leygardagur 20. oktober 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 203 - 20. oktober 2001
Nr. 203 - 20. oktober 2001
5
Kjell Magne Bondevik
skal enn eina ferð royna
seg sum stjórnarleiðari
Nýggja samgongustjórnin
hjá
Høgra,
Kristiliga
Fólkaflokkinum og Vinstra
tók við í gjár.
Stjórnin
hevur
ikki
meiriluta í Stórtinginum,
men Framburðsflokkurin
hevur givið lyfti um at
styðja stjórnina, sum so-
statt hevur meirilutan aftan
fyri seg. Eygleiðarar í Oslo
hava tó ávarað um, at
Framburðsflokkurin kann
gerast svikaligur sum stuð-
ul hjá stjórnini, og at
flokkurin uttan iva sum
frálíður fekk at seta stjórn-
ini krøv um ávirkan á
politikkin.
Tíggju av teimum 19
ráðharrunum í stjórnini eru
úr Høgra, sum eisini er
størsti flokkur í stjórnar-
samgonguni.
Politiskir
eygleiðarar í Noregi halda
tað vera ein stóran sigur hjá
Høgra, at flokkurin hevur
meirilutan av stjórnarlim-
unum. Eisini verður víst á,
at fleiri av teimum fremtu
Høgra-politikarunum eru
komnir í stjórnina, og at
hetta uttan iva fer at bera í
sær, at Noreg fer at snara til
høgru.
Teir 19 ráðharrarnir í
stjórnini hjá Kjell Magne
Bondevik eru:
Forsætisráðharri: Kjell
Magne Bondevik (KrF)
Uttanríkisráðharri: Jan
Petersen (H)
Fíggjarmálaráðharri: (Per-
Kristian Foss (H)
Almannaráðharri: Ingjerd
Schou (H)
Kenslumálaráðharri:
Kristin Clemet (H)
Fiskimálaráðharri: Svein
Ludvigsen (H)
Landbúnaðarráðharri: Lars
Sponheim (V)
Verjumálaráðharri: Kristin
Krohn Devold (H)
Mentamálaráðharri:
Valgerd Svarstad Haugland
(KrF)
Løgmálaráðharri: Odd
Einar Dørum (V)
Samferðslumálaráðharri:
Torild Skogsholm (V)
Vinnumálaráðharri: Ansgar
Gabrielsen (H)
Kommunumálaráðharri:
Erna Solberg (H)
Oljumálaráðharri: Einar
Steensnæs (KrF)
Familjumálaráðharri: Laila
Dåvøy (KrF)
Heilsumálaráðharri:
Dagfinn Høybråten (KrF)
Arbeiðsmálaráðharri:
Viktor D. Norman (H)
Umhvørvismálaráðharri:
Børge Brende (H)
Menningarmálaráðharri:
Hilde Frafjord Johnson
(KrF)
Tann Sosialurin, sum
lesarin nú hevur í
hondini er fyrsta
føroyska blaðið, sum
er prísmerkt við
strikukotum
STRIKUR
Jákup Mørk
Blaðið, sum lesararnir sita
við í dag, er á sín hátt ein
nýskapan í føroyska blað-
heiminum.
Í horninum á baksíðuni
sæst nevnliga eitt striku-
kotumerki, og er hetta
fyrsta ferðin, at slíkt verður
nýtt í føroyska blaðheim-
inum.
Lættir um
Fyri einstaka lesaran hava
hesar
svørtu
rípurnar
neyvan hin stóra týdningin,
og er tað sum heldur ikki til
sjálvan lesaran, at hesar eru
ætlaðar.
Hinvegin er hetta stig
tikið, tí strikukotur eru
vorðnar ein alt meira van-
ligur partur av handilslív-
inum, har telduskráseting-
arnar hjá handlum og sølu-
búðum gerast alsamt neyv-
ari.
Hjá teimum sølustøðum,
sum nýta strikukotulesara,
verður tí nógv lættari at
fylgja við, hvussu blaðsøl-
an er, og ikki minst man tað
eisini lætta um, at ymsu
bløðini verða merkt við
hvør sínari kotu, soleiðis at
teldan sær mun á, um tað
nú er týsdags- ella miku-
dagsblaðið, sum verður
selt.
Strikuotur eru annars ein
europeiskur standardur, og
merkir hetta, at ymsar
vørur frá ymsum framleið-
arum ongan tíð kunnu hava
sama frámerki. Tað er
nevnliga soleiðis, at talan
er um eitt trettan-siffrað tal,
sum vørurnar verða eyð-
merktar við, og tí er møgu-
leiki
at
hava
10.000.000.000.000 ymsar
vørur í skipanini. Av hesum
hevur Sosialurin fingið
tillutað fimm siffur, so
hóast vit gera nýtslu av
fimm
møguleikum,
er
møguleiki at eyðmerkja
ikki færri enn 10.000 bløð
á ymsan hátt.
Ein strika
í rokningini
Noreg fingið nýggja stjórn
Atlantsflog bjóðar
bíligar ferðir til
Danmarkar fram
móti jólum. Esiini
onnur góð tilbóð eru
í vón
FLOGFERÐSLA
Atlantsflog boðar í tíð-
indaskrivi frá, at felagið fer
at bjóða viðskiftafólki sín-
um bíligar feðrir til Dan-
markar til fram móti jólum.
Frá 28. oktober til hálvan
december fer tað bert at
kosta 1.600,- krónur at
flúgva millum londini.
Treytir liggja tó við,
sigur Atlantsflog. Tær eru,
at í minsta lagi tvey fólk
ferðast saman fyri hendan
prísin, eins og tey skulu
vera burtur um vikuskiftið.
Eisini skulu ferðaseðlarnir
vera keyptir í seinasta lagi
eina viku, áðrenn farið
verður avstað.
Tað er avmarkað pláss
við flogfarinum, so tað
ræður um at vera fyrstur á
kvørnini fyri at sleppa at
mala. Ferðaseðlarnir verða
seldir teimum, sum fyrst
bíleggja, sigur Atlantsflog í
tíðindaskrivinum.
Eisini verður boðað frá,
at tað fara at koma onnur
tilboð í næstum. Talan er
um
tilboð
til
onnur
ferðamál hjá Atlantsflog so
sum Reykjavík, Aberdeen
og London.
ej
Ferðast bíliga eftir
jólagávunum
Alt bendir á, at ein
háttur at koma
dreparasniglunum til
lívs, er at fáa sær
sonevndu Moskus-
dunnurnar
DJÓRALÍV
Dagfinn Olsen
Dreparasniglar hava seinnu
árini verið ein plága í
Føroyum. Serliga hjá teim-
um, ið fáast við urtagarðar
og sum royna at fáa okkurt
at vaksa kring húsini.
Sniglarnir eru stórir og teir
eta og drepa nærum allan
vøkstur.
Ejolvur
Djurhuus
í
Kirkjubø hevur nú gjørt
eina roynd við Moskus-
dunnum, sum hann hevur
fingið frá Andriasi Reinert
í Havn. Hesar dunnur eta
nærum alt, sigst.
- Eg havi fingið eitt par
og slept teimum niðan, har
gæsnar ganga, tí heilt har
niðan hava sniglarnir otað
seg. Hetta eru einir 14
dagar síðani og síðani havi
eg ongan snigil sæð. Tó
skal sigast, at eg havi ikki
sæð dunnurnar eta snigl-
arnar, men teir eru so ikki
at síggja longur, sigur
Ejolvur.
Í Kirkjubø vóru tey
komin í neyð av drepara-
sniglunum. Tey høvdu fing-
ið sær røtur á eitt umleið 20
fermetra stórt stykki, men
ikki ein rót kom upp. Sama
var galdandi við øðrum
vøkstri, men hvannir hava
fingið frið fyri drepara-
sniglunum.
- Dreparasniglarnir gera
helst eisini kál á hinum
vanligu sniglunum, tí teir
eru ikki at síggja longur,
sigur Ejolvur Djurhuus.
- Tá heitt hevur verið í
veðrinum og mjørki, havi
eg onkutíð úr vindeyganum
sæð hesar stóru sniglarnar á
asfaltinum á vegnum. Men
fuglar, sum t.d. Tjaldur og
enntá Likka røra teir ikki
og fara stóran umveg rund-
an um sniglarnar, sigur
Ejolvur, sum hevur stórar
vónir til Moskusdunnurnar,
ið tykjast gera enda á drep-
arasniglunum.
Úr Amerika
Andrias Reinert sigur seg
bara hava hoyrt um hetta
við Moskusdunnunum og
dreparasniglunum,
men
ongar royndir hava við
hesum. Men hann sigur, at
dunnurnar nærum eta alt.
Moskusdunnan er ikki
vanligt slag av dunnu, sum
vit kenna dunnuna.
- Hetta er í grundini heilt
annar fuglur. Hann livir
upprunaliga
í
Suður-
amerkia,
har
indiánar
høvdu hann til húsdýr, tá
hvíti maðurin kom, sigur
Andrias Reinert.
Á
donskum
nevnist
fuglurin Moskus And, á
enskum Muscovy. Frak-
lendingar kalla hann Bar-
barie og har er hesin fuglur
væl dámdur til matna. Í
heimlandinum verður fugl-
urin róptur Patos.
Hetta sigur formað-
urin í Føroya Hand-
verkarafelag, sum
hósdagin skrivaði
undir nýggjan sátt-
mála við Handverks-
meistararnar. Hóast
lønarhækkanin ikki
samsvaraði við settu
málini, eru handverk-
ararnir sum heild
nøgdir
SÁTTMÁLA-
SAMRÁÐINGAR
Dagfinn Olsen
Hósdagin skrivaðu Hand-
verkarar og handverks-
meistarar undir nýggjan
tvey ára sáttmála, eftir tvey
døgn í samráðingarhølun-
um.
Semjan sigur m.a., at
sveinalønin
1.
oktober
2001 hækkar við 6,80 krón-
um um tíman til 101,40 um
tíman. Tann 1. oktober
2002 hækkar sveinalønin
aftur við 6,80 til 108,20 um
tíman.
Ikki løn sum ætlað
Frammi hevur verið, at
handverkarar høvdu sett
nøsina upp móti eini løn
uppá 115 krónur um tíman
og at hetta krav var samtykt
á fundi í Føroya Hand-
verkarafelag. Um hetta ikki
bleiv, so kom verkfall upp á
tal.
Men hesum afturvísir
formaðurin í felagnum,
Poul Øregaard.
- Hattar passar ikki heilt,
tí vit hava einki lovað, men
vit hava líkasum loddað
dýpið millum limirnar.
Men satt er, at ynskiligt var
við eini 115 krónum um
tíman og at vit ikki mettu
hetta ynski veruleikafjart,
sigur Poul Øregaard.
Poul Øregaard vil ikki
rættiliga brúka orðingina,
at handverkarar hava slakað
í krøvum sínum mótvegis
handverksmeistarunum.
Góð hækking í
prosentum
Hann sigur um samráðing-
arnar, at trupult var at koma
longur,
tí
mótparturin,
meistararnir,
læstu
seg
fastar. Hann leggur afturat,
at tað ger ikki støðuna
lættari, at formaðurin í
Handverksmeistarafelag-
num eisini er formaður í
Føroya Arbeiðsgevarafelag.
- Men munurin millum
okkum og Føroya Arbeið-
arafelag er størri nú, enn
hann var, sigur Poul Øre-
gaard.
Hann sigur annars um
samráðingarnar, at tær vóru
sera truplar og at teir vóru
uppsettir uppá verkfall.
Men hetta fór neyvan at
loysa seg, tí prosentvís var
lønarhækkingin góð. Poul
Øregaard vísir eisini á, at
flestu arbeiðsgevarar gjalda
meira, enn ásettu lønina, so
í veruleikanum verður sam-
ráðst um eina minstuløn.
- Vit fóru ikki út sum
nakrir taparar, sigur Poul
Øregaard.
Semjan
Á heimasíðuni hjá Vinnu-
húsinum verður greitt frá
semjuni og meistararnir
siga har m.a., at teir valdu
at taka við semjuni, hóast
hon er høg, vísandi til løn-
arhækkingarnar í samfelag-
num annars í ár.
Semjan sær soleiðis út:
Sáttmálarnir
millum
Føroya Arbeiðsgevarafe-
lag/Føroya
Handverks-
meistarafelag og Føroya
Handverkarafelag
og
Landsfelag
Handverkar-
anna, sum fóru úr gildi 1.
oktober 2001, verða longd-
ir við 2 árum til 1. oktober
2003 við niðanfyri stand-
andi broytingum:
Lønarhækkan (grein 5)
Tann 1. oktober 2001
hækkar sveinalønin við
6,80 kr. um tíman til 101,40
kr. um tíman. Tann 1. ok-
tober 2002 hækkar sveina-
lønin aftur við 6,80 kr. um
tíman til 108,20 kr. um
tíman.
Bakarar yvirtíð (grein 6,
stk. 8)
Grein 6, stk. 8 verður broytt
soleiðis: “Fyri at arbeiða
frá kl. 4.00 til kl. 7.00 fáa
bakarar 65 kr. eyka um
tíman vanligar yrkadagar
og 100 kr. eyka leygardag
og halgidag. Bakarar fáa frí
arbeiðsklæðir”.
Limagjald (grein 15)
Verandi orðing í grein 15
verður strikað og henda
orðing sett í staðin:
“Stk. 1 Á hvørjum arbeiðs-
plássi kann verða avtalað,
hvørt meistari skal eftir-
halda limagjald hjá limum
hjá handverkarafeløgum.
Stk. 2. Vanligur meirluti av
handverkarum, serarbeiðar-
um og meistara á ar-
beiðsplássinum skal vera
fyri hesum og atkvøðast
skal við seðlum.
Stk. 3. Verður avtalað, at
meistari skal eftirhalda
limagjald, verður hetta at
rinda til avvarandi hand-
verkarafelag eftir nærri
avtalu.”
Akkord (grein 25)
Grein 25, stk. 1 broytast
soleiðis: Har arbeiði og
umstøðurnar eru til tess, at
akkord er gjørlig, skulu
meistarar og sveinar fáa
akkord í lag… (restin
óbroytt).
Partarnir eru samdir um at
gera standardavtaluseðlar
og møguliga ein prískurant.
Grein 36 verður broytt
soleiðis:
Stk. 1 Verður ósemja um
arbeiði, sum ikki er til-
skilað í sáttmálanum, skulu
feløgini
samráðast
um
arbeiðs- og lønarviðurskifti
hesum viðvíkjandi, áðrenn
farið verður til nevndar-
viðgerð.
Stk. 2 Allar trætur um rættu
fatan av sáttmálanum verða
avgjørdar av eini nevnd.
Stk. 3 Hvørt felag sær velur
2 limir til nevndin. Kemur
nevndin ikki ásamt, verður
dómarin ella annar av
honum nevndur persónur
uppmaður. Hansara avgerð
verður at taka til fulnar.
Fastlønarsáttmálin: § 10,
stk. 2, 3 og 4 verða strikað.
Tórshavn tann 18. oktober
2001
Føroya Arbeiðsgevara-
felag
Føroya Handverks-
meistarafelag
Landsfelag Hand-
verkaranna
Føroya Handverkarafelag
Vit fóru ikki út sum taparar
Mangt bendir á, at
Moskusdunnan er eitt
nýtiligt vápn ímóti pláguni,
sum dreparasnigilin er. Hesar
ganga hjá Andriasi Reinert í
Havn
Mynd: J. Hammer
Lívfrøðiligt kríggj:
Serstakt dunnuslag etur dreparasnigil
C
M
Y
K
5
4