ikki
kvenkynsorðið vík endar
við s í hvørsfalli, tá tað
stendur millum tvey onnur
navnorð til dømis í sam
ansettum staðarnøvnum?
Her eru nøkur dømi:
Leirur-vík-fjørður
Leirvíksfjørður
Tjald-vík-hólmur
Tjaldavíkshólmur
Rita-vík-hálsur
Rituvíkshálsur
Tjørn-vík-stakkur
Tjørnuvíksstakkur
Leirur-vík-fjall
Leirvíksfjall
Sandur-vík-fles
Sandvíksfles
Øðrvísi er, tá tvey
navnorð eru samansett og
enda við vík. Vit fara um
Leirvíksfjørð til Leirvík
ar, um Riruvíksháls til
Rituvíkar og gjøgnum
Øravíkslíð til Øravíkar, og
mætur garpur varð nevnd
ur Leirvíks-Páll, men onk
untíð kom hann til Leir
víkar. Kvívíks-Jógvan
búsettist í Vági og fór ikki
aftur til Kvívíkar.
Um hetta er skeivur
málburður, vóni eg, at
onkur við røttum førleika
vegleiðir meg.
Eg ivist ikki í, at fleiri
enn undirritaði sita við
sama spurningi, vóni tí at
fáa skilagott og sakligt svar.
Verður føroyska málið lagt í spennitroyggju?
Á Norðasta Horni
26.juni 2009
Absalon
Absalonsen
Hvønn dag í fleiri mánaðir
nú hevur Sjónvarpið hjá
Kringvarpinum lýst við, at
teirra føroysku sendingar
eru at síggja beinleiðis á
netinum. Og hvørja ferð
sita vit sjúklingar her á
Sjúklingahotellinum Tórs
havn í Keypmannahavn
spent og bíða. Serliga er
tað Dagur og Vika og kristi
ligu sendingarnar, sum vit
gleða okkum til, og sum
sjúk og eldri fólk helst
vilja síggja. Men gakk! Vit
klikkja og klikkja og bíða í
tolni, men onki kemur á
skíggjan. Høvdu tit so av
illum sett ein tekst á, sum
boðaði frá, at sendingin
kortini ikki kemur, so vistu
vit tað um ikki annað. Í
staðin sita vit og føla okk
um hildin fullkomiliga fyri
gjøldur av Sjónvarpinum.
Tá tað kemur til at leggja
sendingar út á netið annars,
er støðan onki frægari og
mest sum vindurin blæsur.
Til dømis vóru sendingar
nar frá 22. og 23. juni ikki
lagdar út á netið fyrr enn
klokkan 23, also á midnátt
danska tíð, tá øll langt síð
ani vóru farin í song. Og at
hyggja eftir røstum tíðind
um dagin eftir, tímir ongin.
Lat meg minna á, at allir
vit sjúklingar her á Sjúk
lingahotellinum hava gold
ið kringvarpsgjald umframt
69 milliónir umvegis
skattin. Tí haldi eg ikki, at
tað er ov nógv at krevja, at
vit fáa hasa netvarpstæn
astuna, sum tit lýsa so
nógv fyri. Ein slík tænasta
átti nettup at komið før
oyingum til góðar, sum
vegna sjúku eru noyddir at
fara av landinum ofta í
longri tíðarskeið. Tað er
nóg ringt at skapa sær ein
vanligan gerandisdag aftur
heima eftir drúgva sjúkra
legu uttanlands, og tað ger
tað ikki lættari, tá vit als
ikki kunnu fylgja við í
prátinum um hendingar og
tíðindi, sum hava verið á
breddanum, og sum fólk
heima tosa um.
Sjálvur havi eg verið her
á Sjúklingahotellinum í 8
mánaðir nú, so eg veit,
hvat eg tosi um. Og eg eri
ikki einsamallur, tí allir
hinir á leið 50 sjúklingarnir
her kenna seg eisini stak
vónsviknar av Kring
varpinum.
Eg havi nú fleiri ferðir
ringt til Kringvarpið fyri
at fáa tykkum at rætta
hetta óskilið, men tað er
sum at sletta vatn á gás. 8
tær seinastu Dagur og
Vika sendingarnar hava
ikki verið sendar bein
leiðis, sjálvt um Sjón
varpið hevur lýst við tí
hvørja ferð.
Tí fari eg enn einaferð
vegna bæði meg sjálvan
og hinar sjúklingarnar her
á Sjuklingahotellinum at
heita á Kringvarpið um at
fáa hetta í rættlag, ongan
tíð ov skjótt. At okkara
einasti almenni public
service stovnur ber seg
soleiðis at móti nøkrum
av sínum trúgvastu hyggj
arum, sum ikki hava ann
an møguleika at fylgja við
føroysku sendingunum,
hoyrir ongastaðni heima.
Sjúklingar rópa neyðarróp á Kringvarpið
Guttorm
Andreasen
Dialogen, der blev væk
Hóast fakfeløgini á
almenna arbeiðsmarkn
aðinum siga seg ræðast
politisk inntriv, sum áður
hava verið framd, so er
tað kortini sera ivasamt,
um tey komu so illa burt
ur úr politisku tiltøkun
um í 90-unum, sum tey
vilja verða við. Í sama
mun sum onnur blivu tey
ikki rikin frá húsi og
heimi ella fluttu av
landinum
Hevði als ikki ætlað mær at
gjørt viðmerkingar til nak
að sum helst tjak, nú lands
stýrið fyrireikar kreppu
pakka fyri at tálma hallið á
landskassanum í ár og kom
andi ár, men tá eg kortini
havi gjørt av at bróta hetta
lyfti, so er tað orsaka av
hugburðinum, sum alment
lønt starvsfólk gjøgnum
fakfeløg teirra geva til
kennar, nú tað hoyrist, at
landsstýrið møguliga ætlar
at nerta við sáttmálarnir hjá
alment løntum starvsfólk
um fyri at avmarka hallið á
landskassanum.
Fyri fakfeløgini er sátt
málin sjálvandi serstakur,
sum ikki politiskt skal
broytast, og tað skal hann
heldur ikki, undir vanligum
umstøðum.
Fakfeløgini á almenna
arbeiðsmarknaðinum siga
seg ræðast inntrivini, sum
gjørd vóru kreppuárini í
90-unum, og tiltøkini vóru
ikki tespilig, sparingarnar
og inntrivini gjørdust av
somu orsøkum ógvuslig,
men kortini var tað undrun
arvert, hvussu lítið inntriv
ini kortini ávirkaðu limir
nar sum høvdu sáttmálar
við tað almenna.
Sjómenn, handverkarar
og fólk í sjálvstøðugum
arbeiði blivu rikin frá húsi
og heimi, og nógv fluttu av
landinum fyri at lívbjarga
sær og familjum sínum.
Hetta hendi meðan
støðan hjá teimum alment
løntu starvsfólkunum var
heilt øðrvísi hóast inntriv á
sáttmálaøki teirra. Har
báðir hjúnafelagarnir vóru
alment løntir, ávirkaði
krepputiltøkini lítið og
einki. Í staðin fyri tvær
fløskur av reyðvíni 14.
hvønn dag, var einans
neyðugt við einari fløsku
14. hvønn dag. Hjá teimum
vóru nærum ongar broyt
ingar, og har annar
parturin var alment løntur,
hóraðu tey so dánt undan,
uttan kortini at líða somu
lagnu, sum øll hini sum
ikki høvdu lønarsáttmála
við tað almenna. Men
sjálvandi vóru onkur
undantøk, treyðugt so.
Tað er sjálvandi harmi
ligt, at slíkt skal henda,
men tá tað kortini hendi í
90-unum, so var tað tí, at
lønarútreiðslurnar hjá tí
almenna vóru ein so stórur
og ógvusligur partur av
almennu útreiðslunum. Tað
sama er galdandi í dag.
Neyðugt er at tálma
landskassans útreiðslur
komandi árini, og tí slepst
ikki undan eisini at tálma
lønarvøkstrinum, og finst
ikki forstáilsi fyri tí, so er í
størri mun neyðugt at siga
fólki upp hjá tí almenna, so
einfalt er tað, og tað er
eftir mínum tykki stórt
spell, at fakligur stoltleiki
skal forða fyri broytingum
– sum kortini ikki broyta
lívskorini hjá limunum
avgerandi.
Tað var eingin løtt upp
gáva at endurreisa føroyska
búskapin aftan á kreppu
árini í 90-unum, men
tiltøkini hjálptu, og hava
eisini síðani verið til gagns
fyri arbeiðsmarknaðin hjá
teimum alment settu
starvsfólkunum.
Vit hava tíverri lyndi til
at gloyma, men tað er
hóast alt ikki meira enn 16
– 17 ár síðani endurreis
ingin frá kreppuni í 90-
unum byrjaði, og hóast tey
sum í dag hava ábyrgd á
mongum økjum, tá vóru í
fermingaraldri, høvdu
fingið húgvuna á høvdið,
ella júst tikið koyrikort, tá
kreppan byrjaði, so eiga
tey og vit – kortini at læra
av fortíðini.
Heimurin uttan um
okkum hevur framt, og
fremur broytingar í mun til
broyttar umstøður, og tað
sleppur føroyska samfelag
ið heldur ikki undan.
Fakfeløg ræðast og hótta politiska myndugleikan
Lasse Klein
Har dialogen spillet fallit, er
den druknet i snakken om
global krise, hjælpepakker,
konkurser og arbejdsløshed.
Hvor er vi som samfund
på vej hen hvis dialogen
bliver til en monolog???
Hvordan ønsker man fra
undervisningsministeriet at
fremstå i denne krisetid,
der har ramt alle lag i sam
fundet, vil man agere/reag
ere eller blot forsøge at tie
og håbe på, at det går væk
af sig selv.
Situationen er den, at jeg
er leder på døgninstitution
en Rásin, der er en skole
for unge udviklingshæmm
ede under Mentamálaráðið.
Tilbage i februar måned
fandt jeg ved et tilfælde ud
af, at jeg var blevet beskår
et med 10% af mit budget
fra 2008, eller hvad der
svarer til 12½% af lønbud
gettet på Institutionen.
Dette kom som lidt af et
chok, da jeg tilbage i nov
ember 2008 fik tilsagn (fra
MMR) om, at dette års
budget ville være det
samme som i fjor.
Derfor henvendte jeg
mig straks til MMR, for at
få en forklaring fra (Janus
Jensen) ansvarshavende,
men uden held... Jeg efter
lod utallige beskeder til
både ham og hans sekre
tær, sendte en e-mail, hvor
jeg bekendtgjorde min
undren over, at jeg intet
havde fået at vide herom,
og opfordrede til en dialog
om evt. besparelser. Ingen
af delene gav pote, i stedet
blev jeg bare mødt med
tavshed, hverken mine
opkald eller mail (afsendt
d. 4/2-2009) blev besvaret.
Da jeg efter en måned
stadigvæk intet havde hørt,
forsøgte jeg at gå til toppen
af MMR (Helena Dam) for
at opfordre til en dialog og
få en forklaring på denne
fejl, men landsstyrekvind
en var umulig at få fat på,
selvom jeg lagde utallige
beskeder hos hendes sekret
ær og sendte hende en mail
d. 19/3-2009, har jeg her 3
mdr. efter stadigvæk intet
hørt fra hverken lands
styrekvinden eller MMR.
Nu var gode råd dyre, da
jeg ikke ønsker at se stil
tiende til denne form for
mafiametoder og fortielse.
I denne her sammen
hæng er det er vigtigt at
undestrege, at Rásin er en
skole, men som konse
kvens af de evt. nedskær
inger har vi ikke råd til at
ansætte en timelærer til
undervisning i f.eks.
færøsk og matematik.
Så derfor bliver under
visningen varetaget af
pædogoger og medhjælp
ere, dette er langt fra
optimalt. Jeg kunne selv
følgelig vælge af afskedige
et personale for at få råd til
dette.... Men det kan ikke
lade sig gøre at køre en
institution med døgnåbent
med kun 4 personale,
medmindre døgnet bliver
forkortet med 1½ time.
Jeg tog kontakt med
Føroya Pedagogfelag sidst
i marts måned for at få
dem på banen, siden har de
også forsøgt at få både de
ansvarshavende i MMR og
landsstyrekvinden i tale,
men uden held.
Så dette brev er min sidste
udvej for at opfordre til dialog
fremfor fortielse og hand
lingslammelse. Da man ifølge
forvaltningsloven fra 10. juni
1993, har krav på svar når
man retter henvendelse til en
offentlig myndighed.
Hvor er samfundet på vej
hen, hvis man fra under
visningsministeriets side
bare skærer i skolers og
institutioners budgetter
uden at give de involverede
parter bud herom, og er det
i det hele taget lovligt???
Når man så søger en for
klaring/dialog bliver man
bare ignoreret... er en af
grundstenene i et demokrat
isk samfund ikke dialog???
Med håb om en eller
anden form for reaktion/
aktion fra MMR.
De bedste sommerhilsen
er fra alle os her på Rásin.
Mobil: 215202
Mail: Rasin@skulin.fo
Nu har I mine kontakt
informationer, så burde der
ikke være nogen undskyldn
ing for ikke at kunne få fat
på mig, jeg er altid åben
for en DIALOG.
Morten Hust
Petersen
viðmerkingar