Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. juni 2009 – Nr. 122 Hóast Jógvan Niclasen skeyt væl, so er siktið hjá hetlendingum enn betri í compound-kappingini. Hinvegin eru Absalon Hansen og føroyska recurve-liðið ávegis gullinum Talan er kanska um seinastu oyggjaleikir, har sonevnda FITA- umfarið gongur yvir tveir dagar. Tosað verður nevnliga um at broyta kappingina, soleiðis at FITA-umfarið gongur yvir ein dag, soleiðis at bogaskjótingin eisini kann fáa rúm fyri olympisku skjótingini, sum er tvey full umfør á 70 metrum. Sterkir hetlendingar Men eftir at teir báðir longstu teinarnir eru skotnir í einstaklinga- og liðkappingini í bogaskjóting, tykist tað kunna verða trupult hjá føroysku skjúttunum at gera heilt so nógv um seg, sum teir gjørdu á Rhodos. Schandorff Vang telist hesa ferð millum dómararnar, og tí er hann ikki longur partur av føroyska liðnum, og hóast evnaríkir skjúttar standa til reiðar at taka við, so er hetta ein arvur, sum ikki bara verður lyftur uttan víðari. Og tá siktið hjá hetlendska Billie Finnie er stillað somikið væl, sum tað var tað mánadagin, er trupult at gera tað heilt stóra. Eftir tey bæði fyrru umførini er Billie Finnie 13 stig framman fyri Jógvan Niclasen, og umframt at geva greiðan fyrimun í einstaklingakappingini, so inniber hetta eisini, at hetlendska liðið er stavnin framman fyri okkara í liðkappingini, har besta kvinnu­ úrslitið og tey bæði bestu mans­ úrslitini verða samantald. Absalon í essinum Í recurve hevur Absalon Hansen leingi verið sterkasta føroyska kortið, og hesa ferð hevur Abaslon eisini rakt rætta formin á rætta degnum. Og við at hyggja at støðutalvuni í recurve, sæst eisini, hvussu stór breididn er á føroyska recurve-liðnum. Umframt oddasessin hjá Absalon, er Hans Petur Højgaard í løtuni á triða plássinum í kappingini. Nakað sum saman við núverandi fimta- plássinum hjá Anniku Vang sendir Føroyar í oddin í liðkappingini. Enn er tó helmingurin eftir. Gaman í er hetta tann helmingurin, sum sjáldan gevur tann heilt stóra munin, tí bestu skjúttarnir skjóta somikið støðuga væl á stytru teinunum. Men tað merkir eisini, at hvør einasti kiksari er enn dýrari, og so er spurningurin, um hetta kann verða ein fyrimunur ella vansi fyri føroysku skjúttarnar. Trupult at telja stigini Tá bogaskjúttarnir fóru undir næsta umfarið í FITA-umfarinum, vistu tey ikki, hvussu tey lógu fyri í samlaðu støðuni Tað var ikki bara sum at siga tað, tá stigini hjá bogaskjúttunum á Oyggjaleikunum skuldu teljast saman. Sum skilst, so var vanliga excel- arkið, sum hevur tænt ítróttini so væl ígjøgnum nógv ár, skift út við eina heldur nýggjari telduskipan, og fyrstu longu løtuna gekk als ikki eftir vild at fáa stigatølini plottað inn í hesa. Tað vistu skjúttarnir ikki, hvar tey vóru í samlaðu støðuni, tá farið varð í holt við næsta umfarið í skjótingini. Men tað er nú ikki víst, at hetta var nakar vansi, kortini. - Skjúttarnir vita sjálvandi, hvussu tey sjálvi hava staðið seg, hóast tað úrslitið ikki er váttað. Vanliga hevur tú eisini hug at vita, hvar tú stendur í samlaðu støðuni, og tí kann hetta órógva eitt sindur, men hinvegin kann tað eisini gera, at tú skjýtur púrasta frítt. Kynstrið í boga­ skjóting er jú, at tú bara hugsar um hasa skivuna og einki annað. Og tá kann tað sanniliga eisini órógva, um tú alla tíðina hugsar um, hvat hini hava fingið. So tað er kanska báðar vegir, helt Per Holm Andersen, sum eftir fleiri ár sum fastur skjútti á oyggjaleika­ landsliðnum nú er liðleiðari. mørk Recurve-liðið á gullkós Absalon Hansen telur stig við talvuna. Fyrsta kappingardagin var Absalon tann av føroysku bogaskjúttunum, sum stóð seg best í kappingini. Og saman við honum er recurve-liðið á gullkós Mynd: Álvur Haraldsen jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Bárður kann ikki vátta Í farnu viku frættist, at Bárður Olsen eftir summarsteðgin skal spæla við B36. Men skiftið er ikki veruleiki, og miðvallarin úr EB/ Streymi kann ikki vátta, at hann flytur til árstalsfelagið. - Eg havi tosað við B36. Meira fái eg ikki sagt í løtuni. Eg spæli framvegis við EB/Streymi, sigur Bárður Olsen, sum øll síni ár sum fótbóltsár hevur spælt við EB/Streymi. U19 er úttikið Abraham Løkin og Eli Hentze, landsliðsvenjararnir hjá U19 landslið­ num, hava úttikið liðið, sum taka lut í Lyngby-Cup kappingini í døgunum frá 21. til 25. juli. Hesir hava fingið landsliðsboð: Eli F. Nielsen, Alex Mellemgaard, Róaldur Jacobsen, Jóan Símun Edmundsson, Kristin R. Mouritsen, Jógvan Rói Davidsen, Óli Arge, Rógvi Sørensen, Sørmund Kalsø, Ivan Joensen, Monrad H. Jacobsen, Kristian Joensen, Heini Vatnsdal, Bárður Hansen, Teitur Gestsson, Viljormur Davidsen, Karl Løkin og Hallur Hansson.