Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 30. juni 2009 – Nr. 122 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 3 Seinastu tvey árini við oyggjaleikaluttøku hava økt munandi um áhugan fyri judo í Føroyum. Men summarið á hesum sinni er stutt. Judo verður nevnliga ikki á skránni komandi tveir oyggjaleikirnar. Nú verður umhugsað at gera serstaka kapping jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Teir leikirnir, sum Judo hevur verið partur av oyggjaleikunum, hava føroysku íðkararnir gjørt sítt fyri at økja um føroysku heiðursmerkja­ veiðuna. Fyrstu leikirnir við Judo vóru í Føroyum í 1989, og næstu tríggjar leikirnar var føroyska judo-liðið eitt tað sterkasta á leikunum. Hetta fekk tó ein bráðan enda á Gibraltar í 1995. Beint sum seinastu kappingarnar vóru av, fingu íðkar­ ar­nir at vita, at judo ikki longur var partur av skránni, og tað skuldu 12 ár í gloymskuni til, áðrenn kamp­ ítróttin aftur fekk sítt pláss á leik­ unum. Risa munur Hesi árini merktu eisini áhugan í Føroyum fyri judo. Talið av aktivum feløgum fall niður á tvey, og sum ein ítrótt á mest sum skuggasíðuni, var tað eisini so sum so við tilgongdini. Í so máta varð Rhodos bjargingin. Judo gjørdi eitt come-back á leik­ unum, og tað sama má sigast um føroyska landsliðið, sum kom heim – væl rúgvað við gull­merkjum. Og hóast bert eitt av hesum var av gulli, gav hetta føroyskum judo eina tiltrongda saltvatnsinn­spræn­ ing. - Tað er eingin ivi um, at seinastu tvey árini hava áhugin fyri ítróttini og harvið eisini tilgongdin av nýggj­um iðkarum verið so stór, sum tey ongan tíð áður hava verið, sigur Sofus Debes Johannesen, formaður í Judosambandi Føroya. - Men nú hava vit næstan fingið at vita fyri vist, at Judo ikki verður á skránni komandi leikirnar. Enn eru boðini so ikki almenn, men tað er alt, sum bendir á, at Judo ikki verð­ ur millum tær 14 greinarnar á Isle of Wight um tvey ár. Á Bermuda verður judo neyvan heldur við, og til leikirnar í 21015 kappast Gotland og Jersey um leikirnar. Á Gotlandi er einki judo, og tað var júst Jersey, sum tók kappingina av í 1997, sigur Sofus. - Trupulleikin er, at talið av kapp­ ingargreinum á leikunum er av­ markað til 14. Og hesar verða so valdar millum 18 greinar. Og tað sær tíverri út til, at judo altso er í ferð við at detta burtur ímillum í hes­um, sigur formaðurin í Judo­ sam­bandinum. Avtaka markið Hósdagin fara umboðini hjá ymisku judosambondunum á fund, og tá verður eitt av punktunum á skránni, um judo-ítróttin skal skipa sær serligar oyggjaleikir tey árini, sum Judo ikki er við. Nakað sum fimleikur og badminton hava gjørt. - Spurningurin so sjálvandi, hvat vit fáa burturúr. Tí tað eru nógvir pengar at brúka, um vit skulu rinda kanska einar 10.000 kr. fyri hvønn luttakaran til eina einstaka kapping. Ítróttarliga fáa vit helst meira burt­ ur úr at taka lut í onkrari kapping í Miðeuropa, soleiðis at hetta kann tvinnast saman við eini venjingarlegu. - Hinvegin er fjølmiðla­dekn­ing­ urin serstakliga intensur á Oyggja­ leikum, og tað er sjálvandi eisini nógv vert fyri okkum. So vit mugu viga fyri og ímóti. - Ein møguleiki er so eisini, at IGA tekur av markið um, at tað í mesta lagi kunnu vera 14 ítróttargreinar. Er tað so, at ein oyggj kann hava allar 18 greinarnar, so er jú eingin orsøk at nokta hesum, og tað er so ein spurningur, sum í næstum verð­ ur tikin upp, havi eg skilt, sigur Sofus Debes Johannesen. Judo rýkur útaftur Fram- og viðgongdin hjá føroyskum judo hevur verið sera stór, síðani Judo aftur kom á oyggjaleikaskránna fyri tveimum árum síðani. Nú verður ítróttin tikin av skránni aftur, og spurningurin er, nær judo aftur sleppur upp í part Mynd: Sofus Debes Johannesen Gjaldkomin skuld móti leikarum Heimasíðan hjá FSF skrivar, at nýggja reglugerðin um yrkisleikarasáttmálar fyri leikarar í Vodefonedeildini ásetur, at allir leikarar í Vodafonedeildini eru yrkisleikarar, og harvið skulu hava ein FSF-góðkendan yrkisleikarasáttmála. Sambært UEFA Loyvisskipanini skulu feløgini í Vodafonedeildini prógva, at eingin gjaldkomin skuld er til leikarar við FSF góðkendum yrkisleikarasáttmála, pr. 31. desember á hvørjum ári. Í sambandi við, at flytingargluggin verður opinbart frá 29. juni til 27. juli 2009, skal skal gerast vart við, at reglan um gjaldkomna skuld sjálvsagt eisini er galdandi fyri leikarar, sum møguliga fara úr felagnum nú í summar. Tað vil siga, at eru peningaligu viðurskiftini avgreidd hjá leikara við FSF góðkendum yrkisleikarasáttmála, sum skiftur úr felagnum í summar, so metur Loyvisumsitingin, at felagið skal avgreiða undirskriftina hjá leikaranum á standarsskjalið um gjaldkoman skuld longu nú, tí so sleppur felagið frá at venda sær aftur til leikaran hesum viðvíkjandi um eitt hálvt ár.