týsdagur 30. juni 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 30. juni 2009 – Nr. 122 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 7
– Hetta er nógv tað
størsta, eg nakrantíð
havi upplivað sum
badmintonspælari, segði
Brynhild Carlsson, tá hon
saman við Sigrun Smith
hevði vunnið avgerandi
tvímansleikin hjá kvinnum,
ið gav badminton gullið í
liðfinaluni ímóti Grønlandi
Tær gjørdu tað gott og vístu í
avgerandi løtu, hvussu sterkt
føroyskt badminton stendur á
Oyggjaleikunum á Álandi. Brynhild
Carlsson og Sigrun Smith vistu ikki,
hvat tær skuldu siga, tá teirra sigur
til samanlagda 3-1 sigurin á
Grønlandi var veruleiki.
– Hetta er bara so gott, skríggjaði
Brynhild, ið ikki eina løtu var í iva
um, at hetta var hennara størsta
løta: – Hetta er heilt sikkurt tað
størsta, eg havi upplivað sum
badmintonspælari, segði hon.
Eisini Sigrun strálaði sum ein sól
og valdi enntá at gera fyrstu
viðmerkingina á føroyskum: – Hetta
er bara fínasta slag. Eg vildi hetta
bara so nógv, so tíbetur fekk eg
hálað meg sjálva uppaftur, segði
hon.
Báðar vóru tær samdar um, at
sigurin og gullið kunnu geva
kærkomið sjálvsálit til komandi
dystirnar, hóast tær ásannaðu, at
tað neyvan fær verið nógv betri,
enn tað var í gjárkvøldið.
Tóku av
Jóhannes Ellingsgaard frá
Badmintonsambandinum var eisini
ovurfegin og ikki minst errin av
kvinnunum, ið megnaðu at vísa
stóra styrki, tá harðast leikaði á:
– Tað var fantastiskt at síggja,
hvussu tær spældu henda dystin.
Ikki minst var tað stuttligt at síggja
Brynhild, hvussu ósmæðin hon var
og bara koyrdi á. Møguleikin var
her og vit tóku hann, segði
Jóhannes.
Somuleiðis var Guri Poulsen, sum
ikki var við í nøkrum av
finaludystunum, ovurfegin og glað:
– Hetta er ordiliga lekkurt og uttan
iva størsta løtan nakrantíð fyri
føroyskt badminton. Tað er ringt at
seta orð á tað, og vit eru bara so
megaglað, segði hon.
– Hetta gevur okkum nakað eyka
at taka við til
einstaklingakappingina, tá hon
byrjar. Nú skulu vit bara hava ein
hvíludag ímillum, og so herja vit á
aftur við nýggjum kreftum.
Alt riggaði
Absalon Eysturoy, sum eisini hevði
frí í finaludystinum ímóti Grønlandi,
men saman við hinum livdi við og
heppaði alla somlu tíðina uttan fyri
vøllin, var himmalfegin um gullið:
– Hetta tykist, sum at vit hava
fingið nøkur ting at rigga í evstu
løtu. Vit hava frá byrjan spælt ímóti
nøkrum torførum liðum, men vit
hava hølvað alt av. Og her at enda
sóu vit Brynhild Carlsson gera eitt
útmerkað arbeiði saman við Sigrun
ímóti tveimum sera góðum
grønlendskum spælarum, segði
Absalon.
– Grønland hevur fyrireikað seg
uppá at møtt okkum og gjørt sítt
heimaarbeiði, men allíkavæl
megnaðu vit at taka tey á bóli og
vinna gullið. Nú eru vit komin á
eina góða bylgju, so nú ræður um
at ríða á henni víðari í kappingini.
gav badmintongu
Tað størsta nakrantíð
skuldu spæla sín tvímansleik aftaná,
segði Bjartur Lamhauge.
– Eg helt eisini, at vit fingu fatur í
spælinum beinanvegin, so teir
ongantíð sluppu inn í dystin. Vit
vóru klárir frá fyrsta bólti og kundu
bara koyra tað heim, uttan at vit
nakrantíð kendu okkum hóttar.
Hetta var ótrúliga deiligt.
Brynhild bardist væl
Nú vóru Føroyar á odda 2-1
samanlagt ímóti Grønlandi, og
eydnaðist kvinnunum eisini at
vinna sín tvímansleik, so var gullið
komið í pottin. Brynhild Carlsson
kundi fara frísk á vøllin, og
spurningurin var tí bara, hvussu væl
lá fyri hjá Sigrun at reisa seg, eftir at
hon hevði tapt sín dyst í
einmansleikinum.
Men tað vísti seg skjótt, at her var
eingin orsøk til stúran. Sigrun helt
høvdið kalt og læt Brynhild taka tey
tyngru tøkini, tá tað kravdist, og tað
megnaði Brynhild so væl, at hon
helst hevur verið orsøk til, at Mille
Schiøtt Kongstad og Aviaaja Geisler
mundu kenna tað, so stóðu tær yvir
fyri einari maskinbyrsu.
Samspælið millum Sigrun og
Brynhild riggaði øgiliga væl, og
serliga var tað Brynhild, ið stóð fyri
tí ágangandi spælinum, ið veruliga
gav teimum báðum grønlendsku
trupulleikar. Uttan at skelva á
hondunum vunnu tær báðar
føroysku ein tryggan 2-0 sigur, og í
báðum settunum var munurin
21-16.
Og so títt og knapt, dysturin var
liðugur, var alt ein stórur trunki inni
á vøllinum, tí øll tey ovurfegnu
badmintonfólkini stormaðu inn at
fagna Sigrun og Brynhild og at
fegnast um størsta sigurin, føroyskt
badminton nakrantíð hevur vunnið.
Tað var stuttligt at síggja brosini
og glógvandi eyguni í
Vikingahallen í Godby í gjárkvøldið,
og tú stóðst við einari kenslu av, at
her kann saktans spyrjast enn
meira burturúr, tí enn eru leikirnir
ikki lidnir!
Men fyribils siga vit bara:
Badminton, hjartaliga tillukku við
gullinum!
Tá badminton endiliga vann eitt heiðursmerki í liðkappingini, gjørdist tað einki minni enn gull. Ei
undur í, at frøin var stór
Mynd: Álvur Haraldsen
Tobias Effersøe leggur Brynhild Carlsson og Sigrun Smith lag á
millum settini í tvímansleikinum hjá kvinnum, sum tær báðar
vunnu 2-0
Mynd: Álvur Haraldsen
Murray í fjórðingsfinaluni
Andy Murray vann seg í gjár í fjórðingsfinaluni í Wimbledon-
kappingini í tennis. Hóast Stanislas Wawrinka vann fyrsta settið
við 6-2, bardi Murray seg aftur og vann tvey tey næstu við 6-3,
6-4. Wawrinka javnaði aftur við 7-5 í fjórða settinum, men Andy
Murray var omaná í avgerandi settinum. Tá vann skotin við 6-3.
Móstøðuleikarin hjá Murray í fjórðingsfinaluni verður Juan
Carlos Ferrero. Ein av teimum fýra fjórðingsfinalunum verður
klassiski dysturin millum Lleyton Hewitt og Andy Roddick.
Liimatainen fer til Danmarkar
Petri Liimatainen, sum áður hevur vunnið heimsmeistaraheitið við
svenska landsliðnum í íshockey, fer í komandi kappingarári at spæla við
Hvidovre Ligahoyckey. Hann hevur seinastu árini spælt í Eysturríki. –
Hann er ein royndur spælari, sum hevur vunnið eina rúgvu á sínari
yrkisleið. Hann hevur spælt á hægsta støði í Evropa. Vit eru errin av, at
hann spælur við okkum komandi mánaðirnar, sigur Olaf Eller, venjari
hjá Hvidovre, við tv2.dk