Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 30. juni 2009 – Nr. 122 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 5 - Eg datt á tí eina pettinum á rutuni, men eg fekk hála meg inn aftur á tær, sum vóru frammanfyri, sigur Súsanna Skylv Sørensen, sum vann silvur í rennikapping í gjár Mitt í kappingini á 10.000 metrum var líkt til, at unga Bjørk Herup Olsen fór at vinna kappingina, meðan Súsanna Skylv Sørensen fór at enda aftanfyri heiðursmerkja­ plássini. Men eftir einari lítlari løtu móti endanum av kappingini var alt vent á høvdið. Bjørk Herup Olsen, sum tók ein stóran kjans, tá hon setti ferðina upp og rann frá hinum, mátti slaka aftur og at enda gavst honum. Súsanna Skylv Sørensen hevði orku eftir, og seinastu umførini rann hon seg fram millum tær fremstu. Rennarin av Guersney, sum hevði bestu tilmeldingartíðina, helt seg nakarar metrar frammanfyri Súsonnu allatíðnia, men Súsanna fór fram við bragdliga rennaranum av Hebridunum, sum hevði ligið á odda fyrr í kappingini. Fór eftir heiðursmerki Súsanna Skylv Sørensen var væl nøgd við avrikið hjá sær í kapp­ ingini. - Hetta var fantastiskt, tað gekk super gott, so eg eri væl nøgd. Eg datt á tí eina pettinum á rutuni, men eg fekk hála meg inn aftur á tær, sum vóru frammanfyri. Miðskeiðis í kappingini hildu vit, at tú vart dragnað nakað og ikki fórt at vinna fram aftur, men soleiðis var tað ikki? - Nei, tær settu ferðina eitt sindur upp eina løtu, men tær kláraðu ikki at halda ferðini, og so kláraði eg at taka meg inn á tær aftur, og so rann eg meg inn á annað pláss. Hvat stílaði tú eftir fyri kappingina? - Eg stílaði eftir einum heiðurs­ merki, og eg æltaði mær gullið, men eg visti ikki, hvussu hinar runnu, og tí var tað ikki sannlíkt, at eg skuldi vinna gull. So eg legði meg eftir feltinum og vildi vita, hvat eg megnaði, og eg gjørdist nummar 2, og tað var ordiliga gott. Súsanna stríddi seg til silvur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Renning - 10.000 metrar 1. Louise Perrio Guernsey 37.53,45 2. Súsanna Skylv Sørensen Føroyar 37.59,33 3. Alison Mary Campbell Suðuroyggjar 38.02,30 Renning – 800 metrar innleiðandi Rúni Seloy rann seg í finaluna við tíðini 1.57,95 Jóan Karl Joensen rann í tíðini 2.00,44, men kom ikki í finaluna Renning – 400 metrar innleiðandi Rebekka Fuglø rann í tíðini 1.04,24, men kom ikki í finaluna FAKTA Rúni Seloy 15 ára gamli Rúni Seloy gjørdi av álvara um seg í innleðandi renningini á 800 metrum. Rúni leyp avstað, tá ið startskotið ljóðaði, og teir rennararnir, sum høvdu roknað við einari róligari og taktisktari kapping, kundu hugsa umaftur, tí Rúni legði trýst á hinar rennararnar við at strúka avstað. Og Rúni helt alla vegin á mál. Sterkasti renn­ arin í hesum innleiðandi umfarinum var ein rennari av Guersney, og hann fótaði sær so frætt, at hann fekk runnið fram um Rúna Seloy á seinasta teininum. Rúni Seloy endaði sum nummar 2 og er harvið komin í finaluna í kappingini á 800 metrum, sum verður í kvøld klokkan 18.30. Súsanna Sørensen fegnast um silvurmerkið, sum hon vann í renning á 10.000 metra teininum Mynd: Sofus D. Johannesen Mykland takkar fyri seg Erik Mykland takkar nú fyri aðru ferð fyri seg á fótbóltsvøllinum. Norski miðvallarin hevur seinasta árið spælt við Start, men hann var ikki áhugaður í at halda fram. Fyri fýra árum síðan boðaði nú 37 ára gamli Mykland frá, at hugurin ikki var til fótbóltin longur. Men hann hevur síðan gjørt comeback, men nú ljóðar fyri vist í norskum miðlum, at Erik Mykland ikki fer at spæla fótbólt á hægsta støði aftur. Eingin steðgar Rosenborg Um vikuskiftið vann Rosenborg, sum hóskvøldið skal spæla í Gundadali móti NSÍ, á heimavølli móti Vålerenga í norsku landskappingini. Sostatt vann liðið seg upp á 38 stig, og eitt greitt oddapláss í deildini. Dysturin var somuleiðis hin 16. í røðini, har Rosenborg ikki tapur. Tískil kann væntast, at mótstøðan verður ovurstór, tá NSÍ tekur ímóti norska stórfelagnum.