leygardagur 20. oktober 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 203 - 20. oktober 2001
Nr. 203 - 20. oktober 2001
3
- Tá ið annar av
kommunulæknunum
berst frá at vera til
arbeiðis, er støðan
ikki forsvarlig, sigur
Steinbjørn O. Jacob-
sen, borgarstjóri í
Klakvík um komm-
unulæknatrotið í
Norðoyggjum
LÆKNATROT
Turið Kjølbro
Læknatrotið í Norðoyggj-
um heldur fram. Støðan er
hampuligt á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, skilst, men
kommunulæknarnir, sum
eiga at vera fýra í tali, eru
framvegis bert tveir. Hesir
hava ábyrgdina av fólka-
heilsuni hjá teimum gott og
væl 6000 íbúgvunum í
Norðoyggjum. Spurning-
urin er so um støðan er
forsvarlig.
- Tá ið annar av komm-
unulæknunum berst frá at
vera til arbeiðis, er støðan
ikki forsvarlig, og tað kann
jú koma fyri vegna sjúku
ella feriu, sigur Steinbjørn
O. Jacobsen, borgarstjóri í
Klakvík.
Kommunulæknarnir hava
skyldu til at vitja útoyggj-
arnar regluliga, men sum er
hava settu kommunulækn-
arnir ongan møguleika at
røkja hesa tænastuna. Ístað-
in mugu útoyggjafólk koma
langa leið til Klaksvíkar til
lækna. Og tað kann sum
skilst taka drúgva tíð, frá tí
tú biður um tíð hjá lækna til
tú sleppur framat.
- Vit kenna okkum rætti-
liga hjálparleys, tí vit fáa
ikki gjørt so nógv. Komm-
unulæknarnir eru ovbyrj-
aðir, hava ein alt ov langan
arbeiðsdag og skulu vera
tøkir nærum alt døgnið.
Spurningurin er, hvussu
leingi teir halda til tað,
sigur Steinbjørn O. Jacob-
sen.
Almanna-
og
heilsu-
málastýrið søkir javnan
eftir læknum til ósett størv í
Føroyum, men fá søkja.
- Vit hava onkuntíð av-
loysarar í styttri tíðarskeið
fyri annan av kommunu-
læknunum. Tað er als ikki
nøktandi at so stór út-
skifting er, tí hesir hava
ongan møguleika at kenna
viðskiftafólkini. Eisini eru
viðhvørt eldri kommunu-
læknar, sum eru farnir frá, í
Klaksvík fyri at lætta um,
men tað er sjáldan.
Karmarnir hjá komm-
unulæknunum í Klaksvík
eru annars góðir. Íbúðir eru
til taks og arbeiðshølini
nøktandi. Og um tvey ár
stendur ein nýggj heilsu-
miðstøð liðug til hesar at
húsast í.
- Vit hava arbeitt miðvíst
við at bøta um arbeiðs-
viðurskiftini hjá kommunu-
læknunum.
Læknatrotið
botnar ikki í arbeiðskor-
unum, tað er alla staðni,
eisini uttanlands, sigur
Steinbjørn O. Jacobsen.
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
50 ára gamli Signheðin Da-
vidsen, ættaður úr Nesvík,
búsitandi í Hósvík, hevur
tikið við starvi sum nýggjur
stjóri á Føroya Brandskúla.
Hann er ikki nýggjur á
skúlanum, hevur starvast
har síðan 1985. Hann hevur
tikist við viðlíkahald og
hevur eisini undirvíst.
Tað er serliga siglandi
fólk, maskinmeistarar og
navigatørar, sum nýta skúl-
an.
Í samband við at nýggjur
er settur er móttøka á
Føroya Brandskúla mána-
dagin klokkan 15 og har
eru sjálvsagt øll við áhuga
fyri eldi og bæsan av hesum
væl komin.
Tríggir nýggir
deildarleiðarar eru
settir í Føroya
Sparikassa
STØRV
Turið Kjølbro
Fyri stuttum vórðu ikki
færri enn tríggir nýggir
deildarleiðarar settir í starv
í Føroya Sparikassa. Í
deildini í Vestmanna er
nýggi deildarleiðarin Jóni
Mohr Olsen, sum hevur
drúgvar royndir innan pen-
ingastovnsarbeiði, umframt
at hann eisini hevur starvast
sum fíggjarleiðari í Hol-
steinsborg
kommunu
í
Grønlandi í fleiri ár. Jóni er
45 ára gamal og ættaður av
Sandi. Fráfarandi deildar-
leiðarin, Ásla Friis, hevur
júst havt sín 25 ára
starvsdag í Føroya Spari-
kassa. Aftaná 15 ár sum
deildarleiðari hevur hon nú
ynskt, at nýggjar kreftir
loysa av. Hon heldur fram
sum privatkundaráðgevi á
deildini í Vestmanna.
Við Norðskála er Hans
Jákup Johansen settur sum
deildarleiðari. Hans Jákup
er 26 ára gamal og ættaður
úr Haldarsvík. Hans Jákup
hevur starvast sum privat-
kundaráðgevi í Tórshavn,
eitt skifti hevur hann starv-
ast á Grannskoðanardeild
Sparikassans, og seinastu
árini hevur hann verið
vinnulívsráðgevi á Vinnu-
lívsdeildini í Tórshavn.
Hans Jákup hevur tikið
fíggjarskúla og fíggjarliga
víðariútbúgving. Hann er
nú í gongd við fíggjar-
akademilestur á bachelor-
støði. So hóast sín unga
aldur er hann ein maður við
drúgvum royndum í Spari-
kassanum, bæði yrkisliga
og hvat útbúgving viðvíkir,
sum fær ábyrgdina av við-
skiftafólkunum á deildini
við Norðskála.
Undan honum var Arn-
finn Langgaard deildarleið-
ari við Norðskála. Hann
hevur ynskt nýggjar av-
bjóðingar, nú Sparikassin
hevur stovnað vinnulívs-
deild á deildini í Runavík,
og hevur tikið við sum
vinnukundaráðgevi har.
Í Fuglafirði er Kristine
Ellingsgaard
sett
sum
deildarleiðari. Kristine hev-
ur í fleiri ár starvast sum
kundaráðgevi á deildini í
Fuglafirði. Eitt skifti hevur
hon starvast á Kreditt-
deildini í Tórshavn. Hon er
útbúgvin í Sparikassanum,
og hevur fíggjarskúla og
víðari útbúgving innan
fígging. Kristine er 34 ára
gomul og ættað úr Gøtu.
Fyrrverandi deildarleið-
arin, Sigmar Davidsen, tók
fyrr í ár við avbjóðingum í
aðrari fyritøku.
Føroya Sparikassi marker-
ar starvssetanirnar við mót-
tøkum á nevndu deildum.
Føroyskar kvinnur
eiga væl fleiri børn
enn kvinnur í lond-
unum rundanum
okkum
HAGTØL
Turið Kjølbro
Kvinnur í Norðurlondum
eiga fleiri børn enn kvinnur
í ES-londum. Og meiri enn
helmingurin av børnunum,
sum eru fødd í Norður-
londum, eiga kvinnur, sum
eru eldri enn 30 ár.
Norðurlendskar
kvinnur
eru tískil óførar at eiga
børn, men gamlar, tá ið tær
byrja. Hetta stendur at lesa
í Nordisk Statistisk Årbok
2001, sum er árbók um
okkara gerandisdag.
Tølini vísa, at væntað
verður, at norðurlendskar
kvinnur í føðialdri eiga
fleiri børn enn kvinnur í
ES-londum. Burtursæð frá
Álandi liggja øll Norð-
urlond og sjálvstýrandi
økini omanfyri miðaltalið
fyri ES-lond í 2000. Talið á
føddum børnum fyri hvørja
kvinnu í aldrinum 15 til 49
ár er tó ymiskt, liggur frá
1,53 á Álandi - sum er
miðaltalið í ES, til 2,58 í
Føroyum, sum sostatt ligg-
ur væl omanfyri miðaltalið
í ES.
Tøkk
Hjartans tøkk veita vit øllum, sum sýndu sam-
kenslu og hjálpsemi, tá elskaði maður mín, og
kæri pápi, verpápi, abbi, langabbi og beiggi
okkara
Karsten Elias Hansen
Klaksvík
var sjúkur, doyði og og varð jarðaður.Tøkk fyri
umsorgan á so ymiskan hátt. Ein serlig tøkk
verður veitt starvsfólkunum á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi og heimasjúkrasystrunum, sum vóru
so væl um hann.Tøkk fyri vitjanir, uppringingar,
brøv, fjarrit, blómur, troystarrík orð og vøkur
minningarorð.Tøkk til tykkum, sum fylgdu og
hjálptu til í sambandi við jarðarferðina.
Familjunnar vegna
Ragnhild, Hanus, Jóannes og Finngerð
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
kæri sonur, beiggi og mammubeiggi okkara
Eiler Sonni Danielsen
føddur 6. januar 1974 - deyður 8. oktober 2001
fer til gravar úr Havnar Kirkju
mánadagin 22. oktober kl. 13.00
Familjunar vegna
Sofía, Bjarni, Beinta og Mariann
Tey, ið ynskja at minnast Eiler við blómum ella kransum,
kunnu í staðin geva Barnabata eina gávu á konto
í føroysku peningastovnunum.
Støðan óforsvarlig
- Vit kenna okkum rættiliga hjálparleys, tí vit fáa ikki gjørt so
nógv, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík
Brandskúlin nýggjan stjóra
Jóni, Hans Jákup og Kristine taka við
Føroyskar kvinnur raskast at eiga børn
Avgerðirnar hjá
svensku Nobel-
nevndini um, hvør
skal hava ta árligu
bókmentavirðislønin
a, hava ikki altíð verið
líka sjálvsagdar. Held-
ur ikki í ár, nú nevnd-
in valdi at heiðra ein
av teimum mest
umstríddu rithøv-
undunum.
Hann
eitur
Vidiadhar
Surajprasad Naipaul, men
tað sigur seg næstan sjálvt,
at hann vanliga nevnir seg
V. S. Naipaul. Hann er
borin í heim á vestur-
indisku oynni Trinidad í
1932. Faðir hansara royndi
at
lívbjarga
sær
sum
tíðindamaður og rithøvund-
ur, og longu sum ungur
gjørdi sonurin av, at hann
eisini ætlaði at royna seg
við penninum.
Royna seg er ikki tað
rætta orðalagið at nýta, tí í
bókini »Between Father
and Son«, sum V. S.
Naipaul gav út í fjør, kemur
týðiliga fram, at hann
longur sum ungur kendi á
sær, at hann fór at gerast
ein av teimum stóru høv-
undunum í heimsbókment-
unum.
Avgerðin hjá svensku
Nobel-nevndini hevur eina
ferð med alla skrivað navn-
ið V. S. Naipaul í bók-
mentasøguna, hóast hetta
minni enn so er tann fyrsti
heiðurin, hann hevur fing-
ið. Fyri tríati árum síðani
fekk hann Booker-virðis-
lønina, í 1986 T. S. Elliot-
virðislønina, og í 1990 fekk
hann riddaraslag frá Eliza-
beth bretadrotning.
Í faðirsins fótasporum
V. S. Naipaul er sum nevnt
ættaður av vesturindisku
oynni Trinidad. Tað var har,
hann vaks upp og sleit sínar
barnaskógvar, men tað er í
Bretlandi ella rættari sagt í
London, at hann hevur
fótað sær sum altjóða við-
urkendur rithøvundur.
Eftir at hava gingið á
lærda háskúlanum í Oxford
gjørdi tann tá 21 ára gamli
V. S. Naipaul at seta seg
niður í London. Hann valdi
at ganga í faðirsins fóta-
sporum og royndi seg sum
tíðindamann og bókmenta-
ummælara og starvaðist eitt
tíðarskeið hjá BBC. Men tá
hann fýra ár seinni gav út
fyrstu bókina, »The Mystic
Masseur«, varð grundvøll-
urin lagdur undir lívsyrkið
sum rithøvundur burturav.
Hendan fyrsta bók hans-
ara varð væl móttikin, men
tað var bókin »A House for
Mr. Biswas«, sum av álvara
vakti ans fyri gávum hans-
ara. Samstundis fór hann at
skriva um hjálanda- og
tjóðskaparpolitikk,
og
nógvar av teimum næstu
bókum hansara eru ferða-
frásagnir frá meiri og minni
ókendum fólkasløgum og
søgu teirra. Eisini hesar
bøkur bera boð um ein
framúrskarandi snilling við
penninum, men minni enn
so øll eru líka fegin um
innihaldið, tí V. S. Naipaul
er ikki ein vanligur rit-
høvundur.
Hástórur og
niðurlátandi
Tey munnu vera fá, sum
vilja
hava
hesi
bæði
lýsingarorðini knýtt at sær,
men V. S. Naipaul tykist
ikki taka sær tykni av, at tað
júst eru hesi bæði orðini, ið
ofta verða nýtt, tá talan er
um at lýsa eginleikar og
sinnalag hansara.
Tað eru tey, ið fáa slíkar
eginleikar, tá tey av einum
ella øðrum avriki hava
fingið viðurkenning, men
soleiðis er ikki við V. S.
Naipaul. Í áðurnevndu bók-
ini »Between Father and
Son« sæst, at hann longu
sum ungur drongur var
hástórur og niðurlátandi.
Tað liggur at kalla í
hesum báðum orðunum, at
persónur við hesum egin-
leikum ikki er væl lýddur
allastaðni, og tað hevur V.
S. Naipaul eisini fingið at
sanna ferð eftir ferð. Men
hástórur sum hann er, tekur
hann sær als ikki tykni av
tí.
Avgerðin
hjá
Nobel-
nevndini at lata honum
ársins bókmentavirðisløn er
prógv um, at her er talan
um ein rithøvund av teim-
um bestu - sama hvørjar
eginleikar hann annars hev-
ur, og at navn hansara verð-
ur standandi í bókmenta-
søguni.
Men tað mundi hann vita
frammanundan.
Umstríddur rithøvundur heiðraður
Heystfundur
Sambandsfloksins
verður á Parnassinum á Hotel Hafnia leygardagin
3. november kl. 10.00.
Øll sambandsfólk eru vælkomin.
Landsnevndin
C
M
Y
K
3
2