Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. juni 2009 – Nr. 122 Øll gjørdu sítt allarbesta, tá badminton í gjárkvøldið gjørdi bart og vann gull í liðkappingini. Í finaluni ímóti Grønlandi vóru øll við til at lyfta og bera, og hóast eitt sindur av spenningi kom í, tá tann eini dysturin varð taptur, var avrikið sera sannførandi og gullið fult uppiborið Badminton hevur ongantíð talst millum stóru heiðursmerkja­slúk­ arnar á Oyggjaleikunum, hóast tað er blivið til okkurt hendinga heiðurs­merki í einstaklinga­kapp­ ingini millum ár og dag. Eitt silvur­ merki og fýra bronsumerki var úrtøkan frammanundan, men eftir í gjár er alt tað fullkomuliga broytt. Og hóast vit ikki enn siga, at badminton er nakar slúkur, tá tað kemur til heiðursmerki, so skerst ikki burtur, at gullið í gjárkvøldið er kærkomin badmintonsøga! Sum badmintonfólkini hava spælt á leikunum higartil, er tað tó eingin, ið undrast, tí talan hevur ikki bara verið um sigrar, sum eru vunn­ ir, men beinleiðis avsmurningar, sum eru givnir. Tað hevur vakt ans á Àlandi, at badminton í Føroyum hevur tikið seg so nógv fram, so her er veruliga nógv at frøast um. Bara tað at koma í finaluna ímóti Grønlandi í liðkappingini, var ein stór uppliving í sjálvum sær, men soleiðis sum tað gekk fyri seg, er øll orsøk til at rósa badminton­fólk­ unum fyri ein fantastiskan innsats og eitt einastandandi liðavrik, ið legði botnin undir gullið. Aksel byrjaði ballið Aksel Poulsen var fyrsti føroying­ urin, ið skuldi royna seg, tá hann í einmansleikinum hjá monnum skuldi spæla ímóti Frederik Kjær­ holm Elsner. Aksel vann fyrsta settið 21-18 og hevði eina ávísa yvirvág í dystinum sum heild. Men hóast grønlendingurin fór avstað við øðrum setti, 21-19, so fekk hann ikki ein kjans frá Aksel í triðja og avger­ andi settinum, sum var vunnið 21-14. – Hetta var fantastiskt, men tungt. Tað gjørdist ein sálarligur dystur okkara millum, og har gjørdist eg tíbetur tann sterkari. Tað hevði nógv at siga, at vit kunnu vinna fyrsta dystin, tí tað kundi hjálpa teimum nógv, ið skuldu spæla aftaná, segði Aksel Poulsen eftir dystin. Hann fekk ikki tann langa steðgin, tí hann skuldi eisini vera partur av tvímansleikinum hjá monnum, so hann kundi bara hvíla seg og fekk ikki fylgt so væl við, hvat hendi í tvímansleikinum hjá kvinnum. Sigrun ov troytt Har var tað Sigrun Smith, ið skuldi royna seg ímóti Mille Schiøtt Kongstad, men skjótt sást, at hetta ikki var dagurin hjá Sigrun. Mille vann fyrsta sett 21-11, tá hon var nógv betri, og hóast Sigrun royndi at stríðast í øðrum setti, fór Mille eisini avstað við tí, 21-17, og vann dystin teirra millum 2-0. – Eg vildi fegin vunnið, men eg var bara so troytt í beinunum, at har gjørdist einki. Men so skal eisini sigast, at Mille spældi øgiliga væl, og eg føldi ongantíð í dystinum, at eg ordiliga kom við. Har var mótbrekka alla tíðina, segði Sigrun Smith, sum eftir tann dystin mátti royna at hvíla seg, tí hon visti, at hon og Brynhild Carlsson skuldu spæla tvímansleikin hjá kvinnunum aftaná. Vístu vegin Hóast hvíldin hjá Aksel ikki gjørdist tann stóra, so sást einki til møði, tá hann og Bjartur Lamhauge fóru í holt við tvímansleikin hjá monnum. Her fekst sjón fyri søgn, at teir báðir eru øgiliga væl samanspældir, og tað kom næstan ikki fyri, at misskilj­ ing teirra millum var orsøk til stiga­ miss. Teir báðir grønlendingarnir, Mininnguaq Kleist og Frederik Kjærholm Elsner, fingu í veru­leik­ anum ikki eitt bein fyri seg, men máttu taka til takkar við einum sonnum avsmurningi, tá Aksel og Bjartur spældu teir av vøllinum við einum greiðum 2-0 sigri, har sett­ úrslitini vóru 21-14 og 21-16. – Tað hevði nógv at siga, at vit vunnu, tí so skuldu vit bara vinna ein dyst aftrat fyri at fáa gullið. Og vit máttu so bara vóna, at vit kundu lata eitt sindur av okkara orku og áræði víðari til kvinnurnar, sum einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Føroyar-Grønland 3-1 finala í liðkappingini Einmansleikur, menn: Aksel Poulsen-Frederik Kjærholm Elsner 2-1 (21-18, 19-21, 21-14) Einmansleikur, kvinnur: Sigrun Smith-Mille Schiøtt Kongstad 0-2 (11-21, 17-21) Tvímansleikur, menn: Aksel Poulsen/Bjartur Lamhauge-Mininnguaq Kleist/ Frederik Kjærholm Elsner 2-0 (21-14, 21-16) Tvímansleikur, kvinnur: Sigrun Smith/Brynhild Djurhuus Carlsson-Mille Schiøtt Kongstad/Aviaaja Geisler 2-0 (21-16, 21-16) FAKTA Fantastiskt liðavrik Frøin var stór, tá gullið gjørdist veruleiki. Her storma fegin badmintonfólk inn á vøllin at fegnast saman við Brynhild Carlsson og Sigrun Smith, ið vunnu avgerandi tvímansleikin hjá kvinnum Mynd: Álvur Haraldsen Tá badminton endiliga vann eitt heiðursmerki í liðkappingini, gjørdist tað einki minni enn gull. Ei undur í, at frøin var stór Mynd: Álvur Haraldsen Mosley stillar upp aftur Max Mosley takkaði í farnu viku fyri seg sum formaður í altjóða motorsportsambandinum FIA. Men hóast tað, er møguleiki fyri, at Mosley heldur fram í starvinum. – Eg kenni tað sum mína skyldu at halda fram sum formaður, sigur Max Mosley í samrøðu við enska Daily Mail. Wozniacki tapti Caroline Wozniackis luttekur ikki longur í Wimbledon-kappingini í tennis. Hon tapti í gjár í fjórða umfari, tá Sabine Lisicki koppaði henni. Wozniacki stóð seg ikki serliga væl og gjørdi fleiri óneyðug mistøk. Lisicki vann við 6-4, 6-4. Mótstøðuleikarin hjá Lisicki í fjórðingsfinaluni verður Dinara Safina.