Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 30. juni 2009 – Nr. 122 Tað var ikki tespiligt, tá Gutti Harryson koykti fótin og varð borin av vøllinum undir liðkappingini í fimleiki. Við skaðanum hjá Gutta ruku eisini møguleikarnir hjá Føroyum at røkka gullinum Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Føroyingar stílaðu eftir gullinum í liðkappingini í fimleiki hjá monn­ um. Fyri kappingina var greitt, at Isle Of Man fór at verða harðasti kapp­ingarneyti, men føroyingar høvdu vónir um at koppa Isle of Man hesaferð. Tær vónirnar fingu eitt skot fyri bógvin, tá ið Gutti Harryson koykti fótin í sínari seriu á gólvinum. Hann fór skeivur í einari lending og koykti høgra fót illa. Hann reyk í gólv­ið og var sera keddur av hend­ ingini. Men einki var at gera. Gutti mátti fáa viðgerð og stuðlast av vøllinum - Tað hendi júst tað sama, sum hendi í DM fyri tveimum mánaðum síðani. Eg beklaði fótin í einari lend­ ing á gólvinum. Hesaferð merkti eg kúlina á høgra fótliði nerta við gólv­ið, og eg beklaði eisini vinstra fót eitt sindur. Hetta er fimtu ferð, at eg fái júst hendan skaða, so lið­ bondini eru helst blivin ov elastisk, sigur Gutti Harryson. - Hetta var keðiligt. Eitt er tað, at eg ikki fái gjøgnumført hesa kapp­ ingina, men eg havi eisini aðrar kappingar í Danmark at hugsa um. Eg havi havt sama skaða áður, og eg havi beint áðrenn hesar Oyggja­ leikirnar verið uppvenjing fyri at koma fyri meg aftur, og nú skal eg ígjøgnum alt umaftur. - Eg skal verða við í DM fyri lið síðst í august, og nú vóni eg, at eg verði klárur til ta kappingina, sigur Gutti Harryson. Venjarin vildi hava gullið Føroyar endaðu sum nummar 2 í liðkappingini, og hóast teir fimleik­ ararnir, sum gjøgnumførdu kapp­ ing­ina, stóðu seg væl, so harmaðist venjarin um gongdina í kappingini. - Eg eri væl nøgdur við avrikini, men tað merkti dagin hjá okkum, at Gutty koykti fótin og mátti gevast. Gutti er góður á gólvinum, og hann hevur eisini eitt sera gott lop, men vit fingu ikki brúkt hann í dag, og tað ávirkaði okkara úrslit, sigur Eyvind Akraberg Hansen, venjari. - Vit høvdu ætlanir um at vera framman­fyri Isle of Man, og vit høvdu eisini ein kjans til ta, men tað gjørdist truplari hjá okkum, eftir at Gutti fór úr kappingini, tí hann hevði helst megnað at toga okkara karakter eitt sindur upp. Seinni í vikuni verða fleiri kapp­ ingar í fimleiki. Gutti varð feldur av gomlu skaða Bronsa til kvinnurnar Tað tók sína tíð, áðrenn før­ oysku fimleikakvinnurnar fingu staðfest, at tær høvdu vunnið bronsu í liðkappingini í fimleiki. Tey átta liðini vórðu bólkað í tveir bólkar, og her vóru Før­ oyar í bólki við bæði Isle of Man og Bermuda, sum eiga sterk­astu fimleikakvinnurnar. Ikki óvæntað endaði Før­ oyar sum nummar trý í bólk­ inum, og so var at bíða eftir næsta bólkinum, har tað serliga vóru úrslitini hjá álendsku vertunum, sum høvdu føroyskan áhuga. Men tá alt kom til alt, var ikki so øgiligur ivi um úrslitið kortini. Samlaða úrslitið hjá føroysku kvinnunum var 98,3 stig, meðan Áland hevði 96,1 stig. Tær, sum mannaðu føroyska liðið, vóru Anita Knudsen Foss­ dalsá, Silja Højgaard, Fríðhild Reinert Norðgerð, Kristina Tofte­gaard og Katrin Sól­rúnar­ dóttir Wardum. Gutti Harryson koykti fótin, reyk í gólvið og mátti stuðlast av vøllinum. Tað var ein missur fyri føroyska liðið, sum vann silvur í liðkappingini í fimleiki Mynd: Álvur Haraldsen Týskland bukaði onglendingarnar Týskland er nýggjur evropameistari fyri U21-landslið í fótbólti. Týskland vann í gjárskvøldið heili 4-0 í finaluni á Onglandi. Gonzalo Castro, Mesut Ozil og Sandro Wagner, sum stóð fyri tveimum, skutu málini hjá týskarunum. Sigurin var, sum úrslitið væl og virðiliga prógvar, uppiborin. Ongland royndi at svara aftur í seinna hálvleiki, men hóast Adam Johnson úr Middlesbrough sendi í tvørtræið, var sigurin hjá Týsklandi ongantíð í vanda. Framvegis pláss á skúlanum Gundadalur verður frá mikudegnum til fríggjadagin karmur um fótbóltsskúla, sum venjarar hjá Liverpool Academy standa fyri. Pláss er fyri 200 børnum, og framvegis eru pláss tøk. Skúlin byrjar mikumorgunin, og luttakararnir skulu møta á ovara vølli í Gundadali klokkan 9.30. Skúlin er fyri børn, sum eru fødd í árunum 1991 til 1998.