týsdagur 30. juni 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. juni 2009 – Nr. 122
Búgvi
var í
ser-
flokki
Búgvi Poulsen var í serflokki
besti íðkarin í sínum vektflokki
Mynd: Sofus Debes Johannesen
Áki Andreasen var
bara sjey sekund frá
finaluplássinum móti
lærumeistara sínum.
Men tá hann valdi at fara
av máttuni at spýggja,
kostaði hetta sigurin
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Tað verður nógv lagt fyri, tá
Oyggjaleikir eru á skránni.
Hetta var sjónligt í judo-kapp
ingini mánadagin, tá ein meira enn
hálvsjúkur Áki Andreasen valdi at
fara í holt við sínar dystir, hóast
hann avgjørt ikki var so væl fyri,
sum ynskiligt var.
Tvey ára miðvís venjing og
møguleikin, sum júst nú var opin á
Álandi vigaðu tó meira enn spýggi
sjúkan, og hóast viknaður, hevði
Áki orku til at vinna seg í hálv
finaluna, har hann tóktist vera á
sigurskós, tá bara sjey sekund vóru
eftir.
Tá leyp Áki út av vøllinum at
spýggja, og tað kostaði sigurin. Tað
er nevnliga ikki loyvt at fara av
máttuni, og so mátti Áki ásanna, at
dómurin kann verða náðileysur. Og
heldur enn at berjast móti Búgva
Poulsen, mátti Áki fegnast saman
við restini av føroyska liðnum um
úrslitið, sum hóast alt gjørdist til
bæði bronsu og gull.
- Ja, tað má eg so bara góðtaka,
men eg rokni nú ikki við, at eg
hevði klárað Búgva kortini. Hann er
ótrúliga góður, og hann hevur
venjari hjá mær øll árini.
Tú valdi at berjast, hóast tú vart
sjúkur. Stóð nógv á?
- Eg var ikki so øgiliga illa fyri.
Sjálvandi merkti eg tað, men tað
var ongan tíð soleiðis, at eg um
hugsaði at lata vera við at berjast.
Men eg visti so ikki, at tað ikki er
loyvt at fara at máttuni at spýggja.
Eg ætlaði bara at fara útum, so eg
fekk hatta av vegnum, áðrenn eg
bardist víðari. Men tá varð eg so
dømdur at tapa.
Um tú kendi reglurnar betur.
Hevði tú so klára at hildið tær hasi
sjey sekundini afturat?
- So hevð eg bara tikið tað
innum lapellið hjá mær. Tí sjey
sekund – tað er altso nóg so
keðiligt.
Men tú vanst so bronsuna. Var
tað eitt plástur á sárið?
- Ja, tað var tað sjálvandi. Og
sjálvur kenni eg tað í øllum førum,
sum havi eg vunnið silvur, staðfesti
Áki Davidsen.
Spýði finaluna burtur
Áki Andreasen kendi seg
sum silvurvinnara, hóast
talvan eftir kappingina
segði bronsa
Mynd: Sofus Debes Johannesen
Føroyskt judo fekk enn
eitt gull, tá Búgvi Poulsen
í suverenum stíli slongdi
Rhodos-búgva í gólvið
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Samlaða heiðursmerkjasavnanin
hjá judo í einstaklingakappingini
kastaði tvey gull-, fýra silvur- og fýra
bronsumerki av sær.
Í gjár vann Búgvi Poulsen gull,
umframt at Áki Andreasen og Petur
Sigurð Johannesen vunnu bronsu.
Eingin ivi er um, at tætti dystirnir
vóru nógvir í tali, og at intensitet
urin alla tíðina var í topp. Men við
føroyskum eygum var eingin ivi um,
at finaludysturin hjá Búgva Poulsen
stóð sera ovarliga á listanum.
Búgvi var favorittur, og hann
tóktist alla tíðina at hava tamarhald
á tí, sum gekk fyri seg á gólvinum.
Og vinnandi kastið gav reint ippon.
Búgvi lokkaði fyrst mótstøðumanni
at royna at kasta seg, men sjálvur
stóð Búgvi sum kletturin. Og so var
eingin góða mamma, tá Búgvi við
einum armi lyfti mótstøðumannin,
áðrenn hann varð langaður í gólvið.
Ippon til Búgva og gull og Ippon
til Føroyar.
Einstaklingakappingar
÷66 kg
Búgvi Hanusarsson Hansen
tapti bronsudystin.
Sigurd Bjørn Mørkøre kom
ikki víðari frá innleiðandi
kappingini
÷81 kg
Búgvi Poulsen vann gull.
Áki Davidsen vann bronsu
÷100 kg
Petur Sigurð Johannesen
vann bronsu.
Ragnar við Streym tapti báðar
teir innleiðandi dystirnir.
Fakta
Benzema tekur sjálvur avgerðina
Manchester United, Arsenal og Real Madrid eru millum feløgini, sum hava sýnt
unga Karim Benzema úr Lyon áhuga. Nú sigur franski arbeiðsgevi hansara, at 21
ára gamli framherjin sjálvur tekur avgerðina, um hann heldur fram í felagnum
ella ikki. – Tað verður sjálvsagt saknur í Benzema, um hann skiftir felag. Men vit
vilja ikki seta fót fyri honum, um hann ætlar sær víðari, sigur Claude Puel, venjari
hjá Lyon, við heimasíðuna hjá Lyon.
Vatnhamar er ikki við
Tróndur Vatnhamar er ikki við í hópinum hjá B36,
sum í løtuni fyrireikar seg til fyrra dystin í Europe
League móti FC Olimpi Rustavi. Søgur hava seinastu
vikurnar verið, at málverjin fer í annað felag, men
framvegis einki er váttað. Í hansara stað er 18 ára
gamli Terji Rasmussen úttikin sum eykamálverji hjá
Jóan Paula Dahl Jakobsen.