Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 122 - 30. juni 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Heimamissiónin sendir fyrsta volontør til Kambodja   Kirkjuliga Heimamissiónin hevur sett Reimund Lang­ gaard úr Leirvík sum vol­on­ tør frá 1. juli fram til árs­ skiftið, har starvsstaðið verð­ur í Siem Reap í Kam­ bodja. Reimund Langgaard er kendur í Heimamissiónini, bæði sum fyrrverandi starvs­ fólk og eisini í staðbundna arbeiðinum. Uppgávan verð­ ur fyrst og fremst at virka í ungdómsarbeiðnum og undir­vísa í enskum. Tó kemur Reimund eisini at hjálpa staðbundnu kirkjuni við verkætlanum, sum skulu hjálpa henni at klára seg sjálva fíggjarliga.  Reimund kemur frá starv­ in­um sum varasølustjóri í Smyr­il Line. Hann hevur eis­ini verið virkin í missi­ óns­arbeiðinum, og millum annað sitið í stýrinum í Meinigheitshúsinum í Havn seinastu tvey árini. Bøn verður fyri Reimund i Leir­ víkar Missiónshúsi sunnu­ dag­in 21. juni kl. 18, har øll eru hjartaliga vælkomin.  Heri Kjærbo, leiðari á Boðanardeildin hjá Heima­ missiónini, sigur, at hetta er fyrsta stig í at røkka mál­in­ um at senda fleiri starvsfólk til kirkjuna í Kambodja. Reimund til Kambodja Próvtøkur á Tekniska skúla Fríggjadagin 26. juni fingu elektrikarar, rørsmiðir, húsasmiðir, bilsmiðir, byggitøkningar og SIT- næmingar prógv á Tekniska Skúlanum í Tórshavn Myndir: Tekniski Skúlin í Tórshavn Elektrikarar f.v.: Bergur Sørensen, Hoyvík, Edward I. Leo, Vestmanna, Magnus Hendriksson Olsen, Skálavík, Pætur í Skemmuni, Porkeri, Páll Gazet Patursson, Kirkjubøur, Petur Djurhuus, Hoyvík, Sigmund Kári Hentze, Eiði, Sjúrður Rubeksen, Argir, og Thomas Jul Haraldsen, Miðvágur. SIT-næmingar f.v.: André Hentze Johansen, Sandavágur, Anisha Lassen, Kollafjørður, Fríðálvur Áki Joensen, Sandur, Hugin Terji Dal Christiansen, Tórshavn, Kristine M.I.S. Poulsen, Leynar, Sigtór A. Petersen, Sørvágur, og Teitur Jacobsen, Hoyvík. Fram­ hald á siðu 33 Andlát og jarðarferðir Jarðarferðin hjá Siggu Olsen verður úr Tvør­ oyrar kirkju mikudagin kl. 13. Klara Djurhuus úr Søldarfirði andaðist á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi fríggjadagin, 79 ára gomul. Jarðar­ ferðin verður úr Glyvra kirkju mikudagin kl. 14. Andlát og jarðarferðir Dagurin 30. juni. Lucina, deyð umleið ár 100. Kristin kona, sum sigst at hava verið upplærd av ápostl­ unum sjálvum. Annars er dagurin eisini ein av pálsmessunum. Andras Samuelsen doyði hendan dagin í 1954. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Prógv 26. juni fingu Kristin Vágsá Stampe, Klaksvík, Durita Hilduberg, Tórshavn, og Crista Dahl Mikkelsen, Vágur, prógv sum bachelor á Professionshøjskolen UCC, Pædagoguddannelsen København. Klara Djurhuus andaðist á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi 26. juni, 79 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju mikudagin kl 14.00. Familjan Lesið Sosialin