Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. oktober 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 203 - 20. oktober 2001 Nr. 203 - 20. oktober 2001 7 OLJA OG ÁRIN Jan Müller Um tað verða gjørd stór oljufund á føroyska land- grunninum, hvørja ávirkan heldur Richard Hardman, fráfarandi altjóða leiti- stjórin hjá Amerada Hess hesi kunnu fáa á føroyska samfelagið, nú arbeiði longu er til allar hendur og búskapurin er nógv upphit- aður? - Tá eg arbeiddi í Norra bóru mong ótta fyri útvikl- inginum. Tórshavn í dag minnir nógv um Stavanger, tá eg kom hagar í 1975. Fólk bóru ótta fyri teimum nógvu pengunum, sum skuldu floyma inn í sam- felagið. Men hvat er hent. Norskur ídnaður hevur ment seg, og kring allan heimin eru norskar fyritøk- ur. Hetta ikki minst takka verið oljuvinnuni. Eg haldi norðmenn hava borið seg skilagott at, tá teir hava gjørt íløgur, og teir hava vunnið nógv uppá tað. Før- oyingar, sum eru vanir at ar- beiða hart og skilagott, fara at fáa eins nógv burtur úr. - Vit síggja, at nógv er gjørt fyri at kanna um- hvørvið, áðrenn boringin byrjaði, men tað eru fleiri, sum vísa á, at einki er gjørt fyri at kanna sosiala um- hvørvið. Heldur tú, at myndugleikarnir hava mis- røkt sína ábyrgd á hesum øki? - Tað haldi eg ikki. Teir hava gjørt eitt gott arbeiði við at fyrireika leitingina, sum jú er grundarlagið undir øllum øðrum. Tað er skeivt at selja skinnið, fyrr enn bjørnin er skotin. Bíðið við hesum til tit hava fingið ta fyrstu bjørnina. Føroy- ingar hava góða tíð og eru ikki ov seinir á sjóvar- fallinum. Finna vit olju í ár, so verður fyrsta oljan neyv- an á marknaðinum fyrr enn í 2006. Richard Hardman vísir á, at pengarnir fara ikki at streyma inn í samfelagið, fyrr enn framleiðslan rætti- liga er í gongd. Hann á- sannar, at tað fara at koma fleiri fólk til landið næstu árini men kortini er tað avmarkað. - Finna vit olju við Føroyar, verður mynd- in at líkjast nógv henni hjá Amerada Hess í Danmark. Har eru vit umleið 60 fólk á Amerada Hess skriv- stovuni. Alt annað verður gjørt av donskum feløgum. T.d. tekur Esbjerg Oilfield Service sær av at manna pallarnar. Kravið til mann- ing í sambandi við at út- vikla eitt oljufelt á land- grunninum hevði svarað til manningina á trimum stór- um trolarum, harav ein stórur partur hevði kunnað verið føroyingar. Á landi høvdu tveir triðingar av manningini á skrivstovuni verið føroyingar. Eg haldi, at alt hetta hevði kunnað veitt ein vælkomnan møgu- leika í mun til fiskivinnuna, tá hugsað verður um at hava eitt alternativ eitt nú í verri tíðum. Eg haldi eisini, at royndir tykkara á sjónum høvdu kunnað komið sera væl við í hesi nýggju vinn- uni. Uppá fyrispurning hvat vil henda, um tað verða gjørd fleiri stór fund her næstu árini metir Steve Boldy, leitistjóri, at tað tá í fyrsta lagi vil vera eitt positivt problem. Men hann leggur tó aftrat, at tað er ikki bara sum at siga tað at fara undir at útvikla fleiri felt eftir stuttari tíð. -Tað hevði sjálvandi verið áhugavert at kunnað út- viklað fleiri felt í senn, tí tað vil skapa nýggjar møguleikar, men taka vit royndirnar vestan fyri Het- land, so var risastóra feltið Clair funnið í 1978, og nú- staðni sær út til, at olju- framleiðsla kann byrja. Steve Boldy vísir eisini til gongdina í Noregi, har tað eisini varð tjakast um, hvussu nógv olja skuldi takast upp frá byrjan. Tá varð gjørt av at taka oljuna upp og seta pengarnar í oljugrunnin heldur enn at lata oljuna vera verandi í undirgrundini at goyma til komandi ættarlið. Góð ráð Richard Hardman, sum kom til Føroya fyrst í 90- unum at fyrireika seg til at leita eftir olju, heldur seg hava fingið gott innlit í samfelagið her og hugs- anarháttin hjá fólkinum. Hann hevur hesi ráð at geva føroyingum: -Verið ikki ov spentir í byrjanini. Finna vit ikki olju beinanvegin so takið tað róligt. Føroyingar eru eitt sera pragmatiskt fólkaslag. Takið tingini, sum tey koma og latið vera við at taka tað, sum liggur longur frammi, ov tungt. Fyrsti spurningurin er at finna oljuna. Næsti at hyggja eftir sosialu avleið- ingunum. Triði at handfara inntøkurnar á ein slíkan hátt, at hetta ikki nervar og skaðar føroyska samfelag- ið. Eg trúgvi tit klára alt tað, tí tit hava ein ómetaliga stóran fyrimun. Hóast tit kunnu vera ósamdir um gongdina, tá tit tjakast, so veit eg, at tit megna at stýra gongdini. Tit hava bæði hegni, vilja og dirvi til tað. Hetta eru mínar royndir saman við føroyingum nú í skjótt 6 ár. Eg ynski tykkum alt tað besta. Steve Boldy, nýggi stjór- in fyri Føroyaøkinum, vísir til útviklingin í Hetlandi og Orknoyggjunum, har tey hava livað í stórari harmoni við oljuni í 25 ár. Bæði plássini hava havt oljuhavn- ir, hvørs virksemi ikki hev- ur nervað samfeløgini. Ein av stóru spurningun- um, um olja verður funnin, er, hvørt oljan skal í land í Føroyum ella hon skal flytast beinleiðis víðari til verandi oljuhavnir í eitt nú Hetlandi. Tann spurningin settu vit Richard Hardman, sum heldur hetta vera ein spurning um raðfesting. Hann ivast stórliga í um, vit vilja fáa størri inntøkur við at taka oljuna til Føroya enn til Sullom Voe í Hetlandi. - Vit hoyra, at tað er tørvur á arbeiðsmegi. Og skulu tit til at taka ímóti oljuni so mugu tit til at innflyta arbeiðsmegi at byggja eina oljuhavn. Er tað tað tit ynskja? Gloymið ikki at sveisarar vunnu sínar peng- ar uppá at taka gjald frá fólki at koma ígjøgnum landið. Um tit vilja lata oljuna fara til Sullom Voe heldur enn til Føroya og tit fáa meira inntøkur burtur úr tí, so hevði eg ikki ivast í tí. - Vit halda okkum hava gjørt okkara heima- arbeiði men vilja eisini vera realistiskir, tí siga vit, at vit eru varðliga bjartskygdir sigur Richard Hardman hjá Amerada Hess, sum tó ikki sær ein turran brunn sum nakra vanlukku. So mugu teir fara aftur til tekni- borðið og stinga út í kortið av nýggjum OLJULEITING Jan Müller Í hesum døgum hevur oljusamtakið The Faroes Partnership við Amerada Hess, Dong, British Gas og Atlants Kolvetni borað góða helvt av brunninum Marjun suðuri á landgrunn- inum. Boringin byrjaði 20. september og skulu borast knappir 4000 metrar. Enn er einki likið út um boringina, men Sosialurin skilur, at spenningurin er serliga stórur júst í hesum døgum, tí borurin skuldi koma niður á eitt av mongu málunum í brunninum, tó at tað ikki er sjálvt høvuðsmálið. Stutt áðrenn boringin byrjaði vórðu fleiri av oddamonnunum hjá Ame- rada Hess á vitjan í Før- oyum. Millum teirra vóru Steve Boldy, sum herfyri tók við sum leitingarstjóri hjá Amerada Hess í norður og vestur Europa. Hann tekur sær av leiting í Norra, Danmark, Bretlandi og nú eisini Føroyum og tók við eftir Jan Evensen, sum í november í fjør tók við starvi í Vietnam. Steve Boldy vitjaði í Føroyum herfyri í sambandi við at Richard Hardmann, ein av veteranunum í felagnum, fór frá sum altjóða leiting- arstjóri hjá Amerada Hess. Sosialurin tosaði við teir báðar. Steve Boldy er rættiliga bjartskygdur um boring teirra á landgrunninum. Prospektið hjá Hess er øðrvísi enn tað hjá hinum feløgunum, men dýpið minnir um tað hjá Statoil. Hóast Statoil og BP bora turrar brunnar, so heldur Steve Boldy ikki, at tað hevur stórvegis ávirkan á teirra prospekt. –Tað broytir ikki vónir okkara til at gera eitt fund, tí okkara leitimodell er øðrvísi við einum stórum sjálvstøðug- um strukturi í undirgrund- ini. Hóast brunnarnir hjá Statoil og BP eru í sama øki, so liggja teir kortini nakað frá Marjunbrunn- inum. Steve Boldy vísir á, at tað stutt frá tí struktur- inum teir eru eftir, finnast kolvetnisspor á bretskum øki. –So hvat enn spyrst burtur úr hjá hinum, so fer tað á ongan hátt at broyta okkara meting av møgu- leikanum at gera fund. - Ikki fyrr enn tú veit, hvør “Playtype” - slag av leitimodelli - virkar, so fær tú góð úrslit. Tá Foinaven varð funnið riggaðu nærum allar boringarnar eftir tað. Vit vita ikki, hvat slag av “playtype” riggar í Føroy- um. Men fyri okkum er tað sera avgerandi, at teir næstu brunnarnir vísa tekin til olju og gass, so vit halda at her finst ein virkin olju- skipan. Vit vita bara ikki, hvat slag av fellum kann brúkast ella riggar í før- oyskum øki. Vit hava gjørt okkara forarbeiði út frá tí playtype, sum hevur verið brúkt í bretska partinum, men tað kann vera, at tað ikki riggar her. Vit bora ein brunn av tí “gamla klassiska slagnum”. Hetta er ikki tað slagið sum t.d. Schiehallion, sum er ein stratografisk fella. Tí sigur Richard Hard- man, at teir eru varðliga bjartskygdir. Teir vilja eis- ini vera realistiskir. - Men hvat nú um allar tríggjar boringarnar í ár eru turrar? - So hava vit fingið trý týðandi datapunkt. Vit kunnu arbeiða seismikkin av nýggjum og endurskoða hann. Vit vita, at tað eru reflektiónir frá onkrum í undirgrundini. Men vit kenna ikki veruligu orsøk- ina til tað. Summar av re- flektiónum eru basalt, onkrar sillir men flestu teirra halda vit eru sedi- mentir. Vit vita, at olja og gass er framleitt her. Stóra óvissan er, hvussu fellurnar eru. Tá tú gert eitt fund, er sannlíkið fyri fleiri fund uppaftur størri. Tí tá kanst tú leita eftir líknandi ting- um. Um allir brunnarnir eru turrir so mugu vit fara aftur til tekniborðið og hyggja eftir tilfarinum vit hava. - Men eru tríggir turrir brunnar ikki sera negativ tíðindi at lata oljuheiminum? - Vit mugu verja okkum ímóti tí. Vit mugu minnast til, at 76 brunnar vórðu boraðir áðrenn Foinaven oljufeltið varð funnið, og í Norra vórðu boraðir 20 brunnar áðrenn fyrsta løn- andi fundið varð gjørt har. Richard Hardman sigur, at søgan um oljuleiting á bretska landgrunninum er áhugaverd. Í byrjanini trúði man ikki uppá stór fund, men tá BG sum er partur av samtakinum fann olju á landi á sera stórum dýpi broyttist uppfatanin av møguleikan- um at gera fund á djúpum vatni á Atlantsmótinum. - Fella vit, sum leita í fátt og missa mótið, so verður einki funnið. Spurningurin er at vita, nær tú skal gevast. Vit hildu á vestan fyri Hetland, tá allir aðrir vórðu givnir við undantaki av BP. BP boraði Foinaven av tí, at vit funnu Strath- more og týðulig oljuspor. (Nakað eystan fyri Foina- ven, blaðm.) Tað gjørdi, at BP fór víðari og fann Foinaven. Richard Hardman við- gongur annars, at tað kann verða torført at at fáa onnur feløg at vísa føroyska økin- um ans, um allar boring- arnar í tí fyrstu útbjóðingini enda við at vera turrar. Men fleiri feløg eru longu her og tey vilja halda síni lyfti um at bora 8 brunnar í fyrstu atløgu. Men vit fara at ansa eftir ikki at tveita góðar pengar eftir vánalig- um. Eingin orsøk til ótta Varliga bjartskygdir Ben Arabo, stjóri hjá Amerada Hess í Føroyum saman við Steve Boldy, nýggja stjóranum hjá Hess í Norðureuropa og Richard Hardman, sum herfyri segði Føroyum farvæl við ynskinum um góða eydnu Mynd jan Mánadagin byrjar Ternan aftur at sigla um Vestmannasund eftir at hava verið á sleipistøð í fimm vikur SAMFERÐSLA Ternan, sum seinastu fimm vikurnar hevur verið á sleipistøð, fer nú aftur í rutusigling um Vestmanna- sund. Heri Andreasen á Tekn- isku Deild hjá Strand- faraskipum Landsins, sigur, at Ternan hevur verið til vanligt eftirlit á Tórshavna Skipasmiðju. Umframt hevur hon fingið ísetta nýggja bjargingarútgerð. Ta sonevndu »Turrskødd bjarging« útgerðina. Einki óvæntað hevur veirð at gjørt við Ternuna, upplýsir Heri Andreasen. Hon er yvirhálað og hevur skift lit. Nú er hon málað við nýggja, myrkabláa litinum, sum strandfara- skipini hava. Nýggja bjargingarút- gerðin varð ísett og roynd herfyri, og tískil lýkur Ternan tey trygdarkrøv, sum danska skipaeftirlitið ásetir. Nú Ternan kemur aftur í sigling, fer gamli Sam, sum hevur røkt siglingina ímeðan, aftur at hvíla seg í Vestmanna. Sam er einasta tiltaksskipið, Strandferðsl- an hevur, sigur Heri Andreasen. ej Ternan siglir aftur Nýggja bjargingarútgerðin umborð á Ternuni varð roynd í seinastu viku Mynd: Poul Jákup Thomsen Løgmaður eigur at kanna, um lands- stýrismaðurin við almanna- og heilsu- málum tók ósaklig atlit, tá hann lat alla gransking í Føroyum upp í hendurnar á yvirlækna, sum hevur persónlig áhugamál í granskingini, sigur løgtingsmaður GRANSKING Edvard Joensen Kristian Magnussen, løg- tingsmaður, heldur, at hetta er eitt mál, sum løgmaður eigur at koma uppí. Hann vísir á, at løgmaður eigur at kanna, um lands- stýrismaðurin og hansara fólk ganga við ósakligum ætlanum í hesum málinum. Tað grundar hann á, at hann er vitandi um, at føroyskir granskarar uttan- lands fyri meira enn einum ári síðan bóðu um loyvi at granska í ávísari sjúku í Føroyum. Teimum varð víst til yvirlæknan, sum lands- stýrismaðurin hevði sett at taka sær av málinum. Yvir- læknin svarar aftur, at tað verða eingi loyvi givin, fyrr enn lógarverk er gjørt. Síðan hendir einki meira í málinum, sigur løgtings- maðurin. Tað tykist, sum lok verður lagt á. Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður við al- manna og heilsumálum, boðaði í apríl frá, at eitt lógaruppskot fór at koma beint eftir ólavsøku, men tað er ikki komið enn. Og enn ganga føroysku gransk- ararnir uttanlands og bíða eftir svari upp á umsókn, sum send varð fyri meira enn einum ári síðan. Teir vildu sleppa at halda fram við arbeiðið, teir vóru byrj- aðir upp á uttanlands, men sum kravdi, at eisini varð granskað í Føroyum. –Tí er hetta ein beinleiðis áheitan á løgmann um at hava eftirlit við landsstýris- manninum við almanna- og heilsumálum og kanna, um hann tekur ósaklig atlit, tá hugsað verður um gransk- ing í Føroyum, sigur Krist- ian Magnussen, løgtings- maður. Yvirlæknin ógegnigur Kristian Magnussen er ikki í iva um, at yvirlæknin, sum Almanna- og Heilsumála- stýrið hevur sett at umsita arvagranskingina í Føroy- um, er ógegnigur. Landstýrismaðurin við almanna og heilsumálum hevur ikki hugsað seg nóg væl um, tá hann setti fólk at umsita granskingina í Føroyum. Maðurin, sum hevur alt vald á gransking- ini, er ógegnigur, tí hann samstarvar persónliga við útlendskan granskingar- stovn, sigur Kristian Magnussen. Hann leggur dent á, at hansara viðmerkingar eru á ongan hátt nakað álop á yvirlæknan, talan er um. Maðurin hevur gjørt tað arbeiðið, hann er biðin um at gera. Men tað er lands- stýrismaðurin, sum hevur biðið hann til arbeiðis, ið hevur hugsað sera stutt, sig- ur Kristian Magnussen. Yvirlæknanum er latið upp í hendur alt vald á før- oyskari gransking í fram- tíðini. Málsviðgeri Kristian Magnussen sigur, at tað tykist honum løgið, at landsstýrismaðurin við almanna- og heilsumálum, Sámal Petur í Grund, sigur við Sosialin, at yvirlæknin hevur havt tað lógartekn- iska arbeiðið um hendur. –Tað samsvarar ikki við tann veruleika, sigur Krist- ian Magnusen, at sami yvirlækni sendir svar upp á umsóknir frá útlendskum granskingarstovnum um at sleppa at granska í før- oyskum arveginleikum. Annað bræv, sami granskingarstovnur hevur fingið frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, sigur, at stovnurin skal venda sær til hendan ávísa yvir- læknan. Og seinni hevur yvirlæknin so svarað upp á umsóknina. –Tað merkir, at yvirlækn- in beinleiðis er málsviðgeri og ikki bara situr og smíðar lógartekst, sum landsstýris- maðurin sigur, vísir Krist- ian Magnussen á. Monopol Tá landsstýrismaðurin í So- sialinum tosar um ein al- mennan stovn, sum skal umsita granskingina í Før- oyum, sigur hann ikki alt, sum frammi hevur verið, vísir Kristian Magnussen á. Hann minnir á svarið, Sámal Petur í Grund, lands- stýrismaður, gav einum fyrispurningi í tinginum í apríl í ár. Í tí svarinum verður róð fram undir, at avtala skal gerast við ein útlendskan granskingarstovn, sum so skal hava alla granskingina um hendur. Landsstýrismaðurin skjýtur upp, at samstarvið kann skipast soleiðsi, at eitt partafelag verður stovnað við føroyskum og útlensk- um pengum. Føroysku pengarnir skulu vera almennir, meðan útlendski granskingarstovnurin skal hava sín lut av parta- peninginum. Tó skal meiri- lutin vera føroyskur. Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, sigur í svarinum, at hann kundi hugsað sær skipanina so- leiðis, at hendan lands- fyritøkan skal so umsita øll rættindi til diagnosur í føroyska heilsuverkinum. Lagt verður afturat, at tað tó skal vera møguligt hjá einum og hvørjum, sum vil granska uttan peningalig áhugamál, at fáa atgongd til upplýsingar, sum hendan landsfyritøkan liggur inni við. –Men hvat er so tað at granska uttan peningalig áhugamál? spyr Kristian Magnussen. Hann tekur aftur í aftur, at tað tykist sær, at her er grund til at hugsa, at áður umrøddi yvirlækni ikki átti at verið so innblandaður, sum hann er í hetta málið. –Tí tað er alment kent, at hann er í tøttum samstarvi við útlendskan gransking- arstovn, og tað tí kann vera freistandi at blanda tingini saman. Maðurin er við ørð- um orðum ógegnigur, stað- festir Kristian Magnussen, løgtingsmaður. Landsstýrismaðurin má kannast Kristian Magnussen, løgtingsmaður, vil hava løgmann at kanna, um landsstýrismaðurin við almanna- og heilsumálum hevur tikið ósaklig atlit, tá hann setti fólk at umsita granskingina í Føroyum Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 7 6